Liðið hjá vágamonnum kom heilt upp á bronsuplássið

Fótbóltur: Frálíka seinna umfari hjá FS Vágum var líka við at geva teimum rættin at spæla um uppflytingina. 21 av 29 stigum eru fingin til høldar í seinnu helvt

Orðatakið sigur, at tað gongur ikki altíð sum ein sjálvur vil hava tað at gera. Hetta munnu vágamenn sanna nú fótbóltslandskappingin er liðug og kappingarárið farið afturum bak. Liðið, sum fyri stuttum var í fyrstu deild ? og sum ætlar

sær aftur hagar, hevði ikki vindin við sær í byrjanini.

Tá kappingarárið var hálvrunnið, lá felagsliðið úr Vágum á aftasta plássi, við bert átta stigum. Hesi stig vóru fingin til høldar á tann hátt, at nógvir dystir vóru endaðir javnir; ofta tí at vágamenn mistu alt á gólvið í síðstu minuttunum. Men í seinnu kappingarhálvu hevur gingið framúr væl og tað eru bert tey fægstu liðini, sum kunnu »reypa« av slíkari gongd. Níggju dystir, harav teir sjey eru vunnir og bert tveir taptir.

? Kvotan uppá javnleikirnar var uppbrúkt í fyrru helvt av kappingini, sigur Albert Ari Thomassen, venjari hjá felagsliðnum.


Endaðu við sigri

Um vikuskiftið kom enn ein sigur til høldar og tað var í torføra útidystinum móti Royn. FS Vágar vann dystin 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 0-0.

Umstøðurnar at spæla bólt á grasinum í Hvalba leygardagin vóru út av lagi vánaligar. Nógvur vindur ? ella rættari ? kolandi stormur gjørdi tað púra ómøguligt at spæla tí sum líktist fótbólti, sigur venjarin hjá FS Vágum.

? Og tað er galdandi fyri bæði liðini. Fyri mær sá tað soleiðis út, at tað liðið, sum fyrst fekk stýr á bóltinum eina løtu fór at vinna dystin, og tað vóru vit, sum vóru so hepnir, sigur Albert Ari Thomassen.

Tað var í grundini Royn, sum hevði mest at spæla fyri av liðunum sum møttust í Hvalba. Hvalbingar hava ligið og togast við leirvíkingar um annað plássi í deildini og harvið rættin til at spæla um uppflyting, men sum ikki einaferð tá hvalbingar nærkast fyrstu deild, so kiksar okkurt og so var eisini hesaferð. Síðsta vikuskiftið høvdu teir leirvíkingar í posanum, men gloymdu at binda um og hetta vikuskiftið snýttu vágamenn og veðrið teir so, at teir ongantíð aftur komu nærhendis øðrum plássi.


Eingin roynd

í fyrra hálvleiki

Hálvleiksstøðan í Hvalba var 0-0 og eftir øllum at døma hevur tað verið á góðari leið, tí eingin verulig roynd var á málini.

Bólturin var fyri tað mesta í luftini og hann fór hagar, sum vindurin førdi hann, men sjáldan hagar, sum spælararnir ætlaðu hann.

Vágamenn vóru teir fyrstu at fáa skil á spælinum í seinna hálvleiki og megnaðu tvær ferðir at spæla seg í gjøgnum verjuna hjá hvalbingum. So heppið var tað fyri vágamenn, at bæði álopini góvu mál. Annað skotið fór umvegis ein hvalbing í málið og snýtti málmannin.

Tað var Hilmar Hansen, sum skeyt tað fyrra málið hjá felagsliðnum, meðan Petur Ritter skjeyt tað seinna.

Royn royndi nú av øllum alvi at trýsta felagsliðið og tá einir 20 minuttir vóru eftir av dystinum fingu hvalbingar eitt heldur løgið mál, har vindurin spældi felagsliðnum eitt puss.

Skotinum hjá Rúna Thomsen var einki í vegin við. Hart og gott skot, men málmaðurin hjá felagsliðnum stóð har hann skuldi og boksaði bóltin út frá málinum og eitt sindur upp eftir. Men, men, men. Vindurin tók bóltin og førdi hann upp um málmannin og í kassan uttan at málmaðurin fekk gjørt nakað.

Støðan var nú 1-2 og teir seinastu tjúgu minuttirnar vóru vágamenn trýstir í botn, sigur venjarin hjá FS Vágum.

Hóast stóra trýstið, so gekst illa hjá hvalbingum at umseta trýstið til mál.

Tá vanliga leiktíðin var farin fekk Royn fríspark stutt uttanfyri brotsteigin og tað er altíð ein vandamikil støða.

Hvalbingurin, sum skjeyt, gjørdi tað væl. Hann smekkaði til upp móti samankomingini og tað sá út til, at bólturin fór inn, men málmaðurin hjá vágamonnum hevði lúrt hann av og hann tveitti seg heilt upp í krókin eftir bóltinum og fekk sligið hann út av vøllinum.

Dysturin var liðugur og felagsliðið fór við sigrinum og fór enntá eisini avstað við triðja plássinum. Stigatalið hjá liðunum er tað sama, men FS Vágar hevur eina betri málúrtøku.

Sosialurin spurdi Albert Ara Thomassen um teir eru nøgdir við árið og um útlitini til næsta ár.

? Fyri tað fyrsta skulu vit vera nøgdir við plaseringina tá ein hugsar um hvar vit lógu tá kappingin var hálvrunnin. Harafturat haldi eg eisini at vit skulu verða nøgdir við at verða enn eitt ár í aðru deild, tí so fáa vit tíð at stabilisera liðið. Vit hava nógvar ungar og sera evnaríkar spælarar, sum hava víst, at teir kunnu spæla á liðnum og eg haldi at teir búnast av at spæla enn eitt ár í aðru deild, sigur hann.


Ikki lokalur

venjari næsta ár

? Venjaraspurningin havi eg einki við at gera, men eg havi skilt, at teir arbeiða við onkrum ætlanum um onkran, sum ikki er lokalur, og tað haldi eg er í fínasta lagi. Spælaragrundarlagið er so til staðar, tað hava vit víst, og tí vænti eg, at málsetningurin fyri næsta ár skal verða uppflyting.

? Sum eg segði, so vóru vit óhepnir í byrjanini, men í seinnu helvt hava vit spælt fínan fótbólt og hava nokk verið tað besta liðið í deildini, sigur Albert Ari Thomassen venjari hjá FS Vágum at enda.