HB situr trygt á fótbóltstrónuni

Fótbóltur: TB er ringast fyri í niðurflytingarstríðnum, men avgerðin fellur ikki fyrr enn leygardagin

So er tað teoretiskt avgjørt, sum vit hava tikið sum ein veruleika síðani HB sunnudagin 23. august vann 3?1 í Gøtu, samstundis sum KÍ spældi málleysan javnleik í Runavík. HB er FM vinnari 1998, og vit nýta høvið her at ynskja teimum hjartaliga tillukku. At meistaraskapurin er uppiborin eru tað neyvan fleiri áskoðanir um. HB hevur verið mest støðuga liðið, avrikini hava verið sannførandi mest sum hvørja ferð, og tá tað hevur staðið á, og tað hevur verið møguleiki fyri, at tað kundi fara báðar vegir, hevur HB megnað at fingið tað so at siga at detta sín veg, akkurát sum B36 gjørdi tað í fjør.

HB hevur bert tapt eina ferð í ár, og tað var móti grannunnum úr B36. Tá B36 vann FM í fjør, taptu teir bara móti einum felagi ? og tað var móti grannunum úr HB.


Nógv lív í

FM heitið hjá HB er hitt fimtanda síðani tað varð farið undir landskappingina í 1942. KÍ er framvegis ovast, tá tað snýr seg um tal av meistaraheitum, men nú er munurin tann sami aftur, sum hann var í 1990, tá HB vann FM. Um onkur tá hevði sagt, at tað fóru at ganga átta ár, áðrenn HB aftur fór at verða best, so høvdu slíkar framtíðarmetingar fingið lítla undirtøku

Men hetta vísir bara, hvussu torført tað hevur verið og er at meta um framtíðina ? ikki minst í føroyskum fótbólti.

Tá vit á gáttini út úr fótbóltsárinum 1998 skulu meta um úrslitini komandi árini, so kemst ikki uttanum, at nýggju meistararnir eru væl fyri. Fyritreytirnar at standa seg væl eru fyrst og fremst tríggjar: Ein er, at felagið er væl skipað, ein onnur er, at tað er eitt gott ungdómsarbeiði í felagnum, og ein triðja er, at tað eru nóg nógvir pengar til at keypa teir spælarar og tann venjara, sum felagið vil hava. Sammeta vit fremstu feløgini, so fellur HB ongastaðni burtur ímillum. Felagið hevur vunnið so nógv í ár, sum teir ongantíð hava gjørt áður, og tað ber boð um eitt gott ungdómsarbeiði. Felagið hevur keypt sær ein góðan venjara og fleiri góðar spælarar, og tað boðar frá, at fíggjarliga orkan er í lagi. Og felagið hevur, sum hitt fyrsta í landinum, skipað 1. deildarfótbóltin í eitt smápartafelag. Tað boðar frá, at felagið er væl skipað.


B36 og KÍ eltu

Um tað eru nøkur lið, sum kunnu nøkulunda samanberast við HB í ár, eru tað B36, sum nú má lata steypið til grannarnar, men sum er einasta liðið, sum hevur megnað at vunnið á HB í landskappingini í ár, og KÍ, sum eisini í ár gjørdust ov stuttir, bæði í landskapping og steypakapping.

Hesi bæði liðini eltu HB fram til næstseinasta umfar, tá gloppið bleiv ov stórt. Bæði fyri B36 og fyri KÍ er tað galdandi, at liðini komu ov seint í gongd, og av tí kann eisini á ein hátt staðfestast, at HB vann føroyameistaraheitið í fyrru helvt av kappingini, meðan munurin í seinnu helvt ikki hevur verið so stórur.

NSÍ fylgdi eisini væl við heilt leingi og vann eisini á HB í steypakappingini tíðliga á árinum. Men skaðar plágaðu runavíkingar, serliga í seinnu helvt, og teir mistu í roynd og veru longu luftina, tá teir taptu 5-1 í Gøtu í fyrsta umfari eftir summarsteðgin.


Bleyta millumvøran

Tað er kanska eitt sindur nasadjarvt at kalla GÍ fyri »bleyta millumvøru«, men tað hava teir verið ein stóran part av kappingini. Ikki fyrr enn nú móti endanum hava gøtumenn fingið glið á aftur, men teir komu alt ov seint í gongd til at gera seg galdandi.

B68 og VB enda í miðjuni á stigatalvuni, og tað var nøkulunda tað, fólk høvdu væntað, tá kappingin byrjaði.

Bæði hesi liðini eru ov góð til at flyta niður, men ikki nóg góð til at gera seg galdandi millum tey ovastu ? og ríkastu ? liðini. Men tey vera aftur í 1. deild næsta ár, har tey hoyra heima.


Botnurin bíðar

Í Fuglafirði draga teir andan eitt sindur lættari aftan á vikuskiftið. Stigið, teir fingu í Vági, ger, at tað skal vilja meira enn illa til, um ÍF endar niðan fyri strikuna.

Í Sumba er trýstið stórt, men tað er uppaftur størri á Tvøroyri. Bæði Sumba og TB taptu, og um TB skal verða lív lagað í bestu deildini, so skulu teir fáa stig móti GÍ, og tað verður torført. At KÍ vinnur í Sumba og harvið tryggjar sær silvurkrónurnar, er ikki givið, men tað verður ein sensatión, um teir ikki fara at megna tað.

Í síðsta umfarinum skal NSÍ út á Toftir, KÍ til Sumbiar, HB til Fuglafjarðar, VB í Gundadal móti B36, og GÍ skal suður á Sevmýri, har teir í 1996 vunnu FM, meðan TB fór í 2. deild.

LÍF hevur vunnið sær rættin at spæla um eitt pláss í bestu deildini, og nú bíða teir eftir, hvat mótstøðuliðið fer at verða. Verður tað TB, so kann kappingarárið gerast langt, tí so verður neyðugt at bíða til Óli Johannesen og landsliðið eru komin aftur úr Skotlandi!