Viðgangast má, at lítið ella so at siga onki orðaskifti er um hetta fyri samfelagið so týðandi mál. Undirritaði skal ikki gera seg klókan uppá hví so er, men Høgni Hoydal, landsstýrismaður kemur sjálvur við eini ábending um, hví so er. Fyrst fær Gordon Eidesgaard eina vinarliga áheitan um ikki at úttala seg sum búskaparfrøðing, og um hann skal úttala seg sum slíkur, verður hann vinarliga biðin um at finna størri inntøkur.
Javnaðarflokkurin og Jóannes Ejdesgaard verða lagdir undir at skaða »samráðingarstøðu okkara«.
Eg havi síðan fullveldistosið byrjaði roynt at sóknast eftir, hvat ætlanin er, men framvegis er onki ítøkiligt komið. Onki uttan at »Landsstýrið hevur eina skipaða ætlan móti fullveldi, sum byggir á lyklaorðini um neyva fyrireiking, upplýsing og demokratiska viðgerð«.
Hevði væntað, at drúgva greinin hjá Høgna Hoydal fór at avdúka okkurt um ætlanir hansara, men gakk. Nógv orð um fyrireikingar, ætlanir, skipanir o. s. fr.
Men rætt skal verða rætt. Landsstýrismaðurin í fullveldismálum spælir trumfin út móti teimum sum spyrja hví, hvat og hvussu. Og hvør er so trumfurin?
Eg má viðganga, at eg falli til jarðar í undran og virðing.
Svarið Høgni Hoydal hevur at geva er: Hví ikki!
Vinarliga
Bent Ottosen
Hvannasundsgøta 16
100 Tórshavn