Akhmed Zakajev fongslaður í Danmark

Tað er ivasamt, um Danmark kann útflýggja Russlandi kekenska varaforsætisráðharran, sum varð varðhaldsfongslaður í Keypmannahavn í gjár

Danmark
Árni Joensen:

Tað var eftir upplýsingum frá russisku myndugleikunum, at danska løgreglan gjørdi av at handtaka Akhmed Zakajev stutt eftir klokkan tvey gjáranáttina, og fyrrapartin í gjár avgjørdi ein rættur í Keypmannahavn, at hann skal sita í varðhaldi í Danmark í 13 dagar.
Russar vilja vera við, at Zakajev, sum er kekenskur varaforsætisráðharri, var við til at fyrireika gíslatøkuna í Moskva í síðstu viku, og teir vilja eisini vera við, at hann var uppi í yvirgangsatsóknum árini frá 1996 til 1999.
Russland hevur kravt at fáa Akhmed Zakajev útflýggjaðan, men beint eftir úrskurðin hjá rættinum í gjár kom fram, at danir eru ikki á einum máli um, hvørt hann kann latast russum ella ikki. Danski sendiharrin í Moskva, Lars Vissing, segði í gjár, at Danmark kann ikki útflýggja Akhmed Zakajev til Russlands, tí eingin slíkur sáttmáli er millum londini, og harafturat hevur Russland framvegis deyðarevsing, segði sendiharrin.
Men í løgmálaáðnum í Keypmannahavn hava tey eina aðra áskoðan. Haðani varð sagt í gjár, at Danmark og Russland hava staðfest altjóða sáttmálan frá 1957 um at útflýgja brotsmenn, og at løgmálaráðið fer at nýta hesa samtyktina sum grundarlag fyri støðutakanini.
Tað er løgmálaráðið, sum tekur ta endaligu avgerðina, og har fara tey nú at kanna tilfarið, sum russisku myndugleikarnir hava latið donsku løgregkuni um Ahmed Zakajev.
Zakajev var í Keypmannahavn, tí hann hevði tikið lut í kekensku heimsráðstevnuni, sum var har mánadagin og týsdagin.