ST skal hava størri ávirkan

Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sigur, at ST skal hava politiska ávirkan á tað, sum skal henda í Irak eftir kríggið og ikki einans hjálpararbeiðið, sum amerikanarar siga.

Í samrøðu við Finansial Times sigur Blair, at tað hevði gagnað øllum pørtum best, fekk ST eisini politiska ávirkan á framtíðina hjá Irak. Hann sigur, at hvørki Bretland ella USA kunnu hava áhuga í at skipa eina irakska stjórn, sum altjóða samfelagið kanska ikki vil viðurkenna, tá saman um kemur.

Blair leggur dent á, at tað er umráðandi við samstarvi tvørtur um Atlantshavið, tí alt annað hevði verið vandamikið fyri trygdina. Hann heldur, at Evropa eigur at standa saman til tess at forða fyri, at USA fær ein einaráðandi leiklut í heiminum.