Mynd: Caisa Rasmussen/TT/Ritzau Scanpix

Svenska løgreglan handtikið ein persón fyri dupultmorð

Mynd: Caisa Rasmussen/TT/Ritzau Scanpix

Svenska løgreglan hevur handtikið ein persón í sambandi við eitt dupultmorð í býarpartinum Järfälla í Stockholm í nátt.

Tað sigur løgreglan sambært svensku tíðindastovuni TT.

Løgreglan vil ikki upplýsa kyn ella aldur viðkomandi, ella hvat viðkomandi serliga er ákærdur fyri.

Løgreglan hevur illgruna um, at talan er um ein ella fleiri gerningsmenn.

 

##med2##

 

 

Mynd: Caisa Rasmussen/TT/Ritzau Scanpix

Mynd: Caisa Rasmussen/TT/Ritzau Scanpix