Semju við IMF

Í vikuni eydnaðist tað argentinsku stjórnini at fáa eina semju við Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF um, hvussu landið skal rinda sína ovurstóru uttanlandsskuld.

Argentina skuldi rinda IMF 2,9 milliardir dollarar í rentum og avdrøgum í vikuni, men Nestor Kirchner, forseti, gav stjórnini boð um at útseta gjaldið, tí tað fór at krevja ein fjórðing av landsins gjaldoyragoymslum. Dagin eftir fekst semjan við IMF í lag, men treytin frá grunninum er, at landið skal rinda fallin avdrøg og falnar rentur. Hinvegin sleppur Argentina undan at rinda 21,6 milliardir dollarar í avdrøgum tey næstu trý árini. Hesa tíðina skal landið bert rinda renturnar.

Men IMF hevur lagt treytir við. Stjórnin í Buenos Aires hevur bundið seg til, at hallið á fíggjarlógini skal ikki fara upp um trý prosent næsta ár, og at búskaparvøksturin skal upp á trý prosent um árið.