Jólaaftan varð okkara elskaði Eyðfinn so brádliga tikin heim til Jesus pápa. Tung vóru boðini at fáa, at tú ikki vart millum okkum longur.
Ígjøgnum títt stutta lív vart tú bundin at tínum rullistóli og tí tærvaði tær hjálp mestsum alt samdøgrið. Fyri at lætta um hjá foreldrum tínum, fekst tú stuðulshjálp ein part av degnum. Soleiðis fingu vit ta gleði at koma at kenna teg við tað, at vit, hvør í sínum tíðarskeiði, vóru stuðlar hjá tær.
Vit fingu høvi til at vera saman við tær til ymisk frítíðartiltøk. Men serliga væl dámdi tær at vera úti í náttúruni, so sum gongutúrar í Sandágerði, í Viðarlundini og við Hoyvíkstjørn, ? eisini dámdi tær væl at síggja børn spæla og í heila tikið at vera millum onnur fólk.
Tíðin saman við tær hevur verið okkum ein gleðilig og lærurík tíð, tí hóast títt stóra brek, vísti tú stríðsvilja sum fáur. Tú kundi gleðast um ting, ið ein vanliga ikki hugsar um, og lærdi hetta okkum eisini at virða tey og at gleðast við tær.
Vit fara øll at sakna Eyðfinn, men tankarnir leita serliga til tykkum Idu, Bjørn, Svenning, Bjarna og Andreu. Tómrúmið verður stórt eftir son og beiggja tykkara. Má Harrin styrkja tykkum í stóru sorg tykkara.
Niðan fyri endurgeva vit sang, sum upprunaliga var yrktur til lítlan drong, ið varð nívdur av líknandi breki. Vit halda, at hesin sangur eisini so væl hóskar til tín, elskaði Eyðfinn.
Lítla lívið, bjarta blóma,
gleði inn um hurðar bar.
Ikki kundu tá vit hóma,
at tú ikki frískur var.
Lítla lívið, stóra gleði, mentist,
smílið tú oss gav.
Men ein dag sum ongin vardi,
sjúkan trein um hurðarstav.
Eftir hetta, ? lítla skinnið, ?
svárt eitt lív tú hevur havt.
Alt tú ber við tolnum sinni
fær ei heldur væl tað sagt.
Lítla hjarta ? meir ei orkar
lívið fjarar burt úr verð.
Og tú stríðist enn sum áður,
tó at tað mót enda ber.
Men tað er, sum ? okkar skattur ?
boð tú vilt oss bera nú.
Grátið ei ? eg vakni aftur,
frískur í Guðs himnabú.
Grát ei mamma, pápi, systkin,
omma, abbi, og tit øll.
Tí eg eri ferðabúgvin
? trína inn í himnahøll.
Har ei neyð er ? ongin pína,
lættan vil eg stíga har,
sælan frið og góða hvílu,
Jesus-pápin gevur mær.
Frískur eg hjá Jesus bíði. ?
Fylgið Honum til hin dag,
tá tit innar til Hann stíga,
og vit samlast øll har glað.
Vit vilja við hesum orðum lýsa frið yvir minnið um okkara elskaða Eyðfinn.
Eilin, Palma og Laila