Arabiska blaðið Al-Quds Al-Arabi, sum verður útgivið í London, prentaði í gjár eitt hondskrivað bræv, sum ein, ið kallar seg Saddam Hussein, hevði skrivað undir. Brævið er dagsfest tann 28. apríl.
Í brævinum mælir brævskrivarin irakska fólkinum til at seta seg upp ímóti amerikansku hermonnunum, og hann ávarar irakar ímóti at viðurkenna teir leiðararnar, sum amerikanararnir ætla at seta til at stýra Irak.
Týsdagin prentaði tað sama blaðið eina yvirlýsing frá einum higartil ókendum felagsskapi, sum vildi vera við, at Saddam Hussein fer at lata irakska fólkið frætta frá sær ein av teimum fyrstu døgunum.