SO hendi tað aftur. Sambandshógvarnir stungu seg bráddliga mánamorgunin uppundan aftur í seinastu útgávuni av reklamuávísini hjá Óla Breckmann, Dagblaðnum. Nú kundi hann ikki bíðað longur. Tað prutlaði so mikið undir lokinum, at tað bráddliga feyk av - og ein lortaspann floymdi út yvir samstarvsfelagarnar hjá fólkaflokkinum í Tinganesi,her fyrst og fremst tjóðveldisfólkini.
FYRST hevur tú hug at yppa øksl og taka hetta sum skemt og ressonera, at hatta er jú bara Óli. Soleiðis hevur verið sagt øll árini, og Óli heldur fram í sama lag. Fyri uttanfyristandandi kann tað kanska vera líkamikið, men tað kann ikki vera serliga hugaligt at byggja eitt samstarv á slíkar politikarar sum Óla Breckmann, sum alla tíðina vilja sínum samstarvsfeløgum til lívs so ella so. At skula vera í samgongu við flokki, ið ikki so frægst sum virðir mest grundleggjandi reglurnar fyri samvinnu, tað er ikki serliga hugaligt fyri ikki at siga oyðileggjandi.
Í fyrstu atløgu kann tað tykjast sum Óli Breckmann bert roynir at spæla hund, men tá ein hugsar nærri um tað, so avdúkar henda seinasta skriving hansara í Dagblaðnum, veruliga muruna og hugsunnarháttin hjá hesum framstandandi fólkaflokspolitikaranum, nevniliga hana, at hann innast inni er sambandsmaður. Óli Breckmann hevur ongantíð ætlað sær í eitt varandi samstarv við tjóðveldismenn, tí andstygd hansara til tjóðveldisfólk er í veruleikanum so grundleggjandi og gróðurfest. Óli Breckmann er so høgra-vendur og so afturhaldssinnaður, at hann í veruleikanum einki vil hava við tjóðveldisflokkin at gera. Tí nýtir hann eitthvørt høvi til at seta kílar í royndirnar hjá tjóðveldismonnum at røkka longur á sjálvstýrisleið. Hann situr alla tíðina og bíðar eftir einum høvi at fáa spakan undir tjóðveldismenninar. Skrivingin í Dagblaðnum mánadagin, har ÓB roynir at fyrigykla Føroya fólki, at tjóðveldismenn í Tinganesi bara brúka pengar og leggja upp til at vaksa óneyðugt um almenna sektorin má hjá tjóðveldisfólki kennast sum at vera stungin í ryggin av einum av sínum egnu.
OG her hevur oddamaðurin í fólkaflokkinum og løgmaður eitt problem. Hann er ikki bert leiðari fyri fólkaflokkin men fyri eina samgongu, sum eisini fevnir um tjóðveldisflokkin. Løgmaður kann ikki bara standa og hyggja at, meðan floksfelagi hansara og ein av oddamonnunum í fólkaflokkinum húðflettir og stingur samstarvsflokkin í Tinganesi knívin í ryggin. Og entá við lygusøgum. Tí tær meirútreiðslurnar, sum Óli Breckmann leggur tjóðveldisflokkin undir at standa fyri, í veruleikanum stava frá hækkandi lønarútreiðslum, eitt málsøki, sum løgmaður umsitur í Tinganesi. Ja, soleiðis hevur sami Óli Breckmann roynt at manipulera við politikkinum nú í eitt mannaminni.
VIT hava ikki gloymt, hvussu formaðurin í tjóðveldisflokkinum varð niðurgjørdur av sama Óla Breckmann, eisini í Dagblaðnum, um tað mundið, tá samgongan skuldi skipast. Eisini tí kom hann væl frá. Anfinn Kallsberg segði seg ikki kunna taka undir við floksfelaga sínum. Men tá var hann ikki løgmaður. Nú hann er vorðin løgmaður fyri ikki bert fólkaflokkin men fyri alla samgonguna, hevur Anfinn Kalsberg skyldu til at biðja tjóðveldisflokk um umbering og at gera floksfelaganum greitt, at soleiðis verður ikki arbeitt í framtíðini. Líka mikið hvør flokkur situr í landsstýrinum, so umboðar landsstýrið alt Føroya fólk. Løgmaður hevur ovastu ábyrgdina. Tí er tað hann og bara hann, sum einaferð med alla eigur og skal seta Óla Breckmann uppá pláss. Trupulleikin hjá Anfinni Kalsberg verður ikki minni av, at meðan veljarar hansara vilja størri sjálvstýri og fullveldi, so er ÓB sambandsmaður og hevur bert eittans mál í politiska virksemi sínum, og tað er at niðurberja og niðgera alt, sum luktar av sosialismu og vinstravendum. Tað eru hesir hógvarnir, sum nú stinga fram. Neyvan fer tað at eydnast ÓB at øsa tjóðveldismenn so nógv, at hesir ?leypa framav? og geva fólkaflokki høviðtil at takka fyri seg.