Hóttanin hjá Trump forseta móti Grønlandi hevur sent sjokkbylgjur gjøgnum ríkisfelagsskapin. Hetta merkja eisini tveir av størstu flaggframleiðarunum í Danmark, har ‘Erfalasorput’, sum grønlendska flaggið eitur, er vorðin ein eftirspurdur lutur.
– Eg dugi at síggja, at stívliga 90% av øllum okkara bíleggingum á netinum hesa vikuna hava verið til grønlendsk fløgg. Hetta er ein stórur vøkstur frá teimum vanligu 3-5%, sigur stjórin í Dahls Flagfabrik, Peter Østerbye, við Formiddag på Radio IIII.
Langkilde Flagfabrik upplivir eisini øktan áhuga.
– Tað er bæði á okkara innduravørum so sum lagkøkufløgg, borðdúkar og serviettar umframt stóru grønlendsku fløggini til flaggstengur, sigur stjórin í Langkilde Flagfabrik, Nicole M. Langkilde.
Sambært henni er grønlandskreppan ikki einasta dømið um, at ein ósemja kann fáa eftirspurningin eftir útvaldum fløggum at økjast. Tað sama hendi, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina, har sølan av ukrainskum fløggum vaks.
– Vit uppliva ofta, at flaggið fær eyka symbolskan týdning, tá vit hava brúk fyri at samskifta greitt og einfalt. Hetta liggur í náttúruni hjá flagginum og ikki minst í óformligu og fólksligu gleðini hjá dønum og grønlendingum at flagga við flagginum, metir stjórin.
'Erfalasorput', sum merkir 'Okkara flagg', varð á fyrsta sinni vundið í húnarhátt í 1985 á grønlendska tjóðardegnum 21. juni og var tað grønlendski listamálarin og grafikarin Thue Christiansen, sum teknaði flaggið.











