Avgerðin hjá danska løgmálaráðnum at lata kekenska varaforsætisráðharran, Akhmed Zakajev, leysan hevur elvt til øði í Moskva.
-Hann er yvirgangsmaður, og danska avgerðin hevur einki við løgfrøði at gera, men er politisk, var tann fyrsta viðmerkingin frá myndugleikunum í Moskva.
Ein ráðgevi hjá Vladimir Putin, forseta segði við danska sjónvarpið TV2 fyrrakvøldið, at avgerðin hjá dønum fer uttan iva at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum tey bæði londini. Hann væntaði, at danskar fyritøkur, sum selja matvørur til Russlands, fara at kenna sviðan av avgerðini hjá løgmálaráðnum í Keypmannahavn.
Russisku myndugleikarnir hava tó ikki slept ætlanini um at fáa fatur á Zakajev. Hann er eftirlýstur í øllum londum, sum eru við í altjóða løgreglusamstarvinum Interpol, og í gjár var ikki greitt, um hann verður verandi í Danmark fyribils, tí tað er óvist, hvar hann kann kenna seg tryggan.