sær sjálvum, sigur hann. Og í løtuni eru umstøðurnar ikki líka góðar góðar í Suðuroynni, sum tær eru inni á meginlandinum. Orsøkin er, at síðani ferðaætlanin millum Føroyar og umheimin varð broytt, skulu [...] skulu fiskavørur, úr Suðuroynni, fyrst lytast til Havnar, áðrenn tær fara av landinum. Hesin flutningurin ímillum Suðuroynna og Havnina kostar 41 oyru í frakt. Fraktin er eitt sindur bíligari, um talan er [...] dent á at hava flakavirkið á Tvøroyri. Bátarnir hoyra heima á Tvøroyri. Og tað hevur riggað væl, at teir avreiða í heimbygdini. Og tað er ongin orsøki til at broyta tað, uttan at vit verða noydd til tað
Magnar Kjærbæk har og bakkaði upp, og tvey dundrandi langskot var tað nærmasta, Allan kom einum máli ta løtuna. Seinni í hálvleikinum skiftu Eyðbjørn Thomsen og Mortan úr Hørg síðu, og tá gekk betri at steðga [...] HB tók ímóti Sumba í Gundadali sunnudagin ? og tó ikki. Málveitslan, sum HB-viðhaldsfólk høvdu væntað og vónað, kom ongantíð, men føroyameistaraheitið kom, og tað var væntað. Sumba tók leiðsluna, men f [...] Jørgensen kom ov tíðliga, og tað var bert ein spurningur um tíð, áðrenn HB hevði fingið fatur á dystinum og tryggjað sær neyðugu stigini, sum skuldu til fyri at fáa meistaraheitið í hús. Og uttan at spíla seg
Fyritreytirnar at standa seg væl eru fyrst og fremst tríggjar: Ein er, at felagið er væl skipað, ein onnur er, at tað er eitt gott ungdómsarbeiði í felagnum, og ein triðja er, at tað eru nóg nógvir pengar [...] størri á Tvøroyri. Bæði Sumba og TB taptu, og um TB skal verða lív lagað í bestu deildini, so skulu teir fáa stig móti GÍ, og tað verður torført. At KÍ vinnur í Sumba og harvið tryggjar sær silvurkrónurnar [...] gott ungdómsarbeiði. Felagið hevur keypt sær ein góðan venjara og fleiri góðar spælarar, og tað boðar frá, at fíggjarliga orkan er í lagi. Og felagið hevur, sum hitt fyrsta í landinum, skipað 1. deildarfótbóltin
venjarunum, sum skilir føroyskt og tíðansheldur talar tað. Í ár hava bert GÍ, B68, NSÍ og KÍ havt føroyskar venjarar, meðan øll hini feløgini hava havt útlendskar venjarar. Og tað er her Harry Benjaminsen [...] sum skifta venjara ár eftir ár og tað er ikki serliga gott fyri leikararnar ? teir skulu skifta »spælistíl« hvørt ár. GÍ mundi vera tað felagið, sum fyrst sá ljósið og teir hildu Johan Nielsen í venj [...] hesum leikarunum og sæð hvussu langt teir kunnu røkka, sigur Harry Benjaminsen. Um hann heldur fram finna vit út av innan alt ov leingi. Fyribils ynskja vit honum og leirvíkingum tillukku og góða eydnu við
Hart og gott skot, men málmaðurin hjá felagsliðnum stóð har hann skuldi og boksaði bóltin út frá málinum og eitt sindur upp eftir. Men, men, men. Vindurin tók bóltin og førdi hann upp um málmannin og í kassan [...] vágamonnum hevði lúrt hann av og hann tveitti seg heilt upp í krókin eftir bóltinum og fekk sligið hann út av vøllinum. Dysturin var liðugur og felagsliðið fór við sigrinum og fór enntá eisini avstað við [...] sigur venjarin hjá FS Vágum. ? Og tað er galdandi fyri bæði liðini. Fyri mær sá tað soleiðis út, at tað liðið, sum fyrst fekk stýr á bóltinum eina løtu fór at vinna dystin, og tað vóru vit, sum vóru so hepnir
ímóti Tinghúsinum. Fremst í salinum er ætlanin, at landsstýriskvinnur og -menn skulu sita umframt ríkisumboðið, síðani tingkvinnur og -menn. Hóskilig frástøða er millum tingfólkini og áhoyrararnar, so tingið [...] sýnd fram, er fyrsta fatanin og varhugin ein fær, at uppskotini øll sýnast at skjóta upp eini stór og stórfingin nýggj tinghús. Flaturnar eru stórar, í førum ógvusligar og í mun til verandi tinghús eru [...] skerst ikki burtur um ein bilur ella motorsúkkla koma fúkandi um geilarhornini og betongborgirnar standa so ógvusligar og gána. Og Havnin verður ongantíð eitt Chigaco. So tað er einki at taka seg aftur í, at
Fyrsta virðisløn er eitt snøgt og áhugavert uppskot, beherskað í stødd, fínt í tilfarsnýtslu og tey hava fingið væl burtur úr. Prosjektið er gott, væl úr hondum greitt og uppgávan kann ikki loysast øðrvísi [...] so hava húsini ein tjóðsøguligan týdning og virði, og tí er tað vert at umhugsa gjølla, um tey skulu takast niður. Tey eru eisini ein partur av býarmyndini og tí eigur ein at vera ógvuliga varin við at [...] loysir uppgávuna, men avleiðingin er, at verandi tinghús skulu burtur. Og tað er ógvuliga harmiligt. Tí tað sum er ljótt verður standandi og tað sum er gott skal burtur. Í mínari verð áttu húsini hjá Telefonverkinum
sum gera sær dælt av menningini í Alaska og harvið vinna ágóðan av hesum virksemi. Tætta samstarvið og harvið góða stevið millum oljufeløg og lokalsamfeløgini og teirra fyritøkur hevur havt við sær, at [...] samfelagnum, og sum nakað nýtt eisini umboðandi mentanarøkið. Tí meðan vitjanir á oljupallum, útgerðarstøðum ol. í Norðsjónum og har um leiðir kanska mest hava snúð seg um teknikk, trygd og fysiskt umhvørvi [...] oljuvinnan hevur havt fyri Alaska og tess íbúgvar er rætt fyrst at seta kikaran á sjálvan kjarnan í øllum tí útviklingi, sum hevur verið seinastu 30 árini orsakað av oljuni, og tað er sjálv hjartapumpan, um
feyk av - og ein lortaspann floymdi út yvir samstarvsfelagarnar hjá fólkaflokkinum í Tinganesi,her fyrst og fremst tjóðveldisfólkini. FYRST hevur tú hug at yppa øksl og taka hetta sum skemt og ressonera [...] Løgmaður kann ikki bara standa og hyggja at, meðan floksfelagi hansara og ein av oddamonnunum í fólkaflokkinum húðflettir og stingur samstarvsflokkin í Tinganesi knívin í ryggin. Og entá við lygusøgum. Tí tær [...] fullveldi, so er ÓB sambandsmaður og hevur bert eittans mál í politiska virksemi sínum, og tað er at niðurberja og niðgera alt, sum luktar av sosialismu og vinstravendum. Tað eru hesir hógvarnir, sum nú stinga
málum spælir trumfin út móti teimum sum spyrja hví, hvat og hvussu. Og hvør er so trumfurin? Eg má viðganga, at eg falli til jarðar í undran og virðing. Svarið Høgni Hoydal hevur at geva er: Hví ikki! [...] aður kemur sjálvur við eini ábending um, hví so er. Fyrst fær Gordon Eidesgaard eina vinarliga áheitan um ikki at úttala seg sum búskaparfrøðing, og um hann skal úttala seg sum slíkur, verður hann vinarliga [...] vinarliga biðin um at finna størri inntøkur. Javnaðarflokkurin og Jóannes Ejdesgaard verða lagdir undir at skaða »samráðingarstøðu okkara«. Eg havi síðan fullveldistosið byrjaði roynt at sóknast eftir, hvat