Altjóða Samstarv
Nú eru eisini boð eftir føroyingum at hjálpa til við arbeiðnum at basa herviligu oljudálkingini í útnyrðingshorninum á Spania.
Tað hevur ført til eina umhvørvisvanlukku í ólukkumát at tangaskipið Prestige gekk burtur har á leiðini og stór strandastrekki í Spania eru illa dálkað av tjúkkari olju og nú skilst at eisini portugisar eru farnir at stúra fyri, at olja skal reka á land har.
Síðani er manning og útgerð savna saman úr øllum heiminum í eini roynd at basa dálkingini og í at avmarka skaðan mest møguligt.
Og nú eru eisini føroyingar eru komnir upp í hetta arbeiðið.
Tað er fyritøkan OSR (Oil Spill Response), hjá Paula Einarsson á Tvøroyri, sum hevur fingið áheitan um at hjálpa til við útgerð.
Og í gjárkvøldið fór útgerð av Tvøroyri við farmaskipinum, Clare, til Danmarkar, haðani útgerðin verður førd víðari suður til Spania.
?Talan er um 200 metrar av flótiverju, sum OSR hevur og sum nú verður send til Spania, sigur Pauli Einarsson.
Hetta er flótiverja, sum verður blást upp og sum verður løgd í vatnskorpuni at forða fyri, at olja á sjónum breiðir seg.
Fyritøkan hjá Paula Einarsson samstarvar við MMB (Maritim Miljø Beredskab) í Noregi og tað er í samstarvi við teir, at OSR letur útgerðina.
?Hetta er so umfatandi dálking, at tað er neyðugt at savna inn útgerð allastðani frá i heiminum í eini roynd at basa henni.
Pauli Einarsson sigur, at útgerðin, teir hava latið, er ætlað til at brúka úti á opnum havi og hetta er útgerð, sum oljufeløgini hava leigað og sum av røttum eigur at verða til taks hjá boripallunum til Havs.
?Men oljufeløgini hava verið so beinasom, at tey hava játtað, at útgerðin verður flutt til Spaina í hesum serliga førinum, bara vit kunnu vátta, at hon er til taks aftur í Føroyum næsta vár- og tað verður hon.
Eisini fólk til reiðar
At komið verður heilt til Føroyar eftir útgerð, sigur eitt sindur um, hvussu umfatandi oljudálkingin er.
?Men tað sigur eisini eitt sindur um, hvussu víttfevnandi og heimsumfatandi samstarvið er á hesum økinum og tað er ein stór trygd í tí, heldur Pauli Einarsson, tí tað sigla eisini stór tangaskip framvið Føroyum.
Hann sigur, at enn er onki fólk frá OSR farið til Spania.
? Teir vilja royna sjálvir sum longst við teirra egna fólki. Men teir hava eisini boðað frá, at tað kann koma uppá tal at fáa fólk niður og tí stendur manning hjá OSR eisini tilbúgvin at fara til Spania, verður boð eftir teimum.
Samstundis kann tað eisini koma upp á tal at senda meiri útgerð til Spania.
Hetta eru alt fólk, sum hava verið á skeiði í at basa oljudálking og sum duga at brúka slúka útgerð.
Tað er kanska ljótt at siga tað, nú dálkingin í Spania er so umfatandi, men PauliEinarsson hevði onki havt ímóti at verðið boðsendur at komið til Spania.
?Okkara fólk hevur verið á fleiri skeiðum. Men at royna tað í verkið er nakað heilt annað og tað hevði givið okkum ómetaliga góðar royndir at verið við í einum so umfatandi arbeiði, har vit sluppu at royna tað í verki í eini umfatandi umhvørvisvanlukku, sum vit annars bara hava lært á skeiðum.
Nakað at hugsað um
Annars heldur hann, at ein vanlukka sum tann í Spania, eigur at verða hugvekjandi hjá Føroyingum, tí tað sigla eisini stór Tangaskip framvið Føroyum.
? Tey sigla aloftast sunnanfyri okkum, men viðhvørt er ættin so, at teir vera norðanfyri okkum. Og hóast teir eru langt úr landi, vísir dømi úr Spania, at vit skulu aldrin siga aldrin og vit eiga avgjørt at vera á varðhaldi, heldur Pauli Einarsson.
Út við 20.000 tons av olju runnu úr tangaskipinum Prestige, tá ið tað fór at leka í illveðri útfyri útnyrðingsspania 13. november. Seks dagar seinni, 19. november, brotnaði tað av um tvøran og sakk á yvir 2. kilometra dýpi. Oljan hevur dálkað stór strekki av strond í Spania og higartil eru nøkur túsund tons av olju tikin upp at strondini. Tilsamans eru yvir 180 strendur í Spania dálkaðar og umframt dálking, hevur tað fingið umfatandi avleiðingingar fyri útróður av ymsum slagi og djóralívið har á leiðini.
Men nú hevur ein franskur kavbátur harafturat avdúkað, at olja enn lekur úr skipunum.
Myndir, sum kavbáturin hevur tikið, vísir, at tjukk olja lekur úr skipinum upp ígjøgnum sjógvin sum tannkrem ið verður kroyst úr eini tubu, og nú rópa eisini Portugisar varskó tí teir stúra fyri dálking, umframt at oljudálkaðir fuglar eisini eru funnir í Fraklandi, har teir eisini stúra fyri, at olja skal reka á land, tí tað gongur tann vegin.