Steypakapping
Tað er mest sum vorðin fastur sigur, at steypafinalan í kvinnufótbólti stendur ímillum HB og KÍ, og soleiðis verður aftur í ár.
KÍ hevði við einum 5-0 sigri á B36 í fyrru hálvfinaluni mest sum gjørt av við alla vón hjá teimum hvítu um at gera nakað sum helst við hendan spurningin, og við einum 4-0 sigri í Havn staðfestu KÍ-kvinnurnar, at tær aftur á ár ætla sær steypið - og ivaleyst eisini greipuna.
Í finaluni skal KÍ spæla móti HB, sum kom í finaluna uttan at leika nakra hálvfinalu yvirhøvur.
Hetta er fimta árið á rað, at KÍ og HB hittast í finaludystinum. Higar til hava liðini vunnið tvær ferðir í part, men sum úrslitini hava verið í ár, ber illa til at ímynda sær annað, enn at tað verður KÍ, sum strýkur avstað við sigrinum hesaferð.