HB-Sumba 4-1 (2-1)
0-1: Birgir Jørgensen, 10.
1-1: Súni Fríði Johannesen, 22.
2-1: Súni Fríði Johannesen, 35.
3-1: Hans Fróði Hansen, 48.
4-1: Johannes Joensen, 50.
Tað gekk sum væntað, tá HB tók ímóti Sumba í Gundadali sunnudagin ? og tó ikki.
Málveitslan, sum HB-viðhaldsfólk høvdu væntað og vónað, kom ongantíð, men føroyameistaraheitið kom, og tað var væntað.
Sumba tók leiðsluna, men framúrskarandi málið hjá Birgiri Jørgensen kom ov tíðliga, og tað var bert ein spurningur um tíð, áðrenn HB hevði fingið fatur á dystinum og tryggjað sær neyðugu stigini, sum skuldu til fyri at fáa meistaraheitið í hús. Og uttan at spíla seg alt ov nógv út vann HB trygt 4-1.
Sumbingar hava fyrr í ár tapt bæði 10-0 og 11-1, men tað var bert í byrjanini av seinna hálvleiki, at sorl var í luftini, og liðið hjá Sumba hevði allan heiður av dystinum móti sterku yvirmaktini ? og teir kundu heldur ikki leggja meinbogar fyri HB.
HB-liðið spældi uttan liðskiparan Rúna Nolsøe á miðjuni, og tað merkti uppspælið hjá HB nógv. Havnarliðið var sum ikki einaferð nógv vandamiklast, tá Allan Mørkøre setti ferð á úti í høgra borði, meðan vinstra síðan hjá oddaliðnum var óvanliga tannleys so at siga allan dystin.
Allan Mørkøre hevur saman við Hans Fróða Hansen og Hans á Lag í miðverjuni verið klárt bestu menn hjá HB í ár, og hóast klaksvíkingurin ikki fekk nakað mál sunnudagin, var hann besti maður hjá nýklaktu føroyameistarunum.
Maðurin í miðdeplinum var Súni Fríði Johannesen, sum við tveimum málum í fyrra hálvleiki grundlegði sigurin. Annars er tað merkisvert, at øll fýra málini hjá HB komu eftir deyðbóltsstøður ? eitt fríspark, eitt innkast og tvey hornaspørk. Sumba saknaði eisini Eirik Joensen, sum er sterkur í luftspælinum, men sum var leikbannaður hesaferð. Annars er at nevna, at Sumba fekk einki kort í dystinum, og at teir tí kunnu stilla við sterkasta liði áðrenn seinasta týdningarmikla dystin móti KÍ komandi leygardag. Sumbingar vinna neyvan tann dystin, men við einum javnleiki kunnu teir sleppa undan at enda aftastir í deildini og sostatt fáa ein kjans afturat fyri at bjarga sær í 1. deild.
Sjokkbyrjan
Dysturin fekk annars eina sjokkbyrjan, tá Sumba longu í 10. minutti legði seg á odda. Málið var sera gott, men kom so at siga burtur úr ongum. Birgir Jørgensen, sum hevur styrkt væl um álopið hjá sumbingum, síðani hann kom úr VB, stríddist uttarlaga í vinstru síðu av HB-brotsteiginum, og hann royndi seg við skoti, sum endaði heilt uppi í málhorninum. So var tøgn í fullsetta HB-húsinum, meðan tey fáu tandrini, sum sótu í B36-húsinum, fingu eina vón um, at teirra menn kanska framvegis høvdu møguleikan fyri at varðveita føroyameistaraheitið.
Málið gav sumbingum eyka trúgv upp á sakina, og løtuna eftir málið stríddust teir sum úlvar fyri at forða HB-liðnum í at koma fram til nakrar málmøguleikar. Eyðbjørn Thomsen hevði trupult við at demma upp fyri Allani Mørkøre, tá hann kom framvið í høgru síðu, men so var aftasti maður Páll Magnar Kjærbæk har og bakkaði upp, og tvey dundrandi langskot var tað nærmasta, Allan kom einum máli ta løtuna.
Seinni í hálvleikinum skiftu Eyðbjørn Thomsen og Mortan úr Hørg síðu, og tá gekk betri at steðga Allani Mørkøre. Mortan úr Hørg, sum fyrr í ár móti júst HB kom sera illa fyri og endaði á sjúkrahúsi, tá hann slóg hálsin í girðingina í dystinum á Krossinum, spældi ein branddyst, og saman við Thomas Birch var hann besti maður hjá Sumba.
Málið kom ov tíðliga
Men frálíka málið hjá Birgiri Jørgensen kom ov tíðliga. HB hevði framvegis ivaleyst av tíð til at koma yvir skelkin og fáa fullkomið tamarhald á dystinum. Leiðslan hjá Sumba helt sær eisini bert í tólv minuttir. Súni Fríði Johannesen, sum vísti, at hann hevur nøs fyri at vera á rætta staðnum, tá bólturin kemur inn, var staddur heilt inni undir málinum, tá Jens Erik Rasmussen sendi fríspark innfyri úr høgru síðu. HB-áleyparin, sum hevur eina fortíð í NSÍ og B68, var knappur og sendi um tvørstongina í málið, tá hann stóð púra leysur inni í fimm-metrinum.
Og trettan minuttir seinni ? tá vóru tíggju minuttir eftir av hálvleikinum ? stóð Súni Fríði á júst sama stað, tá eitt hálvkiksað skot endaði hjá honum, og hann sveik ikki. Nú var HB á odda 2-1, og skelkurin frá byrjanini var burturgoymdur og gloymdur.
Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki, men nú hevði HB fingið leiðsluna, umframt at teir høvdu greiða yvirvág í spæli, og tað var teimum flestu greitt, at føroyameistaraheitið var bert 45 minuttir burtur.
Løgdu hart út
í seinna hálvleiki
Í byrjanini av seinna hálvleiki sá út til, at sumbingar fóru at leggja rygg til enn eitt stórtap. HB legði hart út, og gestirnir høvdu álvarsamar trupulleikar við yvirhøvur at fáa bóltin yvir um miðjuna.
HB fekk eisini tvey mál fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin. Fyrst kundi Hans Fróði Hansen í 48. minutti sera ótarnaður fara upp og seta pannuna á eitt hornasparksinnlegg frá Jens Eriki Rasmussen úr vinstru síðu, og tveir minuttir seinni endaði enn eitt hornaspark frá Jens Eriki, hesaferð úr høgru, við, at Johannes Joensen kundi økja til 4-1, eftir at sumbingar ikki fingu bóltin burtur.
Nú lá sorl í luftini, men HB-ararnir slakkaðu av og tóktust vera nøgdir við støðuna. Sumba kom meira fyri seg aftur, men vóru ikki veruliga vandamiklir aftur í dystinum. So líðandi fór HB-liðið eisini bert at bíða eftir klokkuni, og seinasta korterið bleiv ein sera keðilig framsýning, har HB hevði bóltin, men ikki hevði nakra veruliga atsókn á málið. Jan Dam kom á vøllin og kundi við einum meira avgjørdum dómara verið rikin út aftur bert ein minutt seinni, tá hann fullkomiliga høpisleyst jarðlegði Jan Poulsen. Jan varð borin av vøllinum, meðan navnin hjá honum slapp at spæla víðari. Men tað hevði eisini verið eitt sindur óreint, um hann hevði verið rikin av vølli, nú hann var komin upp úr Danmark til henda dystin, og fyri úrslitið hevði tað verið líkamikið, um HB hevði havt ellivu ella tíggju mans á vøllinum ? teir hava enntá fyrr í ár víst, at teir kunnu spæla nógv betri við tíggju monnum enn við ellivu?
»Suðurlendskir tilstandir«
Tíðin gekk, og HB-viðhaldsfólk funnu fýrverkið fram. Dómarin noyddist at steðga dystinum eitt bil, tá kanónsløgini dundu um vøllin, og einu løtuna var tað sum í suðurlondum, tá tað eisini varð fest í neyðrakettir og rómaraljós (ivasamt er, um hetta fær nakrar avleiðingar fyri HB, men í útlondunum verður hugt við sera strangum eygum eftir tílíkum).
Tá dysturin var lokin, tustu viðhaldsfólk út á vøllin í fagnaði um, at tað var eydnast HB at vinna føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð síðani 1990. Leingi at bíða hjá einum so sigursvandum felag sum HB, og so leingi hava teir ongantíð bíðað fyrr. Men hóast tað fyrr hevur verið nær við, eydnaðist tað so ikki fyrr enn í 1998. Og eingin kann nokta, at HB, sum hevur lagt sera nógv fyri í ár og verið fyrimyndarligt á nógvum økjum, hevur meistaraheitið og the double so ríkiliga uppiborið. FM-steypið hjá Føroya Bjór verður verandi í høvuðsstaðnum, men flytir nakrar metrar norðureftir, úr B36-húsinum í HB-húsið.
Sosialurin ynskir HB hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum.