Millum manna hevur hevur hann mest verið kendur sum hin máttmikli formaðurin í Fótbóltssambandi Føroya.
Í Klaksvík er hann eisini kendur sum býráðslimur, reiðari og deildarleiðari í Keypssamtøkuni.
Men framyvir fer hann nú eisini at verða kendur sum formaður í felagnum Línuskip.
Felagið Línuskip er eitt áhugafelag hjá teimum, sum eiga línubátar.
Felagið varð stovnað í 1993 og líka síðani hevur Árni Dam á Norðskála verið formaður.
Men á aðalfundinum herfyri varð framtíðin hjá felagnum løgd í hendurnar á Torleifi Sigurðsson í Klaksvík.
Nýggi formaðurin í Línuskipum tekur við einum felag, har skipini havt eitt avbera gott ár í fjør.
Tí eins og hjá so nógvum øðrum skipum, var 1998 tað besta árið hjá Línuskipunum nakrantíð.
Línubáturin hjá Torleifi sjálvum, Pison, var onki undantak.
?Pison fiskaði 1.378 tons í fjør, sigur hann.
? Av teimum vóru 1.314 tons avreidd til Kósina í Klaksvík, men restin, tað er kalvin, havtaskan o.a., varð selt á uppboði.
? Avreiðingarvirðið av tí, sum Pison fiskaði í fjør, var 14. 635.000 krónur og tað er nógv tað besta árið hjá honum.
Manningaparturin í fjør var 430.000 krónur.
Sjálvandi er ilt at meta um 1999.
? Men fyribils eru útlitini góð, tí árið í ár er byrjað líka gott, sum árið í fjør endaði, og bátarnir, sum hava verið úti í ár, hava havt at kalla rokfiskiskap, sigur Torleifur Siguðrsson.
Eru gull verdir
Hvat halda tit um, at tit nú fáa eina uppboðssølu afturat?
? Tað dugi eg ikki at meta um enn. Í fyrstu atløgu er tað ringt at hugsa sær, at tað skal vera neyðugt við einari uppboðssølu afturat.
? Teir, sum hava tikið stig til tað nýggju uppboðssøluna halda, at uppboðssølan sum er, krevur ov høg avgjøld.
? So er spurningurin um teir megna at gera tað bíligari á teirri nýggu uppboðssøluni. Men tað kann bara tíðin vísa.
Annars heldur nývaldi formaðurin í Línuskipum, at tað er neyðugt at gera fiskidagaskipanina greiðari.
? Tað er neyðugt at gera tað heilt greitt, hvussu skipanin virkar.
? Sum er, tykist tað sum um tað ber til hjá summum at keypa onkran gamlan útróðrarbát og at brúka fiskidagarnar hjá honum.
? Og í øðrum førum frættist, at tað ber til at leggja alt møguligt saman, bæði fiskiloyvi hjá ymsum gomlum skipum og bátum, íslandsloyvi, og hvat veit eg, og at gera alt um til fiskidagar.
? Skulu vit sleppa undan einum ævigum stríði um slík mál, er tað neyðugt, at lógir og kunngerðir verða gjørdar fullkomiliga greiðar, so at allir partar vita, hvussu alt skal skiljast, sigur Torleif Sigurðsson.
Endatalið er tað heilt avgerðandi
Annars er formaðurin í Línuskipum ikki talsmaður fyri, at fiskidagarir verða gjørdir fult umsetiligir.
Tí verða teir tað, fer javnvágin ímillum teir ymsu reiðskapirnar at forskjótast.
? Og tað er ikki vist, at tann javnvágin, sum verður aftaná tað, verður ikki tann rætta.
? Tað er ikki rætt at taka skipini burturúr heildini og meta tey fyri seg. Í fiskivinnuni eru nógv annað at taka støðu til.
? T.d. er tað alneyðugt at fiskivinnan verður mett útfrá einum samlaðum, samfelagsligum roknistykki og at hugt verður eftir endatalinum.
? Tað merkir, at politikarar eisini noyðast at hyggja eftir, hvussu nógv arbeiðið fiskivinnan skapar, aftaná, at fiskurin er fiskaður.
? Verður hugt eftir skipunum einsamøllum, er væl hugsandi, at tann fíggjarliga besta loysnin er bara at hava nakrar heilt fáar flakatrolarar undir Føroyum.
? Men tað er als ikki vist, at hetta er tað besta úrslitið fyri samfelagið sum heild, tí ein avleiðing av tí verður, kanska at fleiri túsund føroyingar enda í ALS og á Almannastovuni.
? Tí er hetta fullkomiliga skeivur hugsunnarháttur.
Eru gull verdir
Sum dømi um hetta nevnir Torleif Sigurðsson línuflotan.
? Línubátarnir hava verið 19 í tali. Tríggir av teimum fingu onga krónu úr lønjavningargrunninum í fjør.
? Í fjør betalti t.d. Pison góðar átta milliónir í hýrum. ? Hvør stertur, sum hann fiskaði, varð avreiddur í Føroyum.
? Og tað, sum hevur líka stóran týdning: Allur fiskurin varð virkaður í Føroyum.
? Sostatt eru øll úrslit av fiskiskapinum hjá bátum sum Pison positiv - uttan at ein tað almenna noyddust at spjaða eina tað einastu krónu til, hvørki til skip ella til manning.
Torleif Sigurðson heldur, at tað tí mangan er løgið, at hoyra búskaparfrøðingar næstan gera til onkis tann búskaparliga týdningin av línuflotanum.
? Tí er hetta ikki gagnligt fyri tað føroyska samfelagið, so skili eg onki.
? Eitt nú eru tað einir 260-270 mans, sum liva av línufiskinum- bara umborð á bátinum.
? Og hartil skal so leggjast tað arbeiðið, sum fiskurin ið bátarnir avreiða, skapa á landi.
? Torleif Sigurðsson nevnir t.d., at í fjør tók Kósin í Klaksvík ímóti 10.500 tonsum.
? Av teimum vóru 53% línufiskur, sum varð avreiddur beinleiðis til virkið. ? Tað er meiri enn helvtin av øllum tí, sum Kósin tók ímóti.
? Men afturat tí kemur so tann línufiskur, sum Kósin keypti á uppboði.
? Sostatt slepst ikki uttanum Línubátarnir eru í hvussu so er gull verdir fyri lokalsamfelagið í og rundanum Klaksvíkina.
? Línubátarnir kasta ómetaliga nógv av sær.
? Og tá ið vit leggja fiskivinnuna til rættis, noyðast vit esini at hugsa um, at fólkið, sum her býr, skal hava okkurt at takast við.
Tí ivast Torleif Sigurðsson ikki í, at Línuflotin eigur at vera tann berandi parturin í føroyska fiskiflotanum, ið nøkrum fáum trolarum og øðrum skipum afturat.
Ein vánalig loysn
Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um djúpvatnstrolararnar. Uppskot um at lata teimum íløgustuðul fall. ístaðin ætlar landsstýrismaðurin at geva teimum økt fiskirættindi?
? Merkir tað, at djúpvatnstrolararnir skulu longur inn á grunnarnar, er tað ein vánalig loysn. Tí nú hava vit brúkt nógv ár og nógva orku í at býta Føroyagrunnin sundur ímillum teir ymsu reiðskapirnar og vit hava nú funnið eina javnvág, har teir ymsu reiðskapirnir liva saman í sátt og semju.
? Og skulu djúpvatnstrolararnir longur inn, slepst ikki undan at teir koma at taka frá onkrum, sum kanska heldur seg hava ov lítið frammanundan.
? Og tað kann koma at órógva javnvágina í fiskivinnuni undir Føroyum.
Men, hvat skulu vit so gera við djúpvatnstrolararnar?
?Tað er eingin grund til at hava djúpvatnstrolararnar, bara fyri at hava teir. ? Men so er tað aftur, um teir hava nakran samfelagsligan týdning. Hava teir ikki tað, er tað rættast at selja teir av landinum. Tað er ikki rætt at lata stuðul bara fyri at hava nakrar bátar siglandi.
Avlopið er ov lítið
Annars er nývaldi formaðurin í línuskipum ímóti rakstrarstuðuli til fiskivinnuna.
? Tað átti ikki at komið fyri, tí útgangsstøðið má vera, at vit skulu hava skip, sum klára raksturin sjálvi.
? Hinvegin verður tað heilt avgjørt neyðugt at lata ein ávísan byrjanarstruðul til at útvega nýggj skip fyri.
Torleif Sigurðsson sigur, nevniliga, at hóast talan var um eitt metár í fjør, var avlopið ikki nóg stórt til at byggja nýggj skip fyri, tí tað var ikki tað stóra sum leyp av, tá ið samanum kom.
? Skal fiskivinnan sjálv fíggja allar íløgurnar í nýggj skip, mugu vit fáa trygd fyri, at vit fáa 15 ár á rað. sum eru líka góð, sum árið í fjør var.
? Men tað vita vit, at vit ikki fáa.
? Ein nýggjur línubátur kostar 30-40 milliónir. Og at hugsa um at fíggja eina slíka íløgu einasamallur er ikki talingur um um, hóast árið í fjør royndist so væl, sum tað gjørdi.
? Av tí sama er neyðugt, at tað almenna spjaðar til við einum studningi til íløguna, um fiskiflotin skal endurnýggjast.
? Talan kundi verið um studning til ein part av byggikostnaðinum, sum so kundi verðið avskrivaður yvir eini 15 ár.
? Tí hóast vit fáa nýggj skip, draga vit ikki meiri línu enn tað sama.
? Og fyrr ella seinni skal flotin endurnýggjast, tí nógv av teimum hava slitið ein mansaldur, og meiri enn tað.
? Nú hevur tú fingið tær farloyvi úr starvinum í Keypssamtøkuni. Hvussu leingi ætlar tú tær at verða formaður í Línuskipum?
? Tað veit eg ikki. Royndirnar vísa, at tað eg komið uppí, fari eg ikki burturúr aftur.
? Men soleiðis verður vónandi ikki í felagnum Línuskipum, leggur Torleif Sigurðsson afturat.