Fingið tilboð um arbeiði

Fyrrverandi irakski kunningarmálaráðharrin, Mohammed Saeed al-Sahaf, hevur nú fingið tilboð um arbeiði hjá einum arabiskum sjónvarpi.

Ali al-Hadethi, sum er ein av leiðarunum í sjónvarpsstøðini al-Arabiya, sigur, at teir eru til reiðar at bjóða fyrrverandi kunningarmálaráðharranum hjá Saddam Hussein arbeiði sum politiskur viðmerkjari. Sambært sjónvarpinum eru tað tær drúgvu royndirnar, sum serliga hava áhuga, og tí hann verður hildin at hava góðar fortreytir fyri at lýsa gongdina í Irak.

Mohammed Saeed al-Sahaf stendur ikki á listanum við teimum 55 fyrrverandi iraksku politikarunum, heryvirmonnunum og tænastumonnunum, sum amerikanararnir vilja hava fatur á. Men amerikanararnir hava ikki havt gott eyga á honum, síðani hann vísti almenninginum amerikanskar hermenn, sum irakski herurin hevði tikið til fanga. Tað er heldur eingin, sum veit, hvar fyrrverandi kunningarmálaráðharrin er.