Vit hótta við nøkrum sum helst. Men hendir onki, verður ein tillaging av sær sjálvum, so at virksemið flytir, har tað loysir seg best.Tað skilst á stjóranum á Føroya Fiskavirking, Meinhardi Jacobsen, at í løtuni er tað eitt sindur óvist, hvussu verður við Fiskavirking í Suðuroynni í framtíðini.
Meinhard Jacobsen sigur, at tað tað er so sjálvsagt, at virksemið flytir seg har, tað loysir seg best.
Tað er ein tillaging, sum hendir av sær sjálvum, sigur hann.
Og í løtuni eru umstøðurnar ikki líka góðar góðar í Suðuroynni, sum tær eru inni á meginlandinum.
Orsøkin er, at síðani ferðaætlanin millum Føroyar og umheimin varð broytt, skulu fiskavørur, úr Suðuroynni, fyrst lytast til Havnar, áðrenn tær fara av landinum.
Hesin flutningurin ímillum Suðuroynna og Havnina kostar 41 oyru í frakt. Fraktin er eitt sindur bíligari, um talan er um fullar bingjur.
Hetta er ein eykaútreiðsla, sum fiskavirkini í Suðuroynni hava, framum irkini inni á meginlandinum, sum betala nógv minni í frakt fyri at fáa fiskin til Havnar.
Og hjá virkjum í Havn verður so bara talan um eitt sindur av koyring.
Tað ljóðaði, at Fiskavirking hótti við at flyta alt virksemið úr Suðuroynni, um ikki um ikki umstøðurnar í Suðuroynni blivu líka góðar, sum tær eru aðrastaðni í landinum.
Hetta avsannar stjórin.
Men hann sigur, at teir hava greitt politikarum frá støðuni.
Og støðan er tann, at nú er útgangsstøðið fyri framleiðsluni í Suðuroynni, so nógv broytt, at tað er neyðugt, at okkurt hendir.
Hendir onki, fer ein tillaging at fara fram, so at virksemið flytir, har tað loysir seg best.
Vit noyðast sjálvandi at laga okkum til umstøðurnar.
Tað hendir av sær sjálvum.
Men tað eru politikararnir, sum gera karmarnar, sum vit noyðat at laga okkum til.
Meinhard Jacobsen sigur, at í løtuni er Suðuroyggin ikki javnt stillað við meginøkið í Føroyum við tað, vit hava eina eykaútreiðslu uppá 41 oyru fyri kilo av at sleppa av við vøruna.
Fyri okkum merkir hetta eina eykaútreiðslu uppá langt omanfyri eina millión um árið av at arbeiða feskan fisk í Suðuroynni.
Stjórin í Fiskavirking sigur, at tað er neyðugt, at Suðuroyggin verður javntstillað við landið annars.
Annars hendir tað av sær sjálvum, at virksemið savnast, har tað er mest kappingarført, helst onkustaðni á meginøkinum, har í kostnaðurin er lægstur.
Hetta er ikki nakað, sum Fiskavirking hevur ávirkan á.
Loysir tað seg betri, at arbeiða feskan fisk á meginøkinum, er tað so skjótt, at onkur tekur kappingina upp. Tað er í grundini ógvuliga einfalt.
Stjórin í Fiskavirking sigur, at skal útjaðaranum verða lív lagað, er tað neyðugt, at hann er javntstillaður við meginøkið, so at vinnuligu karmarnir eru teir somu.
Hann nevnir uppboðssøluna sum eitt dømi. Øll øki í landinum er nú javntsett tá ið tað kemur til at keypa fisk á uppboðssøluni.
Men tað er eisini neyðugt, at øll øki í landinum mugu eisini verða javntsett að, tá ið tað ræður um at sleppa av við vøruna.
Marner Jacobsen sigur, at hann hevur álit á, at politikarar loysa henda trupulleikan.
Nú eru tað teir, sum skulu taka støðu. Hendir onki, fer virksemið at laga seg eftir umstøðunum.
Meinar tí, at tað skal vera ein ella annar stuðul, sum virkini skulu fáa fyri at flyta fisk til Havnar?
Tað skal verða ein ella onnur mekanisma, sum ger, at tað kostar tað sama at sleppa av við fiskin úr øllum økjum í landinum.
Rýma ikki uttan víðari
Annars váttar stjórin í Fiskavirking, at teir enn leggja dent á at hava flakavirkið á Tvøroyri.
Bátarnir hoyra heima á Tvøroyri. Og tað hevur riggað væl, at teir avreiða í heimbygdini.
Og tað er ongin orsøki til at broyta tað, uttan at vit verða noydd til tað.
Hann leggur afturat, at ætlanin er at gera íløgur í virkið á Tvøroyri, m.a. skulu nakrar maskinur setast upp.