Amerikansku hóttanirnar um at revsa Frakland fyri mótstøðu tess ímóti krígnum í Irak eru nú farnar at gera vart við seg, og altsamt fleiri franskar fyritøkur kæra seg um, at tær kenna avleiðingarnar.
Eisini franskar fyritøkur í USA kenna sviðan av fronsku krígsmótstøðuni. Ein fyritøka í New York, sum innflytir franskt vín, sigur, at sølan í mars var eina hálva millión dollarar minn enn vanligt, og ein onnur fyritøka, sum innflytir innbúgv úr Fraklandi til USA, kærir seg um, at sølan er minkað 30 prosent.
Vínfyritøkan í New York hevur skrivað Jacques Chirac, forseta bræv, har hon biður forsetan gera sítt til at bøta um viðurskiftini við USA. Nógv bendir eisini á, at franska stjórnin roynir at tekkjast amerikanarunum. Í hvussu er hevur Frakland rættiliga óvæntað tikið undir við amerikanska uppskotinum um at seta ST-tiltøkini ímóti Irak úr gildi.