Seinastu árini er oljuflutningurin úr Russlandi ígjøgnum Eystrasalt og tey donsku sundini vaksin nógv, og samstundis veksur óttin fyri umhvørvisdálking, skuldi eitt óhapp hent einum av teimum nógvu tangaskipunum.
Myndugleikarnir í londunum við Eystrasalt hava roynt at fáa russar at taka undir við einum sáttmála, sum skal bøta um trygdina við flutninginum, men higartil uttan úrslit. Á einum fundi í Finnlandi herfyri eydnaðist tað tó at fáa russar at taka undir við einari semju, sum sigur, at Russland skal leggja seg eftir at tryggja flutningin á besta hátt. Kortini er ivasamt, hvønn týdning semjan hevur, tí tað vóru embætismenn og ikki politikarar, sum skrivaðu undir hana.
Russar eru í ferð við at útbyggja og nútímansgera oljuhavnina við Sankta Pætursborg. Í dag kunnu teir avskipa 12 milliónir tons haðani um árið, men orkan verður nú útbygd til 45 milliónir tons.