Nú nógv skrivstovuarbeiði verður gjørt við teldum og uttan, at nakað mannaeyga hyggur at, hendir tað stundum, at fólk fáa boð um ymiskt, sum er heilt burturvið.
Soleiðis var í hvussu er, tá norska elfelagið Dalane Energi herfyri sendi einum húski í Vikeså í Rogalandi rokning fyri elnýtslu. Tá konan í húsinum breyt rokningina upp, gjørdist hon bæði ørkymlað og frá sær sjálvum, tí har stóð, at tey skuldu rinda 7,6 milliónir krónur fyri elnýtslu. Í Dalane Energi vóru tey skjót at biðja um mumbering, og talið varð rættað.
Tað vísti seg, at teldan hjá elfelagnum var komin til ta niðurstøðu, at húskið í Vikeså hevði nýtt góðar 9,9 milliónir kilowatttímar teir báðar mánaðarnar, tey høvdu átt húsini. Sambært telduni var streymmátarin farin eina ferð runt í hesum tíðarskeiðinum og var byrjaður um á annað umfar.










