Tað skrivar amerikanska blaðið Washington Post. Blaðið endurgevur frágreiðingar hjá fregnartænastuni CIA, sum er komin til ta niðurstøðu, at teir iraksku shiamuslimarnir eru nógv betur skipaðir, enn verjumálaráðið og fregnartænastan hava hildið.
Millum annað verður víst á, at tað stóð ikki á hjá shiamuslimunum at savna umleið eina hálva millión fólk í tí heilaga býnum Kerbala undir herrópinum "Ja til Islam, nei til USA".
Umleið 60 prosent av irakska fólkinum eru shiamuslimar, og teir vórðu illa kúgaðir undir stýrinum hjá Saddam Hussein, sum er sunnimuslimur. Amerikanska verjumálaráðið væntaði, at shiamuslimarnir fóru at taka ímóti teimum amerikansku hermonnunum við opnum ørmum, men nú vísir tað seg, at teir vilja hava amerikanararnar úr Irak sum skjótast, skrivar Washington Post.
Sambært blaðnum var ein fundur í verjumálaráðnum mánadagin, har herovastar viðgjørdu spurningin, hvussu USA skal fara fram yvir fyri shiamuslimunum í Irak.
Amerikanskir tænastumenn hava fyrr sagt, at teir, sum løgdu kríggið í Irak til rættis, góvu tí átrúnaðarliga og politiska stríðsviljanum hjá shiamuslimunum alt ov lítlan ans. Teir undirmettu frælsisviljan hjá shiamuslimunum, og nú bera amerikansku leiðararnir ótta fyri, at Irak skal fáa eina víðgongda shiamuslimska stjórn.
Lurtaðu ikki
Ein embætismaður í uttanríkisráðnum í Washington sigur við Washington Post, at teir, sum løgdu kríggið til rættis, góvu sær als ikki stundir til at hugsa um, hvat skuldi ella kundi henda í Irak aftan á kríggið. Tað ráddi bert um at koyra Saddam Hussein frá, sigur embætismaðurin.
Sambært Washington Post ávaraðu einstakir fregnartænastumenn og Irak-serrøðingar verjumálaráðið ímóti at koyra Saddam Hussein frá uttan at leggja eina ætlan um, hvør skuldi taka við. Men eingin í Pentagon legði í at lurta eftir ávaringunum, ella valdu menn at bíða við at taka støðu til tær seinni, skrivar Washington Post.
Teir flestu shiamuslimarnir í Irak búgva har suðuri í landinum, og har hava fleiri mótmælisgongur verið ímóti USA og Bretlandi. Men shiamuslimar eru eisini í Bagdad, og týsdagin gingu fleiri túsund teirra mótmælisgongu, har teir kravdu amerikansku hermenninar úr Irak alt fyri eitt.