Í dag er almenn móttøka í »Mylnuhúsinum», ið herfyri varð stovnað í Klaksvík.
Stovnurin, sum hevur 66 ansingarpláss, hevur til húsa í Mylnugøtu, og er 360 fermetrar til støddar í tveimum hæddum. Á ovaru hædd er barnagarður og frítíðarheim og í kjallarahæddini er vøggustova. Nú stovnurin er liðugur kostar hann 2,6 mió. krónur.
Mylnuhúsið er dømi um tvørpolitiskt gott samstarv. Tað er tí ikki bert ein stórur dagur fyri foreldur og børn í Klaksvík, men eisini fyri býráðskvinnurnar, sum nú í tvey ár hava arbeitt fyri at fáa til vega fleiri ansingarpláss í Klaksvík.
Hugsa ikki um politiskan lit
? Vit hava arbeitt fram móti málinum, og hava als ikki hugsað um, at onnur okkara situr í samgongu - og hin í andstøðuni.
Tað siga tær báðar býráðslimirnir í Klaksvík, Eyðgunn Samuelsen, sum umboðar Javnaðarflokkin og Betta Joensen í Sambandsflokkinum.
Tað er fyrstu ferð í søguni at tvær kvinnur sita í býráðnum í Klaksvík, og tær hava sett sær sum mál, at samstarva innan býráðspolitikk, út frá sjónarmiðnum, at tað er úrslitið sum telur, og ikki bert politiski liturin.
Í Klaksvík er Mylnuhúsið fyrsti ansingarstovnur, sum kann bjóða vøggustovu, barnagarð og frítíðarpláss, umframt útibarnagarð í skótahúsinum úti í Grøv.
Um søguna áðrenn stovnurin varð veruleiki, siga tær báðar Eyðgunn og Betta, sum vóru valdar í býráðið í desember 1996, at ansingartrupulleikin altíð hevur verið stórur í Klaksvík. Ein barnagarður varð stovnaður fyri umleið 30 árum síðan, og hann er øll hesi árini bert víðkaður við einari stovu aftrat.
Tað førdi til at foreldrafelag skipaði fyri almennum fundi á vári 1996, fyri at fáa gjørt nakað við málið. Tað vísti seg, at eini 40 foreldur als ikki høvdu skrivað síni børn upp á bíðilistan, tí tey vistu, at tað ikki tænti nøkrum endamál, tí pláss vóru ikki tøk kortini.
Betta Joensen kom í samgongu eftir valið, og Eyðgunn í andstøðu, men tær fingu báðar sess í sosial- og mentamálanevndini.
Í nevndini varð tosað um ansingartrupulleikan. Eyðgunn Samuelsen setti uppskot fram at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við málinum.Tað var samtykt, og Betta Joensen, Eyðgunn Samuelsen og Jógvan Lützen komu í arbeiðsbólkin.
Loysa ansingartrupulleikan fyri seg
Nógvar uppgávur eru innan sosiala- og mentanarøkið í býráðnum, men Betta og Eyðgunn hildu, at best var at taka ansingartrupulleikan fyri seg, fyri at fáa arbeiðsfrið og hervið eina haldgóða loysn.
Arbeiðsbólkurin fór til verka beinanvegin. Í fyrstuni arbeiddu tey fram móti at stovna ein barnagarð fyri 30 børnum. Arbeiðsbólkurin gjørdi beinanvegin av, at seta ein stovnsleiðara, sum kundi vera serkøn hjálp, eitt nú at finna hølir o.a.. Tað gekk striltið at finna hølir, og tí umhugsaðu tey at fara undir bygging, men so kom møguleikin at keypa eini stór sethús í Mylnugøtu.
Sjálvsognarstovnur
Tá Mylnuhúsið var keypt, varð stovnurin gjørdur til sjálvsognarstovn. Býráðið valdi tríggjar limir í nevndina. Betta Joensen er formaður, Eyðgunn Samuelsen næstformaður og Kristian Fríðrik Olsen, nevndarlimur, og umframt tey eru tvey foreldraumboð í nevndini.
Arbeitt hevur verið við málinum í tvey ár. Tað hevur mangan verið møðsamt, tí nevndin rendi seg alla tíðina í trupulleikar.
Betta og Eyðgunn: ? Vit eru báðar nýggjar í politikki, tó at Eyðgunn hevur sitið í býráðnum av og á sum tiltakslimur. Vit dugdu heldur ikki so væl at góðtaka at alt tekur so drúgva tíð, eitt nú at fáa loyvir o.a. í rættlag.
? Vit fingu eisini nógvar fyrispurningar frá foreldrunum, sum heldur ikki skiltu, at einki ítøkiligt kom burtur úr í langar tíðir.
? Hetta projektið hevur samstundis givið okkum hollar royndir, og tað er einamest tað, vit hava lært av býráðsarbeiðinum hesa tíðina, sigur tær báðar.
Tilsamans 246 børn hava nú ansingarpláss í Klaksvík. 110 pláss eru í Dr. Margrethes barnagaðinum, 70 í dagrøkt og 66 í nýggja stovninum, men kortini er bíðilistin langur.
Bert í »Mylnuhúsinum» eru longu 89 børn á bíðilista, men eingin felags uppskriving er. Tí hava Betta og Eyðgunn sett sær fyri, at næsta stigið verður at skipa uppskriving til felags bíðilista í býráðnum, so foreldur kunnu innskriva síni børn á einum stað.
Loysa onnur mál
eftir sama leisti
Nú er stovnsprojektið um at vera liðugt, men Eyðgunn og Betta vilja fáa ansingarmálið endaliga upp á pláss áðrenn tær sleppa tí. Tær hava lært nógv, og hava eisini tosað um at taka onnur mál upp, sum hugsandi kundu verið skipað eftir sama leisti, eitt nú innan eldraøkið, sum eisini hevur stóran tørv í Klaksvík.
? Í løtuni verður arbeitt í býráðnum við projekti at byggja eldraíbúðir og sambýli. Ein bólkur arbeiðir við hesum, og væntandi verður arbeiðið bjóðað út til várs. Eisini ein áhugabólkur arbeiðir við málinum, men hugsandi er, at býráðskvinnurnar her kunnu gera brúk av sínum royndum.
Ongin væntaði at Betta varð vald
? Hví fóru tit upp í býráðspolitikk?
Betta Joensen: ? Tað var av tilvild í mínum føri. Eg varð biðin um at stilla upp á sambandslistanum á seinasta býráðsvali, av tí at einki konufólk var á listanum. Hóast eg royndi at bera meg undan, endaði tað við, at eg kom upp á listan kortini. Framman undan hevði Betta fingið at vita, at tað einki vágaverk var at stilla upp, tí hon fór ikki at vera vald kortini. Tí játtaði hon at fara á listan.
Úrslitið bleiv, at Betta fekk 58 atkvøður og var fyrstvald á sambandslistanum. Hon heldur arbeiðið er áhugavert og spennandi, men er ikki bitin av politikki, ikki á sama hátt sum Eyðgunn, sigur hon.
? Eg haldi tað vera áhugavert, og um eg kann gera nakað til gangs fyri býin, so er tað bert væl, sigur Betta Joensen.
Eyðgunn altíð verið politiskt áhugað
Eyðgunn Samuelsen: ? Eg havi altíð verið politiskt áhugað. Vit tosaðu nógv um politikk heima hjá okkum. Tað er so einfalt, eg kann stutt sagt ikki lata vera, sigur Eygunn.
Um politiksa samstarvið sigur tær báðar: ? Tað var ikki av tilvild, at vit júst valdu at taka barnaansingina upp í býráðnum, og tað var ikki bert tí vit eru konufólk. Tað er eisini eitt mál um javnstøðu.
? Tað er umráðandi at fáa fleiri ansingarpláss, fyri at mammur kunnu sleppa út at arbeiða, siga tær báðar.
Betta tordi ikki at spyrja á býráðfundi
Betta Joensen var púra óroynd í politikki, tá hon kom í býráðið, og hon vendi sær tí oftani til Eygunn aftaná fundirnar, tí hon ikki helt seg til at spyrja, tá býráðsfundur var. Eyðgunn kendi mannagongdina,og tí hon var konufólk, tordi hon betur at ringja til hennara um eitthvørt mál, sum var farið fram á fundinum.
Tað var eisini orsøkin til, at tær báðar komu at arbeiða so neyvt saman.
Eyðgunn:? Tá vit tosaðu saman aftaná fundirnar, komu eisini nógv mál upp á tal, sum vit báðar vóru áhugaðar í at fara undir.
? Tá eg kom at siti í andstøðu, hugsaði eg beinanvegin, at tað nyttaði lítið bara at sita og tiga og einki gera, bert tí eg var uttan fyri samgonguna.
Neyðugt fáa ávirkan
? Skulu vit fáa úrslit í býráðsarbeiðinum, er neyðugt at fáa ávirkan á tað, sum verður gjørt, sigur Eyðgunn, og Betta gevur henni viðhald.
Tær halda báðar, at ein orsøk til samstarvið er, at tær eru so samdar um, hvat skal gerast, og eisini av tí at tær í byrjanini vóru einsamallar kvinnur í býráðnum. Nú er Hergerð Joensen komin aftrat. Hon er tiltakslimur fyri Karsten Hansen, sum fór í Landsstýrið.
Í dagliga yrkinum starvast Betta Joensen sum lærari á skúlanum við Ósánna og Eyðgunn er deildarleiðari í Tekniska Skúla.