Tað fara kanska at ganga tvey ár, áðrenn USA fer at taka sínar hermenn úr Irak.
Tað sigur George W. Bush, forseti. Hann sigur, at amerikanararnir eru lidnir við kríggið í Afghanistan, men at kríggið í Irak er ikki liðugt enn. Hann heldur, at tað kann taka tvey ár at fullføra uppgávuna har. Millum annað skulu hermenninir leita eftir hópoyðingarvápnum, tí forsetin sigur seg vera sannførdan um, at Irak hevði tílík vápn, sjálvt um amerikanskir talsmenn hava roynt at benda tosinum frá hópoyðingarvápnunum í seinastuni.
-Tað avgerandi er, at Saddam Hussein kann ikki hótta USA við hópoyðingarvápnum longur, sigur Bush.