Í juni í fjør sýtti ein belgiskur dómstólur fyri at viðgera rættarmálið ímóti Ariel Sharon, tí sambært dómstólinum kundi málið ikki viðgerast uttan so, at tann ákærdi var staddur í Belgia.
Málið snýr seg um krígsbrotsverk, og tað eru fólk, sum sluppu livandi frá hópdrápinum í palestinsku flóttafólkalegunum Sabra og Shatila í 1982, sum hava reist málið. Millum 800 og 2.000 flóttafólk vórðu fyribeind.
Hálvhernaðarligir libanar myrdu flóttafólkini, men tað var ísraelski herurin, sum loyvdi álopsmonnunum inn í tær báðar flóttafólkalegurnar, og ísraelskir hermenn stóðu á varðhaldi kring legurnar, meðan hópdrápið fór fram. Ariel Sharon var tá ísraelskur verjumálaráðharri, og hann varð noyddur frá, eftir at ein kanning hjá ísraelsku stjórnini hevði staðfest, at hann óbeinleiðis hevði ta persónligu ábyrgdina av tilburðinum.
Í mai í fjør dømdi ein belgiskur dómstólur fýra fólk, teirra millum tvær nunnur, sekar í medvirkan í hópdrápinum í afrikanska landinum Rwanda, har umleið 800.000 fólk vórðu myrd fyri níggju árum síðani.
Tey fýra kundu dømast, tí tey høvdu valt at búseta seg í Belgia. Nú sigur Guy Verhofstadt, at hann er sinnaður at broyta lógina, soleiðis at dómsvaldið eisini kann døma fólk, sjálvt um tey ikki eru stødd í landinum, sama hvar tey framdu brotsverkið, og sama hvønn tjóðskap tey hava. Fólk sleppa heldur ikki at fjala seg aftan fyri diplomatiskt órin.










