Spanska løgreglan leitar eftir einum manni, sum er ákærdur fyri at hava burturflutt sína egnu dóttur. Maðurin varð settur í varðhald mánadagin, men longu dagin eftir eydnaðist tað honum at flýggja úr varðhaldinum.
Løgreglan vil vera við, at tann 42 ára gamli maðurin burturflutti sína egnu fimm ára gomlu dóttur í november í 2001. Gentan búði saman við mammu síni í býnum Loja har suðuri í Spania. Í hálvtannað ár eydnaðist tað manninum at fjala gentuna í einum goymslubygningi, har hann búði saman við einum øðrum manni og tveimum skøkjum. Í síðstu viku kom løgreglan fram á mannin og gentuna, sum nú er latin teimum sosialu myndugleikunum. Løgreglan sigur, at gentan hevur tað gott eftir umstøðunum.
Hon hevur ikki gingið í skúla, síðani hon varð burturflutt, tí pápin var bangin fyri, at hon fór at melda hann til løgregluna, hevur gentan greitt frá.