Hvør minnist ikki, tá Fólkafloksmenn stóðu á sjónvarpsskýggjanum síðst í 80?unum og bedýraðu, at í Føroyum var eingin rentuspekulatión. Tíbetur dugdu aðrir enn Fólkaflokkurin at síggja, hvussu støðan var, og spekulatiónin varð steðgað ? betur seint enn ongantíð. Eisini var tað Fólkaflokkurin, ið bað politikarar halda fingrarnar vekk frá bankunum, tí tað høvdu bankaleiðslurnar og eingin annar skil fyri. Vit sóu tann 6. Oktobur 1992, hvussu var við tí. Fólkaflokkurin var ímóti stovnanini av Fiskavirking. Aftur vóru tað aðrir, ið tíbetur vóru framsíggnir nokk til at gjøgnumføra hetta uttan Fólkaflokkin.
Nú kann eingin flokkur siga seg frían fyri feildisponeringum, kanska serliga í 80?unum, men grundin til at vit draga serliga Fólkaflokkin fram er, at hann eftir okkara tykki hevur verið tann, ið mest konsekvent hevur tikið skeivar støður.
Endamálið hjá okkum her er ikki bert at peika afturum, men at ávara móti, at søgan endurtekur seg. Fólkaflokkurin er og verður tann sami, og tí eigur man altíð at fylgja sera væl við, hvat hann sigur og ger. Serliga í hesum tíðum, har hann, takkað verði samgongufeløgunum, situr tungt á so at siga øllum vinnumálum.
Fólkaflokkurin leikar øgiligt í, hvørja ferð onkur vil debattera fiskivinnuskipanina. Vit hoyrdu hetta í útvarpsorðaskiftinum fyrr í vikuni. Orðaskiftið tók mestsum ein tragikomiskan karakter, tá Løgmaður segði, at milliónaupphæddir forvunnar av sølu av fiskiloyvum, ið hesir somu menn hava fingið fyri einki frá landinum, ikki longur var ein trupulleiki, tí at nú var vinningurin skattskyldugur. Her síggja vit eina klassiska fólkafloksloysn. Ístaðin fyri at steðga spekulatión við landsins virðum, so ger man bert hesa spekulatión ?stovureina? við at gera vinningin skattskyldugan.
Dømi um fiskiloyvini vísir meira enn nakað annað, at Fólkaflokkurin einki er broyttur tey seinastu árini. Vit hava her á hesum stað ikki brúkt nógv pláss uppá at viðgjørt reform av fiskivinnuskipanini í Føroyum, men tá nú Fólkaflokkurin er so hart ímóti nýggju tonkunum, ið eru frammi, so kunnu nýggju tankarnir ikki verða heilt av leið. Søgan hevur víst okkum, at hvørja ferð okkurt initiativ fær rós í litfaldaranum hjá Fólkaflokkinum, Dagblaðnum, so er at verða á varðhaldi.
Tað er at vóna, at góðar kreftir seta seg saman og endurskoða fiskiveiðuskipanina, soleiðis, at spekulatión verður steðgað, og at vit ikki aftur verða tikin av fótum.
Sosialurin