Tað er altíð hugvekjandi og spennandi at lesa hugleiðingar Jóanesar um viðurskifti, ið frammi eru, og at hann av sínum áhuga fyri arbeiðaramálum, og í ávísan mun fyri gongdini í Havnar Arbeiðsmannafelag sum hann hevur verið (er?) limur í (hava tíverri ikki atgongd til limalistan!) ? er at fegnast um, og at hann er eitt slag av koyrli omanyvir okkum sum manna nevnd felagsins, er ikki at forkasta!
Jóanes hugleiðir um fakfelagsviðurskifti her heima og í Svøríki í 70´unum og 80´unum, og vísir á, hvussu afturhaldskroppar (eisini her hjá okkum) altíð standa fúsir at stuðla har, ein ikki hevði væntað (í veruleikanum væntaði man tað, men tað vísir seg at koma óvart á hvørja ferð ? vit eru í botn og grund so góðtrúgvin).
Broyting?
Hann setir spurnartekin við um fakfeløgini eru broytt hesi seinastu 20-30 árini. Í veruleikanum, nei! Karmarnir eru nakað broyttir, men innihaldið er hitt sama. Hin spurningin, ein eigur at seta í hesum sambandi er: er hugburður arbeiðsmansins broyttur í hesum tíðarbili? Hava teir veruliga hug og dirvi at bøta um viðurskifti síni? Eftir teirra vali av limum í nevndir kann ein fáa tað fatan, at tey vilja hava ein formann, forkvinnu sum til tíðir torir at siga onkur orð sum virka skilagóð kanska enntá áloypandi, eggjandi meðan teir "meinigu" nevndarlimirnir skulu halda blátt kjaft og ikki provokera arbeiðsgevarar, bankar, tryggingarfeløg, myndugleikar.
Vóru við í samráðingunum fyri tveimum árum síðan har ymisk høvuðsmál vóru avtalaði millum fe-løgini undan samráðingunum. Tá ið til stykkis kom og tey feløgini vit vóru saman við, høvdu fingið tað (lítla) tey vóru komin eftir, varð okkara, tað er HAF´s, høv-uðskrav sum var: sama yvirtíðarsatsir sum tey alment løntu, slept og tveitt á bláman!
Seming?
Hetta bar í sær eitt semingsuppskot, og góðtóku tveir limir frá Havnar Arbeiðsmannafelag (tríggir atkvøddu ímóti), fimm frá Klaksvíkar Arabeiðsmannafelag og fimm frá Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, uppskotið, so tann einmælta góðkenningin ein fekk boð um í fjølmiðlunum aftaná var ikki meira einmælt enn tað! Vera vit við til eitt komandi samráðingarumfar, fara vit at virka fyri at umboðan okkara verður avgerandi breiðari enn handan, og avtalur meira bindandi!
Tað verður ov drúgført at fara longur í hesum viðmerkingum, so lat okkum fara til tað vit av fyrstan tíð ætlaði at siga nakað um.
Uppritið
Jóanes hevur sæð eitt upprit sum undrar hann nakað. Fyrst var tað staðið, har tað er hongt upp, síðan orðaljóðið og lat okkum gloyma staðið í løtuni og taka orðaljóðið sum sigur frá, hvat Jóhan Carl fer at virka fyri sum (hvør veit ? kanska komandi) formaður í Havnar Arbeiðsmannafelags:
?At gera felagið opnari og meira virkið úteftir, soleiðis at limir felagsins fáa størri kunnleika til og ávirkan á felagsarbeiðið
?Útbúgving av álitis- og trygdarumboðum okkara og betri kunning til limirnar sum heild um ábyrgd og ikki minst ? rættindi
?Virkast skal í nógv størri mun til at skattingin av síðst forvunnu krónunum skal lækkast, eins og pensiónsgjaldið skal upp aftur
Vit báðir, Eyðbjørn og Jóhan Carl, settu skrivið upp og duga at síggja at Jóanes hevur grein í sínum máli um, at hetta kann misskiljast.
Tað sum gongur fram, og sum vit ætlaðu at staðfesta er at gjaldið skal "upp aftur", ikki upp av nýggjum ella hækkast! Talan er her um útgjaldið til eftirlønarmóttakararnar sum var 3.500 kr. og sum varð sett niður á 2.800 um mánaðin, skal fáast upp aftur. Hóast eftirløntu limir okkara eru takksamir fyri hetta ískoytið, so lítið tað kann tykjast, so má endamál nevndarinnar vera at hava eyguni eftir eftirlønargrunninum og at síggja til at hetta gjald altíð liggur so høgt, sum til ber. Myndugleikar okkara (uttan mun til, hvønn politiskan flokk vit tala um) hava hildið tað vera sína uppgávu at bøta um hjá øðrum í samfelagnum, men ikki hjá arbeiðarafjøldini! At hetta átti at verið ein sjálvsøgd landsuppgáva vita vit, men vit vita eisini at teir skíta á tað! Tí mugu vit vera á varðhaldi við tí ávirkan, vit hava!
Eftirlønargrunnurin
Sum nevndarlimir í HAF fingu vit ár um ár at vita, at grunnurin livdi eitt sunt og normalt liv; bleiv meira og meira bótaførur, hóast hann enn ikki lúkaði tær endaligu treytirnar at vera sjálvberandi.
Men aftaná eina Danmarkarferð í ár 2000 hjá táverandi formanninum og Monrad Kjelnæs, skrivara felagsins, (sum nevnd HAF ikki visti minsta vet um og sum Tryggingarsambandið vistnokk rindaði), fingu nevndarlimir HAF´s knívin á barkan og boð um at so og so nógvar mió, sum felagið átti á bók, máttu fara til at styrkja grunnin, ella varð hann settur undir umsiting. Hetta førdi til lækkingina.
Eitt sum fyri okkum tykist sera løgið er at hóast tryggingarmál eru ? og vóru eisini tá ? føroyskt sermál, so var tað danska tryggingareftirlitið boðsent í tí málinum. Ein kann spyrja seg sjálvan: var hetta "umbiðið arbeiði?"
Tøma kassan?
Agitatiónin hjá mótstøðumonnum Jóhan Carls gongur út uppá at hann ætlar at tøma kassan hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, og tað er ikki bert sum at siga tað!
Havnar Arbeiðsmannafelag hevur eina lóg sum ? hóast avoldað ? setir avmarkingar fyri hvussu peningaviðurskiftini skulu viðfarast so har haldia vit, at limir felagsins við eini tilvitandi nevnd skulu kenna seg tryggar.
Havnar Arbeiðsmannafelag hevur milliónir liggjandi óvirknar ? omanfyrinevnda lóg noktar okkum at fara inn í tøl ? sum vit eiga at fáa virknar; ikki til at oysa út til vinstru og høgru, men til at koma eigarunum ? t.e. okkara limum, t.d. pensjónistum og virkandi limum til góða! Men eitt fara vit hóast alt at avdúka; at rentur sum vit fáa av hesum milliónum í dag liggja rættiliga nær niður ímóti null og nix! Eisini skulu komandi limir kenna seg vísar í, at teirra áhugamál koma at liggja fremst fyri.
Mangt liggur á láni,
og okkara limir ? um nakar ? vita at vit faa einki uttan at tað kostar. Okkara uppgáva sum ? hvør veit ? komandi nevndarlimir í nevnd Havnar Arbeiðsmannafelagi, verður limanna vegna at syrgja fyri at teir koma at fáa sum minst av meirútreiðslum. At vit kanska eftir komandi lønarsamráðigar fyri einaferðs skuld fáa eina lønarhækkan sum sæst aftur í tí dagliga.
Felagshúsið hevur ligið í órøkt í 40 ár (t.e. síðan tað var bygt), og síðst vit fingu at vita, kemur tað at kosta nógvar milliónir (uml. 15) at seta tey í nýtiligan stand aftur. Hvør segði, at einki liggur á láni?
So, Jóanes, uttan mun til hvør fer at manna nevnd Havnar Arbeiðsmannsfelags eftir aðalfundin, vilja vit staðiliga at heita á teg: Vælsignaður ? ver framhaldandi koyril, lurkur, reyvsparkari felagsins.










