Sum býararkitektur í Tórshavnar býráð í eina fjórðingsøld hevur hann kanska meir enn nakar annar sett sín dám á høvuðsstaðin. Og Gunnar Hoydal er púra samdur við Bárð Jákupsson um, at uppgávan hjá teim luttakandi í arkitektakappingini um eitt nýtt tinghús hevur verið ógvuliga torfør.
Tey, sum vunnu arkitektakappingina, hava arbeitt út frá teirri ætlan, at verandi tinghús, skulu takast niður. Og tað skilir Gunnar Hoydal væl.
- Tá ið vit hugsa um, hvussu nógvir fermetrar skulu til nýggja tinghúsið, er uppgávan nærum ómøguliga at loysa. Prosjektið, sum vann fyrstu virðisløn, loysir uppgávuna, men avleiðingin er, at verandi tinghús skulu burtur. Og tað er ógvuliga harmiligt. Tí tað sum er ljótt verður standandi og tað sum er gott skal burtur. Í mínari verð áttu húsini hjá Telefonverkinum at verið bumbað, sigur Gunnar Hoydal.
- Fyrsta virðisløn er eitt snøgt og áhugavert uppskot, beherskað í stødd, fínt í tilfarsnýtslu og tey hava fingið væl burtur úr. Prosjektið er gott, væl úr hondum greitt og uppgávan kann ikki loysast øðrvísi.
Partur av býarmyndini
Finnbogi Ísakson, tingformaður segði, tá ið vinnararnir vórðu kosnir seinasta fríggjadag, at tað ikki er so spell, at verandi tinghús verða tikin niður, tí tey hava einki byggisøguligt virði.
- Tað er hansara meining. Um ikki byggisøguligan so hava húsini ein tjóðsøguligan týdning og virði, og tí er tað vert at umhugsa gjølla, um tey skulu takast niður. Tey eru eisini ein partur av býarmyndini og tí eigur ein at vera ógvuliga varin við at taka tey burtur.
- Hinvegin dugi eg ikki at síggja, at løgtingshúsini endiliga skulu vera har tey eru. Tey kundu verið í Tinganesi, umsitingin kann vera alla staðni, hon er longu spjødd sum er. Tey hava verið 150 ár á Tinghúsvøllinum, men býurin er ein heilt annar nú og tingarbeiðið krevur pláss. Tað ber ikki til at geva tinghúsunum víðari karmar uttan at taka verandi hús niður. Men tað fer avgjørt at broyta býarmyndina nógv.
Um tað er rætt at skunda ætlanina um nýtt tinghús ígjøgnum, heldur Gunnar Hoydal, at tað væl letur seg gera at byggja eini nýggj tinghús áðrenn ár 2002, sum ætlanin er.
- Men fyrst skulu fólk siga sína meining um, hvat tey halda.
Gunnar Hoydal heldur ikki, at frægari uppskot høvdu komið inn, um kappingin eisini fevndi um útlendskar arkitektar.
- Tað er væl skiljandi, at kappingin varð avmarkað fyri føroyskar arkitektar. Eitt tinghús er nakað heilt serligt fyri eina tjóð. Eg trúgvi ikki, at fleiri frægari uppskot høvdu komið inn, sigur Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur at enda í viðtali.