Bilatalið økt 307% í 25 ár

Stór broyting er farin fram í bilasøguni hesi 25 árini, Frits Joensen og Heri Guttesen hava starvast hjá Reyni Service í Hoyvík

Seinasta fríggjadag var stór móttøka í framsýningarhøllini hjá Reyni Service í Hoyvík í sambandi við, at teir báðir Frits Joensen og Heri Guttesen báðir høvdu havt sín 25 ára starvsdag í felagnum.

Frits Joensen, sum er 52 ára gamal, var í handils- og goymslulæru hjá Thomas Dam, meðan 42 ára gamli Heri Guttesen fór sum 17 ára gamal í læru hjá Reyni Service í Rættará sum bilmekanikari. Báðir byrjaður teir 2. januar í 1974.

Á Reyni Service eru fleiri, sum hava starvst leingi hjá felagnum. Eini trý onnur hava verið í starvi síðani fyritøkan í 1978 flutti niðan í nýggju hølini í Hoyvík - og fleiri onnur hava verið í starvi í eini 15-20 ár, sigur Eivind av Reyni, stjóri.


Stórbroytingar eru farnar fram hesi árini

Á samkomuni fríggjadagin vísti Eivindur í røðu á ymsar broytingar, sum vóru farnar fram hesi 25 árini teir báðir hava starvast hjá Reyni Service.

? Tá vit vóru niðri í Rættará høvdi eina gólvvídd upp á 250 fermetrar. Tá vit fluttu niðan høvdu vit 1.400 fermetrar - og í dag hava vit heilar 3.300 fermetrar at arbeiða á, segði hann.

Og fyritøkan brúkar allar hesar 3.300 fermetrar - til bilverkstað, til lakkverkstað, til TidyCar (har teir reinsa og polera bilar innan sum uttan), til goymslu, til bilasølu og til umsiting.

? Í 1974 vóru 5.800 bilar í Føroyum. Í dag eru 17.800 bilar í landinum, og í 1973 seldi vit 80 bilar, segði hann.


Sølan upp og niður - men hevur javnað seg

Men gongdin við bilasøluni hevur ikki bara gingið uppeftir: Besta árið hjá Reyni Service viðvíkjandi bilasølu var í 1987. Tá seldu teir 409 bilar. Í 1994 seldu teir bert 39 bilar, meðan teir árið eftir komu heilt upp á 256.

Reyni Service er ein av teimum fáu - um ikki tann einasta av teimum størru - bilasølunum, sum kláraði skerini í kreppuni. Síðani 1986 hava teir hvørt árið - uttan 1994 - verið tann bilasølan, sum hevur selt flestar bilar.

Í fjør seldu teir 374 bilar.

? Hevur bilasølan javnað seg, ella vilja tit sleppa upp aftur á tey sølutølini, sum vóru í áttatiárunum?

? Nei, tað vilja vit helst ikki. Í 1987 vóru seldir 2.720 bilar. Hetta var ov mikið. Í fjør vóru seldir um 1.600 bilar, og er tað áleið tað, sum skal til, um vit skulu tosa um eina normala útskifting, sigur Eivindur av Reyni.

Hann vísir eisini á, at miðalaldurin á bilunum í Føroyum er 8,4 ár.

Hann metir eisini, at sølan í 1974 var um 1.000 bilar, so í so máta er sølan í dag ikki so stór. Men hann vísir eisini á, at hetta júst var tíðin, tá bilasølan fór at taka dik á seg.


Stór broyting frá Morris til Toyota

Reyni Service seldi Morrisbilar, tá teir hildu til niðri í Rættará í Havn. Tá teir fluttu niðan í Hoyvíkar í 1978 høvdu teir so góðar hølisumstøður, at teir so smátt fóru at leita eftir onkrum ørðum merki, tí tað gekk so illa hjá bretska bilaídnaðinum hesa tíðina - nógv verkføll førdu til, at dygdin lækkaði.

? Tá vit so frættu, at Rósing Rasmussen fór at gevast við Toyota, søktu vit. Eg haldi at okkara góðu og nýggju hølisumstøður gjørdu sítt til, at vit fingu umboðið, sigur Eivindur av Reyni.

Hann vísir eisini á, at hetta var stór broyting m. a. hjá Hera og Frits, sum nú hvør í sínum lagi skuldu byggja upp nýggja goymslu og læra seg at umvæla japansku bilarnar heldur enn teir ensku.