Júst sum tann kendi filmsleikarin Arnold Schwarzenegger roynir at gerast guvernørur í amerikanska statinum Kalifornia, er komið fram, at pápi hansara var limur í tí illa kenda nazistiska SA, teimum sokallaðu "brúnskjúrtunum".
Arnold Schwarzenegger er sum kunnugt ættaður úr Eysturríki, og skjøl har hava avdúkað, at pápi hansara, Gustav Schwarzenegger, var ikki einans nazistur, men at hann eisini fór sjálvboðin upp í Sturmabteilung ella SA, sum var ein hernaðarlig deild hjá nazistaflokkinum.
Arnold Schwarzenegger hevur fleiri leingi vitað, at pápi hansara var nazistur, og í 1990 bað hann tann Simon Wiesenthal-stovnin kanna, hvat pápin hevði fingist við undir seinna heimsbardaga. Tá kom ikki fram, at hann hevði verið uppi í SA, men tað er komið fram nú, og Simon Wiesenthal-stovnurin fer nú at kanna málið nærri. Tað kann koma soninum illa við nú undan guvernørvalinum.