bindið kom í fjør um hesa tíð. Eg skrivaði tá nøkur orð um ta bókina, og eg eri so framligur at loyva mær at siga, hvat ið eg haldi um hesa seinnu. Tað er ikki løtuverk at seta seg við so stórari bók, har [...] Aberdeen í krígsins vandatíðum, so sum rithøvundurin greiðir frá. Tað var so stórt, at tað fekst ikki niður í lastina á Fuglafjarðarsluppini ?Fame?, men mátti standa á dekkinum. Um ikki annað kundu skipsmenninir [...] til lýtar. Ein ummælari hevur tó ta skyldu at greiða áhugaðum so nøkulunda frá, hvat ið stendur í bókini og so at hava nakrar metingar um tað. Ikki tí tað hevur verið nógvur dramatikkur í lívinum hjá dreingjum
lanum í Vestmanna. So eg minnist væl til kjakið um EEC fyrst í 70?unum, keglið um Ráfiskagrunnin og orðaskiftið, tá Fiskimarkið varð flutt út. Eg minnist eisini, at eg var harmur um at blíva settur í bás [...] hittust á fundi í Noregi, so kom Nyrup yvir til mín og spurdi, hvussu tað gekst í Føroyum, og vit fingu eitt prát. Tað sama fingu vit. Við landsstýrismannin, sum við ætlanunum um fullveldi umsitur helst [...] nokk. Men tað veldst alt um í hvørjum høpi eg eri. Tá tað snýr seg um gerandisting haldi eg næstan, at eg eri ov veikur. Í politikki er tað kortini øðrvísi. Føli, at eg havi rætt, so kann eg blíva øgiliga
prenta eitt so stórt og glæsiligt verk. - Hesi árini vit hava samstarvað um útgávuna av bókaverkinum um føroysku kirkjurnar, hava verið sera lærurík og áhugaverd. Útlendingar, sum hava hoyrt um útgávuna av [...] undir slíkt verk. Teir duga heldur ikki at skilja, at tað skal vera so stórur áhugi fyri einum verki sum hesum. Men tá teir so hoyra meira um arbeiðið og kanska síggja bøkurnar, eru teir heilt ovfarnir, og [...] teksti. Heldur sá eg tað sum eitt fíggjarligt óðamannaverk at fara undir eina so dýra framleiðslu. Her skuldi alt umhugsast gjølla, so eingi óráð skuldu takast. - Men tað vísti seg skjótt, at Palli hevði longu
borðini og greiddi frá um fimleik og fimleikateori. Hann oysti út við teimum musikalsku latínsku nøvnunum um musklafesti og musklabunti. Um trapezius, hettumusklar og ikki at tala um Sternocleidumastoideus [...] veit tað tit eru rættir menn.« Vit prátaðu um leyst og fast og hugsaðu mest um kotuletturnar. Onkur helt, at vit áttu at bjóða Martin Holm at komið við okkum til hetta kotulettugildið. ? »Nei, so kom bert [...] nakað gosop, men tó so, her skuldi jólatræið potast niður í og skuldu greinarnar leggja seg út yvir oynna og fjálga um hetta stað, meðan høgtíðin legði seg út yvir staðin. Ikki at tala um ljósperurnar, sum
viðmerking kom tó frá A.K. og F.A., um at teir hildu tað vera løgið, at Henning læt leka út um uppsøgnina(!) Eg lat teir vita, at eg hevði hoyrt um hemmilig forlovilsir, men aldri um hemmiligar uppsagnir av slíkum [...] 34 ár. Brævið er at finna aðrastaðni í blaðnum í dag. Í telefonini sama dag, fingu vit at vita frá teimum, at vit fingu fund um málið, áðrenn nakað meiri hendi. Løgmaður segði, at einki meiri hendi fyri [...] løgmanns var hetta: »Ha, hvat sigur tú? Er tað so galið? Ná, farið bara og lurti og sigi einki.« Finnbogi førdi orðið. Hann mølmaði arrogantur um rationalisering, um sparing og fulla politiska uppbakking fyri
rokfiskiskap, sigur Torleifur Siguðrsson. Eru gull verdir Hvat halda tit um, at tit nú fáa eina uppboðssølu afturat? ? Tað dugi eg ikki at meta um enn. Í fyrstu atløgu er tað ringt at hugsa sær, at tað skal vera [...] nýggjur línubátur kostar 30-40 milliónir. Og at hugsa um at fíggja eina slíka íløgu einasamallur er ikki talingur um um, hóast árið í fjør royndist so væl, sum tað gjørdi. ? Av tí sama er neyðugt, at tað [...] veit eg, og at gera alt um til fiskidagar. ? Skulu vit sleppa undan einum ævigum stríði um slík mál, er tað neyðugt, at lógir og kunngerðir verða gjørdar fullkomiliga greiðar, so at allir partar vita, hvussu
skal til, um vit skulu tosa um eina normala útskifting, sigur Eivindur av Reyni. Hann vísir eisini á, at miðalaldurin á bilunum í Føroyum er 8,4 ár. Hann metir eisini, at sølan í 1974 var um 1.000 bilar [...] bilar, so í so máta er sølan í dag ikki so stór. Men hann vísir eisini á, at hetta júst var tíðin, tá bilasølan fór at taka dik á seg. Stór broyting frá Morris til Toyota Reyni Service seldi Morrisbilar, [...] Havn. Tá teir fluttu niðan í Hoyvíkar í 1978 høvdu teir so góðar hølisumstøður, at teir so smátt fóru at leita eftir onkrum ørðum merki, tí tað gekk so illa hjá bretska bilaídnaðinum hesa tíðina - nógv verkføll
býráðnum av og á sum tiltakslimur. Vit dugdu heldur ikki so væl at góðtaka at alt tekur so drúgva tíð, eitt nú at fáa loyvir o.a. í rættlag. ? Vit fingu eisini nógvar fyrispurningar frá foreldrunum, sum heldur [...] havi altíð verið politiskt áhugað. Vit tosaðu nógv um politikk heima hjá okkum. Tað er so einfalt, eg kann stutt sagt ikki lata vera, sigur Eygunn. Um politiksa samstarvið sigur tær báðar: ? Tað var ikki [...] at fáa til vega fleiri ansingarpláss í Klaksvík. Hugsa ikki um politiskan lit ? Vit hava arbeitt fram móti málinum, og hava als ikki hugsað um, at onnur okkara situr í samgongu - og hin í andstøðuni. Tað
lætta um hjá foreldrum tínum, fekst tú stuðulshjálp ein part av degnum. Soleiðis fingu vit ta gleði at koma at kenna teg við tað, at vit, hvør í sínum tíðarskeiði, vóru stuðlar hjá tær. Vit fingu høvi til [...] lærurík tíð, tí hóast títt stóra brek, vísti tú stríðsvilja sum fáur. Tú kundi gleðast um ting, ið ein vanliga ikki hugsar um, og lærdi hetta okkum eisini at virða tey og at gleðast við tær. Vit fara øll at [...] nívdur av líknandi breki. Vit halda, at hesin sangur eisini so væl hóskar til tín, elskaði Eyðfinn. Lítla lívið, bjarta blóma, gleði inn um hurðar bar. Ikki kundu tá vit hóma, at tú ikki frískur var. Lítla
Nónfjall. Men kann tað so hugsast, at tit fara at sigla onkra aðrastaðni frá, t. d. av Gomlurætt? - Nei, tað verður tað neyvan heldur, tí tann farleiðin verður alt ov long. Um so var, at eitt nú Sam skuldi [...] ferðafólk, sum skuldu um Sundið, men tey fingu so ikki bilarnar yvirum. Hjá vinnulívinum í Vágum er hetta ein dyggur smeitur. Trupult er sum er at koma um Sundið av tí at tað ofta er bíðitíð, men nú ber av [...] Vinnumálastýrinum at loysa henda knútin. Men er tað upp á tal hjá tykkum at tit fara at leiga økið frá vestmenningum? - Sum eg segði, so er tað eftir míni meting ikki mítt borð at loysa henda trupulleikan. Eg