Landsstýrið og eisini almenningin í fjølmiðlunum í Føroyum og uttanlands. Eg havi fyrr í 1995 bæði heima í Føroyum, m. a. í Dimmalætting og Sosialinum (nr. 223, t. 21. 11. 1995) og í Danmark skrivað longri grein [...] vit liva í. Í fylgjandi teksti vil eg vísa á fleiri dømi, har lond og altjóða stovnar hava tikið okkum við í teirra grundlógir, lógir, direktiv og á annan hátt. Í Norðanlondum eru vit ikki nevnd í grundlógini [...] partnarunum í tí skrásetta partnarskapinum skal vera danskur statsborgari ella statsborgari í einum landi við líknandi lóggávu og liva í Danmark. Tveir útlendingar, sum hava búð í Danmark í minst tvey ár
Hvør minnist ikki, tá Fólkafloksmenn stóðu á sjónvarpsskýggjanum síðst í 80?unum og bedýraðu, at í Føroyum var eingin rentuspekulatión. Tíbetur dugdu aðrir enn Fólkaflokkurin at síggja, hvussu støðan var [...] við, hvat hann sigur og ger. Serliga í hesum tíðum, har hann, takkað verði samgongufeløgunum, situr tungt á so at siga øllum vinnumálum. Fólkaflokkurin leikar øgiligt í, hvørja ferð onkur vil debattera f [...] fiskivinnuskipanina. Vit hoyrdu hetta í útvarpsorðaskiftinum fyrr í vikuni. Orðaskiftið tók mestsum ein tragikomiskan karakter, tá Løgmaður segði, at milliónaupphæddir forvunnar av sølu av fiskiloyvum,
Zakajev stutt eftir klokkan tvey gjáranáttina, og fyrrapartin í gjár avgjørdi ein rættur í Keypmannahavn, at hann skal sita í varðhaldi í Danmark í 13 dagar. Russar vilja vera við, at Zakajev, sum er kekenskur [...] kekenskur varaforsætisráðharri, var við til at fyrireika gíslatøkuna í Moskva í síðstu viku, og teir vilja eisini vera við, at hann var uppi í yvirgangsatsóknum árini frá 1996 til 1999. Russland hevur kravt [...] eftir úrskurðin hjá rættinum í gjár kom fram, at danir eru ikki á einum máli um, hvørt hann kann latast russum ella ikki. Danski sendiharrin í Moskva, Lars Vissing, segði í gjár, at Danmark kann ikki útflýggja
kekenska politikaran Akhmed Zakajev. Í gjár segði Boris Beresovskij við eina útvarpsstøð í Moskva, at hann og hjálparmenn hansara hava biðið fleiri kendar sakførarar í Bretlandi og Niðurlondum verja Zakajev [...] er ein umstríddur maður. Hann var varaskrivari í trygdarráðnum hjá fyrrverandi russiska forsetanum Boris Jeltsin undir teirri fyrri kreppuni í Kekenia í 1997 og 1998, og tað eru mong, sum halda, at hann [...] hann hevur ikki so reinar hendur, sum hann letst hava. Samstundis sum Akhmed Zakajev situr í varðhaldi í Danmark, hava russar boðað frá, at teir fara at herða hernaðartiltøkini ímóti teimum kekensku upp
Miðflokkinum óhugnaliga stórt vald. Tað er í veruleikanum hesin flokkurin, sum setir debatdagskránna í Føroyum í dag. Hann hevur fingið eina lyklastøðu við at vera 17. liðið í samgonguni. Tað liðið, sum annars [...] landi, er gingið niður á bakka í so máta. Intoleransa og trongskygni hava fingið fastatøkur í pørtum av samfelagnum. Hetta merkir samfelagskjakið, og hetta merkir eisini í ávísum førum politikkin her á [...] víðgongdu kreftunum. Tær finnast í øllum demokrastiskum samfeløgum, men flest alla staðni eru tær í minniluta og hava ikki stóra ávirkan. Alt Frakland var um at fella í fátt, tá høgraekstremi politikarin
skeiðum. Men at royna tað í verkið er nakað heilt annað og tað hevði givið okkum ómetaliga góðar royndir at verið við í einum so umfatandi arbeiði, har vit sluppu at royna tað í verki í eini umfatandi umhvø [...] herviligu oljudálkingini í útnyrðingshorninum á Spania. Tað hevur ført til eina umhvørvisvanlukku í ólukkumát at tangaskipið Prestige gekk burtur har á leiðini og stór strandastrekki í Spania eru illa dálkað [...] manning og útgerð savna saman úr øllum heiminum í eini roynd at basa dálkingini og í at avmarka skaðan mest møguligt. Og nú eru eisini føroyingar eru komnir upp í hetta arbeiðið. Tað er fyritøkan OSR (Oil Spill
Gróður og fiskur Gróður í sjónum er í hesum føri vøkstur av plantuplankton. Tað eru smáar verur, ið sveima í sjónum, og sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru føði hjá øllum djóralívinum í sjónum. Hesin gróðurin [...] gróðurin í 1999-2001 og samsvarandi góðu framleiðsluna av fiski. Væl kom undan, fiskurin hevði nógv at eta og vaks væl. Havandi hetta sambandið í huga, var tað líka so hugstoytt at síggja, at í 2002 var [...] in er so, í hvønn mun vánaligi gróðurin í 2002 kann hugsast at ávirka fiskin og føði hansara. Tað, at týðiligt samsvar hevur verið millum gróður og framleiðslu av toski síðstu 12 árini, er í sjálvum sær
hevði ta persónligu ábyrgdina av tilburðinum. Í mai í fjør dømdi ein belgiskur dómstólur fýra fólk, teirra millum tvær nunnur, sekar í medvirkan í hópdrápinum í afrikanska landinum Rwanda, har umleið 800 [...] Í juni í fjør sýtti ein belgiskur dómstólur fyri at viðgera rættarmálið ímóti Ariel Sharon, tí sambært dómstólinum kundi málið ikki viðgerast uttan so, at tann ákærdi var staddur í Belgia. Málið snýr seg [...] seg um krígsbrotsverk, og tað eru fólk, sum sluppu livandi frá hópdrápinum í palestinsku flóttafólkalegunum Sabra og Shatila í 1982, sum hava reist málið. Millum 800 og 2.000 flóttafólk vórðu fyribeind
Dutroux hevur sitið í varðhaldi, síðani hann varð tikin í 1996. Málið elvdi til ógvusliga øsing í Belgia, og síðani hevur løgreglan staðið fyri skotum, tí mong halda, at tað hevur tikið alt ov drúgva tíð [...] kunngjørt eina meiningakanning, sum vísir, at flestu virkisleiðararnir í Bretlandi eru ímóti at seta evruna í gildi í staðin fyri pundið. Í einari tilsvarandi kanning fyri fimm árum síðani tóku teir flestu [...] vn í Pakistan. Brævið, sum var heilar 26 síður langt, var skrivað á arabiskum. Dagfesting var eingin, men keldur í London hava upplýst fyri blaðnum, at tað er skrivað fyri umleið 14 døgum síðani. Í brævinum
sum sæst aftur í tí dagliga. Felagshúsið hevur ligið í órøkt í 40 ár (t.e. síðan tað var bygt), og síðst vit fingu at vita, kemur tað at kosta nógvar milliónir (uml. 15) at seta tey í nýtiligan stand [...] frammi eru, og at hann av sínum áhuga fyri arbeiðaramálum, og í ávísan mun fyri gongdini í Havnar Arbeiðsmannafelag sum hann hevur verið (er?) limur í (hava tíverri ikki atgongd til limalistan!) ? er at fegnast [...] fakfelagsviðurskifti her heima og í Svøríki í 70´unum og 80´unum, og vísir á, hvussu afturhaldskroppar (eisini her hjá okkum) altíð standa fúsir at stuðla har, ein ikki hevði væntað (í veruleikanum væntaði man