? Hóast honum ikki hóvar tað, so gongur hann nú dagliga í slipsi og skjúrtu
? Honum dámar ikki at borgarar eru blivnir klientar hjá tí almenna
? Hansara forhold til Poul Nyrup Rasmussen er spent
? Hann gongur inn fyri, at Føroyar fáa ein forseta
? Hann er Høgni Hoydal, gesturin í stólinum hesa vikuna
Niclas Johannesen
? Eg hati at ganga í slipsi og skjúrtu, at vera til lunsj hjá kongi, og alt hatta har.
Her situr hann so kortini. Í slipsi og skjúrtu, 32 ára gamli Høgni Hoydal, á síni egnu skrivstovu í Tinganesi henda mikudagin í desember. Men kongur manglar, og tað einasta, ið kundi líkst einum lunsji á skrivstovuborðinum er hesin einsamalli hálvmánin frá Gunleivi, sum allarhelst yvirlivdi morgunmatin.
Og nú vit eru við kongar, so eru slíkir ikki nakað, ið tjóðveldismaðurin Høgni hevur tørv á at styrkja sær um sjálvkensluna.
? Tað er onki dulsmál, at eg reint hugsjónarliga ynski føroyskt tjóðveldi við egnum forseta, sigur hann, tá prátið kemur inn á hetta.
Kortini yvirlivir danska kong-ahúsið í fyrstu syftu føroysku fullveldisætlaninar, tí viljin til tjóðveldi við føroyskum forseta ikki er til staðar í nóg stóran mun í løgtinginum. Men minni enn tað kann eisini seta sinnini í kók, og tað er ikki sørt av illveðri, hesin ungi maðurin á brúnni upplivir, nú hann hevur sjósett fulveldisætlanina í tinginum. Meðan detaljurnar vera sendar til ekspertkanningar í professionella, føroyska nevndarumhvørvinum, so er kompleksiteturin í mannamunni niðurkókaður til tað basala og lættskilliga:
Høgni Hoydal = Føroyskt Fullveldið.
Í kjalarvørrinum er komin ein øgilig togan millum rætt og rangt. Og her má akademikarin úr Hoyvík finna seg í, at hann millum føroyingar í hesum døgum er bæði hetja og skurkur ? alt eftir hvørji eyguni og politiska sannføringin er.
Kenslan í fólkinum
Kortini sær hann út til at hava tað fínt á sínum kontóri í Tinganesi. Sjálvur vil hann slettis ikki kennast við einføldu hetju-skurk myndina.
? Fullveldi er ikki nakað, sum ?Høgni Hoydal hevur funnið uppá?. Tað er at undirmeta málið, um tú t.d. heldur, at ein sjónvarpssending er atvoldin til, at ein meiriluti nú er í løgtinginum fyri føroyskum fullveldi. Hetta snýr seg í heila tikið ikki um einstakar persónar, flokkar, fjølmiðlarnar ella bankakreppuna. Hetta er nakað størri. Tað snýr seg um eina kenslu í fólkinum. Og eg eri sannførdur um, at onki samfelag kann mennast, uttan politisku ætlaninar hava veruligt festi í fólkinum. Vit síggja tað við Evropeiska Samveldinum, har fólkið slettis ikki er við. Eg skal ikki spæla spámaður. Men eg haldi, tað projektið er dømt til at miseydnast, tí talan er ikki um veruligt demokrati. Har situr ein lítil ? ikki fólkavald ? kommissión og hevur størsta valdið og stingur kósina út í kortið saman við kapitalkreftunum. ES-systemið hevur onki festi í fólkinum og mentanini í limalondunum. Spyr ein danskara, hvørja rættarkenslu hann hevur móti ES. Onga, tí trúgvin á demokratið villist í berari umsiting.
? Soleiðis var tað eisini hjá okkum í 80?unum. Fíggjarheiminum stýrdi gongdini í samfelagnum. Samstundis gingu fólk og trúðu, at alt var í fínasta lagi, at heimastýrislógin var okkara trygd. Tá kreppan so brádliga rakti okkum, stóðu vit púra nakin. Her var ongin trygd, bara skomm.
Høgni prátar skjótt. Eldhugurin lýsir úr eygunum, og flestu setningar vera fylgdir á mál við hondum og ørmum, sum við einu slag av innari friði høgga í luftina og skera boðskapin út í papp.
? Eg havi sagt tað fyrr: Føroyar standa altso við einum einastandandi kjansi, at fáa styrkt tað politiska systemið. Við globaliseringini og eini oljuvinnu, ið stendur beint fyri durunum, er tað av alstórum týdningi, at føroyingar fáa greiði á ognarviðurskiftum og avgerðarrætti. Tað snýr seg um at smíða karmarnar og gera tað soleiðis, at ongin ivi er um ábyrgd og avgerðarrætt í okkara egna landi.
Men, honda á hjarta: Ivast tú ongantíð eitt sekund í fullveldisætlanunum, og tí, tú hevur verið við til at seta ígongd?
? Sjálvandi ivast tú onkuntíð. Men eg eri ikki typan, sum falli í fátt. Eg kann gerast eitt sindur harmur inn á ræðumyndirnar, ið verða málaðar. At hetta verður gjørt til tað stóra dýrið í opinberingini. Jú, onkuntíð kann eg ivast. Men tankanum um fullveldi ivist eg onga løtu í. Mín sannføring er ikki grundað á nakra relegiøsa kenslu. Eg havi sjálvur kannað eftir, hvussu tað hevur verið í londum, ið hava verið í líknandi støðum, sum Føroyar ? eitt nú Malta og Ísland ? áðrenn tey fingu sjálvstýri, og søguliga gongdin í teimum londunum vísir, at tann leiðin, at taka ábyrgd í egnum landi, er tann rætta.
Treiskur
Undir samgongusamráðingunum ljóðaði, at tú stóðst ógvuliga fast upp á tíni sjónarmið, var ikki lættur at mýkja. Er tú kanska eitt sindur tvørur?
? Tað eri eg nokk. Men tað veldst alt um í hvørjum høpi eg eri. Tá tað snýr seg um gerandisting haldi eg næstan, at eg eri ov veikur. Í politikki er tað kortini øðrvísi. Føli, at eg havi rætt, so kann eg blíva øgiliga treiskur, og eg boyggi meg ikki uttan víðari. Tó skal leggjast aftrat, at um eg finnið út av ? ella onkur sannførir meg um ? at eg havi skeivt, so skal eg nokk bíta í grasið.
Tað hava verið rættiligar harðar reaktiónir, og stundum eisini persónlig lesarabrøv, móti tær. Angrar tú nakrantíð, at tú fór upp í politikk?
? Eg kann hava mínar løtur, har eg ikki haldi tað er so øgiliga stuttligt og spennandi. Tað er eisini hetta við politikki, at tú kemur ongantíð á mál. Jú, fleiri ting tú fært frá hondini, jú fleiri trupulleikar liggja frammanfyri, og tað kann eisini tykjast møtimikið.
? Og jú. Eg kann eisini blíva keddur, tá fólk leggja eftir mínum persóni, og eg kann hava hug at svara aftur í sama tóna. Lat meg siga so mikið sum, at okkurt einstakt lesarabræv, sum eg veit hevur verið beinleiðis lygn, hevur irreterrað meg av h? til. Men eg havi valt ikki at svara aftur, tí í síðsta enda tænir tað ongum ? tað skuldi kanska líka verið undirhaldsvirðinum í lesarabrævsteigunum.
Alfaðirligur kiksari
Tú skrivaði herfyri grein við heitinum ?Latið okkum tosa um møguleikarnar?. Hetta ljóðar sum drigið úr tonnunum á Nyrup ? roynir tú at vera ein alfaðirligur politikari?
? Tað er ið hvussu er ikki bevíst! Eg veit væl, hvussu óroyndur eg eri í interna politiska umhvørvinum. Og eg má viðganga, at eg ofta føli meg sum ein smádrong, tá tað snýr seg um formellu skyldurnar hjá einum politikara. Eg hati at ganga í slipsi og vera til lunsj hjá kongi ? eg orki ikki fyri sovorðnum. Nei, tað er ikki við vilja, um eg havi spælt alfaðirligur. Ok. Lat okkum siga, at handa yvirskriftin var ein kiksari á prenti.
Hvat annað enn fullveldisætlaninar hava Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin til felags?
? Tað er rætt, at hesir báðir flokkar eru hugsjónarliga fundamentalt ólíkir. Fyritreytin fyri einum kompromissi í politikki er tó, at flokkarnir greitt definerað, hvat teir vilja, og hvussu teir vilja reka eitt samfelag. Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vita, hvat teir eru samdir ? og ikki minst hvat teir eru ósamdir ? um. Her er ongin ivi, og tí ber eisini til at samstarva, tí samgongan er samd um nøkur felagsmál.
? Samstundis vil eg siga, at nakrar av teimum hugsanum, Fólkaflokkurin hevur um eitt nú almenna sektorin og vælferðarsamfelagið, kann eg í ávísum førum taka undir við ? eitt nú hetta her við, at borgarar í samfelagnum blíva klientar undir tí almenna, at tað almenna ikki longur er til fyri borgaran, men at borgarin er til fyri systemið. Her eri eg nokk so samdur við Fólkaflokkinum. Vit síggja í danska vælferðarsamfelagnum, hvussu staturin í mongum førum heldur fólkinum ? klientunum ? í einum beinleiðis ófrælsi. Staturin er ikki verjin hjá einstaklinginum. Staturin stýrir honum. Júst her hevur vælferðarsamfelagið kollrent seg sjálvan. Tað er farið yvir gevind. Vit kunnu taka útgjald til barnaansing sum dømi. Her verður kekkur sendir til øll, bæði familjuna, ið tjenar fimm milliónir krónur um árið, og so einligu mammuna, sum kanska akkurát fær endarnar at røkka saman við at arbeiða á flakavirki. Her trúgvi eg fult og fast upp á, at loysnin er eitt solidariskt samfelag, har tú nýtir eftir tørvi og letur eftir evnum.
? Haraftrat er trupulleikin í Føroyum, at vit so at siga hava fotokopierað donsku vælferðarskipanina ? síðu fyri síðu ? og harvið hava somu brek at stríðast við. Ja, í fleiri førum enn tá størri brek, tí okkara samfelag er so nógv minni. Framleiðslutólini megna rætt og slætt ikki at bera stóru umsitingina. Tað er jú synd, at fólk púra óneyðugt skulu liggja og senda brøv ímillum stovnarnar, bara tí innfluttar, gamlar, danskar lógir eru grundarlagið.
Politisk barnaminni
Men Høgni er altso ikki fólkafloksmaður. Tað visti hann longu á ungum árum. Hann visti eisini heilt tíðliga, at hann var ikki havnarmaður, men hoyvíkingur.
? Hetta havi eg altíð lagt stóran dent á. Tað gangi eg framvegis høgt uppí. Og sum hoyvíkingur havi eg gjøgnum mínar barndómsvinir eisini fingið nakað av bygdamentan í beinið. Og tað eri eg glaður fyri. Eg minnist aftur á ein ótrúliga góðan barndóm við bæði plantasju og fjørðu.
? Politiskt havi eg altíð verið loysingarmaður, sigur Høgni, sum eisini minnist, at longu í barnaskúlanum var politikkur frammaliga í hansara hugi. Samfelagsmál hava altíð havt stóran áhuga.
? Samfelagsmál vóru eisini nógv frammi heima hjá okkum kring køksborðið. Pápi (Kjartan) var fiskifrøðingur og mamma (Gunnvør) undirvísti á HF og Studentaskúlanum og seinni á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. So eg minnist væl til kjakið um EEC fyrst í 70?unum, keglið um Ráfiskagrunnin og orðaskiftið, tá Fiskimarkið varð flutt út. Eg minnist eisini, at eg var harmur um at blíva settur í bás, bara tí abbin var tjóðveldismaður (Karstin Hoydal, blðm.). Annars haldi eg, okkara ættarlið var ikki serliga flokspolitiskt. Eg vil heldur kalla tað a-politiskt. Tað var mest ball og ballada. Politikkur var fyri tað mesta undirhald, og Kalda Kríggið var størsta keldan til ósemjur á politiska pallinum í Føroyum at kalla øll 80?ini.
? í so máta er eg eitt sindur bilsin av ungdóminum í dag. Tey ungu virka ómetaliga búgvin, havi eg lagt til merkis, tá eg eri úti á politiskum fundum. Tey himprast ikki við at seta kritiskar spurningar.
Kuldin frá Nyrup
Lúrurin á Tórshavnar Skipasmiðju hevur ljóðað. Klokkan er farin av tólv. Høgni prátar framvegis við eldhugi. Og meðan teir, sum byggja skip fara til døgurða, minnist Høgni, hvussu hann sigldi sum ungur dekkari tvey ár við Ólavi Halga, og hvussu hann ætlaði at fara stýrimansvegin, áðrenn hann tó valdi at fara á HF og síðan endaði á Roskilde Universitets Center (RUC), har hann las samfelagsfrøði.
Nú er hann sum sagt landsstýrismaðurin við fullveldi um hendi. Hann kom á løgting við einum søguligum braki ? við 1562 atkvøðum, ið er føroyskt, persónligt met til løgtingsval. Og hann kom úr einum sjónvarpsstarvi, har hann skjótt markeraði seg og sítt talent fyri at síggja veruleikan, ið ikki altíð er so lættur at fáa eyga á aftan fyri talandi slips, kringar politikarar og flott sminkaðar roknskapir.
Síðan var tað jú sendirøðin um bankamálið.
Tá fekk Høgni ein óvin.
Onkur man minnast neistarokið millum Høgna og danska forsætismálaráðharran Poul Nyrup Rasmussen, tá Høgni saman við Boga Godtfred hevði Føroyavitjandi forsætismálaráðharran í stólinum stutt eftir sendingarnar um bankamálið. Tá var luftin tjúkk og køld í sjónvarpsstovuni. Og Høgni sat aftur í hesum ikki altíð so tespiliga skurk-hetju sessinum.
Ja, Høgni. Hvussu var tað nú brádliga at skula samráðast við Poul Nyrup Rasmussen? Er tit blivnir vinir í dag?
? Eg haldi ikki, eg fari at úttala meg, sigur Høgni heldur tøvandi.
Men hann velur so kortini at siga frá um ferðina til Danmarkar, tá landsstýrið skuldi samráðast við donsku stjórnina beint eftir løgtingsvalið:
? Ja, tað var ein pínlig støða, fyrstu ferð vit hittust, nú tá eg var blivin landsstýrismaður. Har var onkur keðiligur spenningur í luftini, má eg viðganga. Men sjálvsagt Nyrup er professionellur í so máta, og eg minnist, at danski fíggjarmálaráðharrin Mogens Lykketoft var við til at bróta ísin, tá hann segði okkurt um, at ?eitt kundi tú siga um bankamálið: Tað hevur givið tykkum báðum eitt gott val.? Tá var líkasum sloppið. Men, eg trúgvi ikki, at persónligu viðurskiftini okkara millum eru serliga góð. Tað er heldur onki at ivast í, at hetta spælir inn. Men tað má bara ikki fáa ávirkan á endaliga úrslitið. Og tað er eisini soleiðis, at tá vit hittust á fundi í Noregi, so kom Nyrup yvir til mín og spurdi, hvussu tað gekst í Føroyum, og vit fingu eitt prát.
Tað sama fingu vit.
Við landsstýrismannin, sum við ætlanunum um fullveldi umsitur helst størsta politiska málið í Føroyum hesa øldina.
Í skjúrtu og slipsi.
Í STÓLINUM NÆSTU FERÐ: JØRN ATRUP HANSEN