Í triðju bókini um føroysku kirkjurnar, Yngru hválvkirkjurnar, eru 15 kirkjur umrøddar frá Svínoyar kirkju, sum varð bygd í 1878 til Sandavágskirkju, sum er frá 1917. Hvør kirkja sær fær umrøðu í serstakari grein av høvunda, sum hevur neyðuga førleikan og kunnleikan.
Tað er Forlagið í Støplum við John Dalsgarð sum gevur bøkurnar út. Á samkomuni í Listaskálanum í sambandi við útgávuna greiddi hann frá, hvussu bókaverkið kom í lag.
- Tá Palli fyri góðum fýra árum síðani legði hugskotið um kirkjubøkurnar fyri meg helt eg hann vera øran í høvdinum. Ikki tí at eg ivaðist í hansara egna innsatsi bæði við tekningum og teksti. Heldur sá eg tað sum eitt fíggjarligt óðamannaverk at fara undir eina so dýra framleiðslu. Her skuldi alt umhugsast gjølla, so eingi óráð skuldu takast.
- Men tað vísti seg skjótt, at Palli hevði longu tikið hædd fyri hesum eisini. Tað hevur ligið væl fyri at útvega stuðul til prentingina av bókunum, og tað er hesin stuðul, sum hevur gjørt tað møguligt at prenta eitt so stórt og glæsiligt verk.
- Hesi árini vit hava samstarvað um útgávuna av bókaverkinum um føroysku kirkjurnar, hava verið sera lærurík og áhugaverd. Útlendingar, sum hava hoyrt um útgávuna av bókaverkinum, undrast á, at nakar hættar sær undir slíkt verk. Teir duga heldur ikki at skilja, at tað skal vera so stórur áhugi fyri einum verki sum hesum. Men tá teir so hoyra meira um arbeiðið og kanska síggja bøkurnar, eru teir heilt ovfarnir, og gerast áhugaðir.
- Vit kunnu undrast á, hvat tað er, sum ger tekningarnar hjá Palla so sera væl egnaðar til at endurgeva hesar bygningar og lutir. Eitt av loyndarmálunum haldi eg vera, at Palli sær tingini og samspælið teirra millum skjótari enn vit onnur, og soleiðis fær hann manað tað fram í myndum sínum, sum hevur týdning, meðan tað, sum minni týdning ella ongan týdning hevur verður sett til viks ella útihýst, segði John Dalsgarð.
Her er alt
Eisini Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, flutti fram røðu á samkomuni. Hann segði millum annað:
- Kirkjan er ímyndin av føroyingum sum eitt kristið fólk. Um tvey ár eru túsund ár liðin, síðan kristnitrúgvin varð boðað føroyingum. Í 1000 ár hava ymiskar kirkjur staðið víða hvar í landinum og kalla á gomul og ung. Í 1000 ár hevur okkara fólk savnast í kirkju í gleði og sorg. Í øldir var kirkjan at kalla einasta savnandi stovnur og einasta savnandi hús á bygd víða hvar í landinum og tí er kirkjan stovnurin eins og húsið sjálvt ein týðandi partur av okkum sjálvum. Tað er at fegnast um, at Palli Gregoriussen, arkitektur, fyri nøkrum árum síðani fór undir at geva bøkur út um føroysku kirkjurnar. Hvør bók hevur eftir mínum tykki verið betri enn onnur, prýddar við listarligum tekningum samstundis sum væl undirbygdur tekstir fylgja við. Tað er eydnast Palla ikki bert at endurgeva kirkjurnar í listarliga hugtakandi myndum, tað er eisini eydnast honum at savna eitt lið av rithøvundum, sum hava megnað at skriva hugtakandi og hugvekjandi tekstir til at undirbyggja myndirnar. Á henda hátt hava vit fingið eitt byggisøguligt verk sum samstundis er eitt siðsøguligt verk á sera høgum dygdarstigi. Her er alt, byggilist til ymsar tíðir, bygdasøga, kirkjusøga og siðsøga. Her kunnu vit síggja, hvat okkara fólk og okkara handverkarar hava megnað til ymsar tíðir. Her kunnu vit síggja, hvørjar hugmyndir prestar, kirkjufólk og myndugleikar hava havt um, hvussu ein kirkja skuldi síggja út. Her kunnu vit avlesa tey ymisku byggilistarligu og siðsøguligu rák, sum hava gingið gjøgnum tíðir, bygdir og býir. Jú, hetta er eitt gott verk frá tí fyrstu bókina til hesa. Og tøkk hava J. P. Gregoriussen og rithøvundarnir fyri hetta valaverkið, sum tit hava skapt.
- Bókin um yngru hválvkirkjurnar kemur út júst í einum skeiði, har kirkjan er meiri aktuell enn nakrantíð. Kirkjan stendur fyri stórum og týðandi broytingum. Sum ein liður í ætlan okkara um Føroyar sum politiskt fullveldi hevur Landsstýrið sett nevnd at fyrireika eina føroyska kirkjulóggávu, ið millum annað ber í sær at vit taka fulla ábyrgd av kirkjuni. Vit vænta okkum nógv av hesum arbeiði. Eg vænti og vóni, at arbeiðið fer at verða til gagns fyri føroysku kirkjuna, føroyskt trúarlív og føroyskt kirkjulív, og at vit fara at fáa eina føroyska fólkakirkju, sum stendur eins fast á grundini og tann núverandi, og sum fer at líva eins væl og hendan vit nú hava, segði Signar á Brúnni.
Trúgvur ímóti tí upprunaliga
Palli Gregoriussen takkaði í stuttari røðu øllum teimum, sum hava verið við í útgávuni. Hann hevur altíð verið sera nærlagdur, trúgvur móti tí upprunaliga og í hesum sambandi tók hann fram Sandavágs kirkju.
- Kirkjurnar verða eldri, tær mugu røkjast og tíbetur verða tær í dag røktar við skili. Ofta hava vit sæð, at tilvildin hevur meiri og minni rátt, og tað er ikki altíð líka stuttligt at síggja. Man skal vera ógvuliga varin við at nerta kirkjurnar yvirhøvur, tí tær eru so gamlar. Sandavágskirkja hevur fylt 80 ár. Magnus á Kamarinum bygdi kirkjuna og tað var ein stór avbjóðing. Øll eru glað fyri at eiga kirkjuna í bygdini og hon stendur í einum vøkrum og fríum umhvørvi. Men fyrst í sekstiárunum fekk hon eina skifertekju, sum ikki á nakran hátt klæddi hana og torntekjan varð eisini øðrvísi umframt tekjan á sakristiinum. Hon hevði jú reyða tekju framman undan. Kirkjan hevði ilt av hesi góðu tekju og mundi næstan hoknað undan henni. Tíbetur sóu fólk at hetta bar ikki til, men tey vistu ikki rættiliga, hvussu tey kundu bjarga kirkjuni. Uni Patursson og eg komu so upp í leikin og í neyvum samstarvi við kirkjuráðið og myndugleikarnar annars fingu vit bjargað kirkjuni og ført hana aftur til ta upprunaligu útsjóndina við hesi góðu rukkutekju og styrkt hana, so hon nú er so sterk sum nakrantíð. Kirkjuráðið hevur sjálvt átikið sær at mála hana alla sum hon er innan í upprunalitirnar. Tað er stuttligt hjá sandavágsingum at eiga ein slíkan dýrgrip. Vónandi kann hon standa soleiðis framyvir, segði Palli Gregoriussen.
Fyrstu bøkurnar í røðini um føroysku kirkjurnar eita Gomlu trækirkjurnar og Eldru hválvkirkjurnar. Fjórða og seinasta bókin, sum helst fær heitið Nýggjari kirkjur, fer at fevna um 17 kirkjur frá Gjáar kirkju frá 1925 til Dals kirkju frá 1957. Hon kemur ætlandi út móti jólum næsta ár.