Øll menniskju við vanligum kenslu- og sálarlívi vita, at hetta bleiv eitt vónbrotarvikuskifti fyri Henning. Fyri yvir 23 ára samvitskufult arbeiði, og tey seinastu 10 sum hægsti tekniski leiðari landsins, varð hetta takkarlønin frá Fólkafloksfullveldinum.
Mánadagin tann 21. desember kl.11 greiddi Henning okkum deildarleiðarum frá uppsøgnini. Tað gjørdist steintøgn.
Týsdagin tann 22. desember fingu við faxi Anfinn Kallsberg, Óli Breckmann og Finnbogi Arge bræv við umsókn um fund frá 5 deildarleiðarum stovnsins, og sum hava starvast har millum 24 og 34 ár. Brævið er at finna aðrastaðni í blaðnum í dag.
Í telefonini sama dag, fingu vit at vita frá teimum, at vit fingu fund um málið, áðrenn nakað meiri hendi. Løgmaður segði, at einki meiri hendi fyri jól og einki í ár. »Slá kalt vatn í blóðið«, tók hann til. Og hesum trúðu vit.
Ein heldur firtin viðmerking kom tó frá A.K. og F.A., um at teir hildu tað vera løgið, at Henning læt leka út um uppsøgnina(!)
Eg lat teir vita, at eg hevði hoyrt um hemmilig forlovilsir, men aldri um hemmiligar uppsagnir av slíkum slagi!
Ársins uppsøgn fór vituliga sum heiðabrandur um landið. Fólk øtaðust. Hvør stovnsleiðari, ÚF- ella SVF-stjóri, almannastjóri, skúlastjóri og leiðari kundi eftir hetta kenna seg tryggan. Hvør bleiv tann næsti?
Henning hevði heldur ikki fingið annað starv í boði. Finnbogi erpaði sær av at hava sagt nógvum fólki upp fyrr. Hann var góður til hetta, skilti eg; men minti hann á munin tá ein eigur felagið sjálvur, og táið arbeiðsgevari tín er alt føroya fólk.
Óli Breckmann lovaði mær ein master plan yvir ætlanina. Hvat tað so er; men higartil er úrslitið null. Hvør hevði væntað annað?
Jólafriðurin seig so spakuliga niður yvir land og fólk, yvir vís og fávís, yvir skilafólk og skálkar, yvir ónd og góð. Men meðan ársins eymasta, medmenniskjarligasta og inniligasta hátíð vitjaði heimini við stjørnuglampan og jólaljósum í eygum barnanna, meðan pakkað bleiv upp, tá stungu óndar kreftir og menn høvdini saman og brýndu øksina.
3. jóladag kl 9 bleiv Henning boðsendur at møta í Tinganesi hjá Finnboga og Arna. Boðið bleiv honum starv sum tekniskur ráðgevi í Vinnumálastýrinum. Henning takkaði nei. At sita til spott sum ráðgevi fyri bøðilsveinarnar, sum higartil hvørki vildu tosa ella lurta, hevði onga meining. Tú koyrir jú ikki ein rokskipara frá og bjóðar honum kjans sum kokkadrongur ella fýrbøtari. Tað skilja øll.
Nú kom fer á. Í sjálvum døgverðatímanum hirdi Arni Poulsen við hondlangara á dyrnar við hús hjá Henningi við skrivligari uppsøgn undirskrivað av Finnboga og Arna.
Løtu seinni kl.14 stóð ein ótespilig dupultgreipa í durunum hjá LV. Ein starvsmaður ringdi til Løgmann á Viðareiði og spurdi hvat hetta vildi siga. Hála svar løgmanns var hetta: »Ha, hvat sigur tú? Er tað so galið? Ná, farið bara og lurti og sigi einki.«
Finnbogi førdi orðið. Hann mølmaði arrogantur um rationalisering, um sparing og fulla politiska uppbakking fyri atgerðum hansara móti starvsleiðaranum. Táið eg hvassliga helt hann ann fyri at hava logið og svikið lyftið um kunnandi fund áðrenn nakað hendi, svaraði hann næsvísur: »Eg havi við beráddum huga valt ikki at tosa við nakran annan enn starvsleiðaran. Tit kunnu fáa fund í morgin,« legði hann háandi afturat.
Síðani fór skelkaða manningin hjá LV til hús til rúilsi og náttarvøku í stúran og ómegd; men aðrastaðni í býnum var kanska rómur og »opið hús« har ófrættkenda liðið dusaði sær í sigursfrøði?.
Á Viðareiði svav løgmaður í atgerðarloysi og við sviknum lyfti. Í Havn svóu feðgarnir Finnbogi Arge og Óli Breckmann so søtan, annar politiskur kápuvendari og hin svav sakloysisblund hyklarans. Søtur er sjálvgivin biti.
Segði tú nakað um fólkaflokksfullveldi? Far heim og legg teg!
Arnstein Niclasen
01.01.99