- Tað er ikki okkara borð

Ferjurnar hjá Strandferðsluni sluppu í gjár ikki at leggja at inni á Fjørð, men máttu leggja at har ferjulegan var fyrr. Tað merkti, at eingir bilar vórðu fluttir um Vestmannasund í gjár. Reidar Nónfjall stjóri á Strandferðslustjórin metir kortini ikki at hesin trupulleikin er hansara borð, men at Vinnumálastýrið má loysa hann

Vestmanna Bygdarráð hevur sett landsstýrinum knívin á barkan fyri at fáa teir at fata, at tað er álvara í, tá Bygdarráðið sigur, at tað ikki er teirra uppgáva burturav, at røkja og reka ferjuleguna inni á fjørð.

Í gjáramorgunin tá ferjurnar byrjaðu at sigla um Vestmannasund, bar teimum ikki til at leggja at inni á Fjørð, tí har lá ein bátur og landaði fisk. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum, vil bygdarráðið í Vestmanna hava landsstýrismannin við vinnumálum í tal, so ein avtala kann fáast uppá pláss. Hetta hevur higartil gingið út av lagið illa, tí enn hava vestmenningar einki frætt frá landsstýrismanninum.

Tað er tó ikki landsstýrismaðurin, sum í fyrsta umfari merkir trupulleikarnar av tiltøkunum, sum bygdarráðið nú hevur sett í verk. Tað ger Strandferðslustjórin harafturímóti. Vit hava biðið Reidar Nónfjall um eina viðmerking til støðuna sum hon er.


- Ikki mítt borð

- Eg fekk at vita í morgun, at ferjurnar hjá okkum ikki sluppu at leggja at inni á Fjørð, men at tær noyddust at leggja at gomlu ferjuleguni, og hetta gevur okkum ein rakstrartrupulleika, staðfestir Reidar Nónfjall.

Orsøkin er tann einfalda, at ferjurnar undir verandi umstøðum ikki fáa tikið bilar umborð, men einans kunnu flyta fólk og tí standa nógvir bilar og víða báðu megin sundið, sigur Reidar Nónfjall við Sosialin.

Eitt nú stendur ein trailari, sum er fullur av fiski og bíðar, og tað er ein spurningur hvussu leingi hann kann standa har uttan at fiskurin oyðilegst.

Reidar Nónfjall metir tó ikki, at hann sjálvur kann gera tað stóra við henda trupulleikan, men metir, at tað er uppgávan hjá Vinnumálastýrinum at loysa henda knútin.

Men er tað upp á tal hjá tykkum at tit fara at leiga økið frá vestmenningum?

- Sum eg segði, so er tað eftir míni meting ikki mítt borð at loysa henda trupulleikan. Eg havi tosað við Vinnumálastýrið í morgun, men tað er enn einki sum talar fyri, at vit fara at gera júst tað, tí enn hevur eingin konkret loysn av trupulleikanum verið upp á tal, sigur Reidar Nónfjall.

Men kann tað so hugsast, at tit fara at sigla onkra aðrastaðni frá, t. d. av Gomlurætt?

- Nei, tað verður tað neyvan heldur, tí tann farleiðin verður alt ov long. Um so var, at eitt nú Sam skuldi siglt av Gomlurætt til Oyragjógv, so kemur tað at taka upp í móti tveimum tímum.

Reidar Nónfjall sigur tó at enda, at hann vónar at Vinnumálastýri skjótt finnur fram til eina loysn, tí tað ber ikki til at arbeiða á henda hátt.


Sjúkrabilurin slapp yvirum

Sum sagt omanfyri, so eru umstøðurnar við gomlu ferjuleguna soleiðis, at tað ber heilt einfalt ikki til at taka bilar um Sundið. Kortini vístu vestmenningar seg frá síni samarittisku síðu, tá sjúkrabilurin skuldi um Sundið. Tá slapp ferjan at leggja at inni á Fjørð, men tað var eisini einastu ferð í gjár.

Hjá ferðafólkunum var harafturímóti eingin trupulleiki. Tey gingu umborð og í land, so øll ferðafólk, sum skuldu um Sundið, men tey fingu so ikki bilarnar yvirum.

Hjá vinnulívinum í Vágum er hetta ein dyggur smeitur. Trupult er sum er at koma um Sundið av tí at tað ofta er bíðitíð, men nú ber av øllum. Og er vandi fyri at tað koma fleiri tiltøk í framtíðini, so er lítið at ivast í, at hendingin í Vestmanna í gjár fer at fáa tosið um undirsjóvartunnil til at harðna munandi.