gav stjórnini boð um at útseta gjaldið, tí tað fór at krevja ein fjórðing av landsins gjaldoyragoymslum. Dagin eftir fekst semjan við IMF í lag, men treytin frá grunninum er, at landið skal rinda fallin [...] undan at rinda 21,6 milliardir dollarar í avdrøgum tey næstu trý árini. Hesa tíðina skal landið bert rinda renturnar. Men IMF hevur lagt treytir við. Stjórnin í Buenos Aires hevur bundið seg til, at hallið [...] Í vikuni eydnaðist tað argentinsku stjórnini at fáa eina semju við Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF um, hvussu landið skal rinda sína ovurstóru uttanlandsskuld. Argentina skuldi rinda IMF 2,9 milliardir dollarar
hava roynt at fáa russar at taka undir við einum sáttmála, sum skal bøta um trygdina við flutninginum, men higartil uttan úrslit. Á einum fundi í Finnlandi herfyri eydnaðist tað tó at fáa russar at taka undir [...] undir við einari semju, sum sigur, at Russland skal leggja seg eftir at tryggja flutningin á besta hátt. Kortini er ivasamt, hvønn týdning semjan hevur, tí tað vóru embætismenn og ikki politikarar, sum [...] sum skrivaðu undir hana. Russar eru í ferð við at útbyggja og nútímansgera oljuhavnina við Sankta Pætursborg. Í dag kunnu teir avskipa 12 milliónir tons haðani um árið, men orkan verður nú útbygd til 45 milliónir
Júst sum tann kendi filmsleikarin Arnold Schwarzenegger roynir at gerast guvernørur í amerikanska statinum Kalifornia, er komið fram, at pápi hansara var limur í tí illa kenda nazistiska SA, teimum sokallaðu [...] er sum kunnugt ættaður úr Eysturríki, og skjøl har hava avdúkað, at pápi hansara, Gustav Schwarzenegger, var ikki einans nazistur, men at hann eisini fór sjálvboðin upp í Sturmabteilung ella SA, sum var [...] fleiri leingi vitað, at pápi hansara var nazistur, og í 1990 bað hann tann Simon Wiesenthal-stovnin kanna, hvat pápin hevði fingist við undir seinna heimsbardaga. Tá kom ikki fram, at hann hevði verið uppi
zimbabwiska fólkinum betri kor, eiga tey at leggja trýst á Mugabe fyri at fáa hann og stýri hansara at virða landsins lógir og at virka fyri demokratiskum viðurskiftum í landinum. [...] Jo-Anne Prokopowicz, sigur, at tað eru ikki tey útlendsku tiltøkini, sum níva fólkið í Zimbabwe, men tann fullkomiliga miseydnaði politikkurin hjá Mugabe-stýrinum. Hon leggur afturat, at unna londini í SADC [...] arran, Robert Mugabe. Í vikuni samtykti felagsskapurin hjá londunum í syðra parti av Afrika, SADC, at biðja USA og ES seta øll tiltøk ímóti Zimbabwe úr gildi, tí sambært felagsskapinum hava tiltøkini bert
konjunkturur á heimsmarknaðinum, sum gongur ímóti, men vit mugu royna at hava eina vinnu, sum er so væl konsoliderað sum møguligt, at hon klárar at taka nøkur av teimum nosunum, sum altíð vilja koma. -Er hon ikki [...] veldst um, hvussu leingi henda støðan stendur við. Tað er ilt at siga men tað sum hevur allar størsta týdning er at vit fáa møguleika til at fáa heilsustøðuna hjá alilaksinum uppá eitt hægri støði enn hon [...] hon er í dag, nevniliga við koppseting. -Men tað almenna hevur ikki ætlan um at fara inn og betra um karmarnar hjá vinnuni? -Vit hava sum so ikki nakra ætlan um tað. Vit hava neyvt samband við alivinnuna
hendiligur samanstoytur við, at Jákup meiddi sær fingurin, og sá hann seg ikki føran fyri at taka lut í dystinum týsdagin. Tað merkti, at Jens Martin enn einaferð slapp at vísa sínar dygdir fyri lands [...] seg til seinna dystin móti Kasakhstan. Ein av ætlaðu broytingunum var, at Jákup Mikkelsen hesa ferð skuldi verja málið, eftir at Jens Martin hevði verið seinasta skansin í fyrra dystinum, men hetta varð [...] landsliðsvenjaranum, meðan Bárður Johannesen úr HB varð innkallaður sum eykamálverji. Tó uttan at koma á vøllin. Ein annar klaksvíkingar, Allan Joensen, mátti eisini geva avboð vegna skaða. Hann fekk ein lítlan
ákærdur fyri at hava burturflutt sína egnu dóttur. Maðurin varð settur í varðhald mánadagin, men longu dagin eftir eydnaðist tað honum at flýggja úr varðhaldinum. Løgreglan vil vera við, at tann 42 ára [...] myndugleikunum. Løgreglan sigur, at gentan hevur tað gott eftir umstøðunum. Hon hevur ikki gingið í skúla, síðani hon varð burturflutt, tí pápin var bangin fyri, at hon fór at melda hann til løgregluna, hevur [...] búði saman við mammu síni í býnum Loja har suðuri í Spania. Í hálvtannað ár eydnaðist tað manninum at fjala gentuna í einum goymslubygningi, har hann búði saman við einum øðrum manni og tveimum skøkjum
mest sum gjørt av við alla vón hjá teimum hvítu um at gera nakað sum helst við hendan spurningin, og við einum 4-0 sigri í Havn staðfestu KÍ-kvinnurnar, at tær aftur á ár ætla sær steypið - og ivaleyst eisini [...] greipuna. Í finaluni skal KÍ spæla móti HB, sum kom í finaluna uttan at leika nakra hálvfinalu yvirhøvur. Hetta er fimta árið á rað, at KÍ og HB hittast í finaludystinum. Higar til hava liðini vunnið tvær [...] tvær ferðir í part, men sum úrslitini hava verið í ár, ber illa til at ímynda sær annað, enn at tað verður KÍ, sum strýkur avstað við sigrinum hesaferð.
Nú nógv skrivstovuarbeiði verður gjørt við teldum og uttan, at nakað mannaeyga hyggur at, hendir tað stundum, at fólk fáa boð um ymiskt, sum er heilt burturvið. Soleiðis var í hvussu er, tá norska elfelagið [...] sær sjálvum, tí har stóð, at tey skuldu rinda 7,6 milliónir krónur fyri elnýtslu. Í Dalane Energi vóru tey skjót at biðja um mumbering, og talið varð rættað. Tað vísti seg, at teldan hjá elfelagnum var [...] var komin til ta niðurstøðu, at húskið í Vikeså hevði nýtt góðar 9,9 milliónir kilowatttímar teir báðar mánaðarnar, tey høvdu átt húsini. Sambært telduni var streymmátarin farin eina ferð runt í hesum tí
fyrrakvøldið, at avgerðin hjá dønum fer uttan iva at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum tey bæði londini. Hann væntaði, at danskar fyritøkur, sum selja matvørur til Russlands, fara at kenna sviðan [...] danska løgmálaráðnum at lata kekenska varaforsætisráðharran, Akhmed Zakajev, leysan hevur elvt til øði í Moskva. -Hann er yvirgangsmaður, og danska avgerðin hevur einki við løgfrøði at gera, men er politisk [...] avgerðini hjá løgmálaráðnum í Keypmannahavn. Russisku myndugleikarnir hava tó ikki slept ætlanini um at fáa fatur á Zakajev. Hann er eftirlýstur í øllum londum, sum eru við í altjóða løgreglusamstarvinum