Mugu koppseta alifiskin

Eitt er rækjuvinnan. Annað er alivinnan. Løgmaður viðgongur, at har stendur heldur ikki alt ov væl til.

Fiskivinnustevna
?Tað er væl sami trupulleiki, ið er galdandi har. Tað gongur jú upp og niður marknaðarliga sæð í vinnuni altíð. Nú er tað bæði sjúka og konjunkturur á heimsmarknaðinum, sum gongur ímóti, men vit mugu royna at hava eina vinnu, sum er so væl konsoliderað sum møguligt, at hon klárar at taka nøkur av teimum nosunum, sum altíð vilja koma.

-Er hon ikki tað í løtuni?

-Tað veldst um, hvussu leingi henda støðan stendur við. Tað er ilt at siga men tað sum hevur allar størsta týdning er at vit fáa møguleika til at fáa heilsustøðuna hjá alilaksinum uppá eitt hægri støði enn hon er í dag, nevniliga við koppseting.

-Men tað almenna hevur ikki ætlan um at fara inn og betra um karmarnar hjá vinnuni?

-Vit hava sum so ikki nakra ætlan um tað. Vit hava neyvt samband við alivinnuna.