Skulu ikki stuðla Mugabe

Amerikanska uttanríkisráðið hartar nú fleiri afrikonsk lond, tí tey styðja zimbabwiska einaræðisharran, Robert Mugabe.

Í vikuni samtykti felagsskapurin hjá londunum í syðra parti av Afrika, SADC, at biðja USA og ES seta øll tiltøk ímóti Zimbabwe úr gildi, tí sambært felagsskapinum hava tiltøkini bert gjørt støðuna hjá tí vanliga fólkinum í landinum verri. Hetta varð samtykt eftir uppskoti frá forsetanum í Tanzania, Benjamin Mkapa.

Men hesa frágreiðingina góðtekur amerikanska uttanríkisráðið ikki. Ein talskvinna hjá ráðnum, Jo-Anne Prokopowicz, sigur, at tað eru ikki tey útlendsku tiltøkini, sum níva fólkið í Zimbabwe, men tann fullkomiliga miseydnaði politikkurin hjá Mugabe-stýrinum. Hon leggur afturat, at unna londini í SADC zimbabwiska fólkinum betri kor, eiga tey at leggja trýst á Mugabe fyri at fáa hann og stýri hansara at virða landsins lógir og at virka fyri demokratiskum viðurskiftum í landinum.