Frá algoystum mótmælum til tøgn

Áðrenn endaliga avgerðin um álopið á Irak varð tikin, var bretska fólkið algoyst, og meir enn helmingurin av fólkunum vóru ímóti einum ikki ST-stuðlaðum álopi á Irak. Nú er stilli. Fólk vóna, at hernaðaratsókninar skjótt verða lidnar og bera ótta fyri avleiðingunum

Eg búgvi í løtuni í Bournemouth, ið liggur gott tveir tímar sunnan fyri London. Bournemouth liggur á ensku suðurstrondini tætt við Pool, Portsmuth og Southampton. Hetta eru alt havnarbýir, og tað merkir, at teir eru strategiskt týdningarmiklir, tá kríggj er og samstundis møgulig álopsøki. Stemningurin í Suðurenglandi, eins og nógva aðra staðni kring allan heimin, hevur verið spentur síðan tosið um hernaðarligan ágang móti Saddam Hussein byrjaði, men dámurin millum fólk er broyttur nú síðan kríggið er vorðið ein veruleiki.
BBC hevur hópin av tíðindafólki í Irak og til ber at fylgja nágreinliga við, hvat ið gongur fyri seg í bardaganum. Tíðindafrásøgnir eru døgnið runt og beinleiðis myndatól eru eisini virkin. Vit uppliva í løtuni eitt big brother kríggj og tað er speiskt, men máttmikli høvuðsmaðurin, George Bush, verður av nógvum eisini sæddur sum ein stórur beiggi, ein smádrongur.
Tað verður ikki nógv tosað um kríggið millum vanliga fólkið í Englandi. Ein kann tulka tað sum maktarloysi. Áðrenn endaliga avgerðin um álopið á Irak varð tikin, var bretska fólkið algoyst, og meiningakanningar vístu, at meir enn helmingurin av fólkunum vóru ímóti einum ikki ST-stuðlaðum álopi á Irak. Mótmælisgongur vóru í so gott sum øllum Bretlandi, í London mótmæltu næstan tvær milliónir fólk, sum er kravgongumet. Nú er stilli. Fólk vóna, at hernaðaratsókninar skjótt verða lidnar og bera ótta fyri avleiðingunum. Lokalu útvarpsstøðirnar nevna á hvørjum degi nýggj tøl fyri, hvussu nógvir hermenn nú hava latið lív, og koma teir frá grannalagnum verða navn, aldur, bústaður og familjuviðurskifti eisini nevnd. Mótmælisfólkini rópa ikki hart longur, tí grannasonurin hevur kanska latið lív og at siga, at kríggið ikki gagnar nøkrum er sum at spíta á grøvirnar hjá teimum ungu hermonnunum.
Óttin er komin í sinnið á bretska fólkinum, síðan Tony Blair kroysti Bretland í hernað. Bretar kenna seg líka nógv í hernaðarliga andglettinum sum amerikanararnir, og bíðað verður eftir, hvar og í hvørjum skapilsi hernaðarligar atsóknir fara at koma til Bretlands. Nógv fólk eru givin at drekka vatn úr krananum, - ein góð kelda um onkur hernaðarliga sinnaður yvirgangsmaður vil eitra eina rúgvu av bretum. Eg ætlaði mær ein túr til London, at shoppa, áðrenn eg skuldi heim á Tvøroyri at halda páskir, men aftaná at hava tosað við eina damu, hvørs vinkona arbeiðir í verjumálaráðnum (The Defence Ministry) gjørdi eg av, at eg ikki vildi seta lívið í vága fyri einum shopping-túri! Vinkonan frá verjumálaráðnum hevði fingið eina interna ávaring um at halda seg burtur frá undirgrundarbreytini í London. Eg hugsaði tí, at onkur hóttan óivað var komin til verjumálaráðið, men at hesi ikki kunnu almannakunngera tílíkar hóttanir sum føra við sær ræðslu og óskil í gerandisdegnum. Fyri nøkrum vikum síðani vóru trý fólk, sum øll vóru ættað úr Norður Afrika handtikin í eini íbúð í Bournemouth, einans 10 minuttir frá mínum húsum. Tey høvdu tilfar og vóru við at gera spreingievni, sum óivað skuldi nýtast til hernaðarligan yvirgang. Eg prátaði við eina 83 ára gamla ommu, sum mintist annan veraldarbardaga og tá allir menn undir 40 ár vóru innkallaðir. Hon bar ótta fyri, at um kríggið fór at vara ov leingi, so fór herurin óivað at innkalla allar hennara ommusynir. Ein var longu í Irak. Ein floksfelagi hjá mær á universitetinum í Bournemouth, 24 ára gamli Richard, skelvur hvørja ferð postboðið kemur. Richard hevur verið í The Royal Airforce (RAF), sum er tað bretska flogherliðið, og hann hevur ein 28 ára langan sáttmála við bretska herin. Svágur hansara er longu innkallaður og er í Irak. Richard greiðir frá, at hann ikki sleppur undan at verða innkallaður, sjálvt um hann er lesandi. Tá kríggj er, mugu allir hermenn verða til reiðar, sigur hann, og leggur afturat, at hann vónar, at kríggið skjótt verður av.
Bournemouth er ein tann størsti ferðavinnubýurin í Bretlandi, og í hesum døgum eru fólk, sum arbeiða í ferðavinnuni, tey einastu bjartskygdu í økinum. Kríggið hevur við sær, at fólk vilja verða verandi í Englandi og ikki eru áhugað í at flúgva uttanlands. Tískil er alt ferðavinnuøkið longu so gott sum fult bookað. Í summarmánaðunum tvífaldast fólkatalið við ensku suðurstrondina og summi bera ótta fyri, at ferðavinnuøki væntandi eisini verða ein heitur atdráttur fyri hernaðarligum yvirgangi. Bournemouth hevur flogvøll og eisini sjúkrahús, og fyri stuttum varð kunngjørt, at flogvøllurin skuldi nýtast av bretska herinum. Her skulu særdir hermenn koma og viðgerast á lokala sjúkrahúsinum.
Í Suðurbretlandi tolerera bretar kríggið við ótta. Tann stíva toleransan fjalir yvir tí ófjálga sannleikanum, sum er maktarloysi. Eingin lurtaði eftir fjøldini, áðrenn stóru avgerðirnar um álop vórðu tiknar. Eitt eru flest øll samd um. Tony Blair er liðugur á politiska pallinum. Hann hevur opinlýst víst, at bretska demokratiið er so sum so, og tað eru júst tey demokratisku virðini sum Bush og Blair vilja berja niðir yvir Irakar. Eitt og hvørt menniskja hugsar fyrst um sjálvsnøgtan. George Bush, Tony Blair og eisini Saddam Hussein hava longu vunnu sær pláss í søgubókunum. Og tess størri avleiðingarnar verða, tess størri verður kapittulin í heimssøguni um hesar menn. Vit liva øll í eini tíð við globalisering. Heimurin hjá tí individuella menniskjanum er vorðin stórur og verðin sjálv lítil. Tað er tøknini at takka fyri. Heilin hjá menniskjanum er enn ikki útviklaður til at rúma allan heimin og tí eru vit øll fyrst og fremst individ, tí er tað trupult at fáa modernaða menniskjað at stuðla og seta lívið í vága fyri einum kríggi, ið ikki hevur eina grótharða grundgeving.
Tá tað kemur til kríggj, kunnu fólk ofta býtast í tríggjar bólkar. Tann fyrsti bólkurin eru pasifistar, sum ikki halda, at nøkur grundgeving er fyri at kríggast. Tann næsti eru tey, sum halda, at hernaður er loyvdur um ein hóttan er mótvegis eins egnu, og triði bólkurin er uppbygdur av menniskjum, hvørs hugburður til kríggj best kann lýsast við teimum dýrisku eginleikunum sum búgva í menniskjanum djór sum merkja síni landøki, sum ikki gera neyðsemjur og ikki hava tann eginleika at diskutera ósemjur um onkur kemur inn á teirra øki. Alfahannar í djórabólkum sum verða óðir, berjast fyri stoltleika og fyri at vísa, hvør ið hevur meiri megi. George Bush er ikki í tí mittasta bólkinum, tí tann lítla hóttanin, sum sigst hava búð í sanktioneraða Irak mótvegis vesturheiminum, fer óivað at føra til eina stóra hóttan frá muslimskum rørslum, ið fordøma amerikansku mentanina stars and air-strikes for democracy. Spírin av øði er longu byrjaður at blóma í Sýria. Vandin er, at øðin fer at broytast til hernaðarligan yvirgang og fer at spjaða seg. Ræðumyndin er ein alheims samanbrestur av siðmenningum (civilisatiónum). Hetta er óhugnaligt, men realistisk, og fjøldin kennir seg maktasleysa, nú bolturin er farin á rull.