Sum áskoðari í Listaskálanum í hesum døgum, nú øll uppskotini í arkitektakappingini um eitt nýtt tinghús verða sýnd fram, er fyrsta fatanin og varhugin ein fær, at uppskotini øll sýnast at skjóta upp eini stór og stórfingin nýggj tinghús. Flaturnar eru stórar, í førum ógvusligar og í mun til verandi tinghús eru fleiri av uppskotunum at líkna við skrivstovubygningar í Chigaco.
Men tað er eisini bara fyrsta inntrykkið, tí sum vinnandi uppskotsstillararnir siga í frágreiðingini - við sitati úr "Tann deiliga Havn" eftir William Heinesen: "Men Havnin er kortini eingin stórbýur. Tað skerst ikki burtur um ein bilur ella motorsúkkla koma fúkandi um geilarhornini og betongborgirnar standa so ógvusligar og gána. Og Havnin verður ongantíð eitt Chigaco. So tað er einki at taka seg aftur í, at teir menn sum stílaðu fyri um aldamótið vóru á beinari leið, tá ið teir royndu at gera Havnina til ein urtagarðsbý."
Og tað er júst andin í uppskotinum hjá vinnarunum. At byggja brúgv millum gamla og nýggja partin í miðbýnum og fáa urtagarðarnar við tinghúsvegin til sín rætt.
Væl gjøgnumhugsað
Sum bæði býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, og Bárður Jákupsson, leiðari í Listaskálanum og listamaður, taka til, er vinnandi uppskotið ikki bráðvakurt og tú verður ikki skotin í tí við fyrsta eygnakast. Men tað er uttan iva rætt, sum tey flestu, ið hava skil fyri byggilist siga, at tað rætta uppskotið vann. Tað er væl gjøgnumhugsað bæði viðvíkjandi stødd, tilfarssamanseting og útsjónd.
Vinnararnir Heidi Poulsen og Karl Jákup Danielsen, hon av Strondum og hann úr Klaksvík, hava við uppskotinum ansað væl eftir, at nýggja tinghúsið ikki skal virka køvandi í heildini í miðbýnum. Tey eru trúgv ímóti teimum viðurskiftum, ið eru í miðbýnum, og hava lagt dent á at taka tað vakra fram.
Útsjóndin víkir nógv frá núverandi tinghúsum. Tað einasta, ið verður varðveitt av tí gamla er sjálvt staðið, har tinghúsið stendur. Nýggi tingsalurin verður á sama stað.
Nýggj inngongd
Vinnararnir skjóta upp, at nýggju tinghúsini vera tríbýtt, Telefonhúsið, ein millumbygningur og løgtingssalur við glíðandi yvirgongd. Nýggju húsini vera 80 metrar til longdar. Við at býta húsið upp í smærri eindir fæst ein hóskiligari fylla.
Inngongdin til húsini vera frá Tinghúsvegnum og framman fyri húsini ein dammur, har Havnará rennur ígjøgnum. Skal inngongdin verða vøkur er neyðugt við eini umskipan av øllum økinum millum tinghúsið og klubban. Alt økið verður latið upp, urtagarðarnir koma til sín rætt, asfaltið tikið burtur og økið steinsett.
Hugskotið við tingsalinum er at endurskapa teir karmar sum upprunaliga tingið hevði í Tinganesi. Tingsalurin verður úr glasi og festur á 18 rammur, sum hvør umboða ein oyggj. Rammurnar hvíla á einum grótmúri, sum javnan jarðarmunin ímóti Tinghúsinum. Fremst í salinum er ætlanin, at landsstýriskvinnur og -menn skulu sita umframt ríkisumboðið, síðani tingkvinnur og -menn. Hóskilig frástøða er millum tingfólkini og áhoyrararnar, so tingið ikki verður órógvað. Tingformaðurin við tingrøðara og tingskrivara sita somuleiðis á palli lyftur upp frá gólvinum. Hetta skal geva tingformanninum eina kenslu av virðing fyri tí hann umboðar. Til áminningar um, at hann eins og undanfarnir tingformenn hevur ein virðismiklan arv at bera komandi ættarliðum verður Seyðabrævið, elsta føroyska lógarritið, trykt á rutarnar.










