Oddagrein·Ekstremar og vald

Í Føroyum ár 2003 er støðan tann, at Tjóðveldisflokkurin - fyri at kunna varðveita mest møguligt vald sjálvur og fyri at halda øðrum stórum meirilutaflokkum uttan fyri alt vald - hevur givið tí ekstrema Miðflokkinum óhugnaliga stórt vald. Tað er í veruleikanum hesin flokkurin, sum setir debatdagskránna í Føroyum í dag. Hann hevur fingið eina lyklastøðu við at vera 17. liðið í samgonguni.

Føroyingar hava altíð borið orð fyri at vera eitt siðiligt, fólkaligt, róligt og trúgvandi fólk. Vit hava borið orð fyri at vera gestablíð móti fremmandafólki, og vit hava dugað at víst tolsemi mótvegis hvørjum øðrum og øðrum. Síðani víðgongdar og ekstremar rørslur av ymsum slag, tað verið seg átrúnaðarligar ella politiskar, hava tikið seg upp her á landi, er gingið niður á bakka í so máta. Intoleransa og trongskygni hava fingið fastatøkur í pørtum av samfelagnum. Hetta merkir samfelagskjakið, og hetta merkir eisini í ávísum førum politikkin her á landi. Tá sagt verður, at vit hava brúk fyri persónum, rørslum ol., ið kunnu flyta mørk, so er tað langt frá altíð rætt. Sjálvandi hevur eitt samfelag
tørv á fólkum og rørslum, ið kunnu vera við til at menna og skunda undir eina sunna tilgongd, men tað má tó ikki byggja á, at samfelagsmenningin kann verða stýrd av víðgongdum - fundamentalistiskum/fanatiskum kreftum.

Demokratiið, sum er grundarsteinurin vit byggja á, loyvir okkum øllum, so ymisk vit enn eru, at búleikast og mennast á hesum klettum. Men tað er eisini eitt demokrati við ábyrgd fyri sær og sínum næstu. Nettupp tí vit hava eitt demokrati sleppur tú ikki undan hesum
víðgongdu kreftunum. Tær finnast í øllum demokrastiskum samfeløgum, men flest alla staðni eru tær í minniluta og hava ikki stóra ávirkan. Alt Frakland var um at fella í fátt, tá høgraekstremi politikarin Le Pen, bráddliga fekk vind í seglini.

Í Føroyum eiga vit eisini at vera á varðhaldi fyri hesum kreftum. At víðgongdar átrúnaðarligar kreftir eisini hava fingið eitt bein inn um tinggáttina er nakað, sum okkara demokrati loyvir. Soleiðis skal tað eisini vera. Tó kann spurnartekin setast við sperrimarkið. Men rópast má varskó, tá slíkir ekstremir religiøsir minnilutar gjøgnum politisku skipanina vilja taka sær meira vald enn undirtøka er fyri í fólkinum. Men slíkt vald fáa teir bert, um aðrir flokkar geva teimum tað. Og í Føroyum ár 2003 er støðan tann, at Tjóðveldisflokkurin - fyri at kunna varðveita mest møguligt vald sjálvur og fyri at halda øðrum stórum meirilutaflokkum uttan fyri alt vald - hevur givið tí ekstrema Miðflokkinum óhugnaliga stórt vald. Tað er í veruleikanum hesin flokkurin, sum setir debatdagskránna í Føroyum í dag. Hann hevur fingið eina lyklastøðu við at vera 17. liðið í samgonguni. Tað liðið, sum annars tann hóvligi Sjálvstýrisflokkurin hevur átt og sum hann í mongum førum hevur dugað at livað upp til. Tað er ófatiligt, at stuðlar Tjóðveldisfloksins ikki tala at leiðslu floksins fyri at hava givið hesum eina ekstrema minnilutaflokkinum so stórt vald í tí føroyska samfelagnum. Vit eiga tó ikki at útihýsa slíkum flokkum, og tí mugu vit eisini venda okkum harðliga ímóti dreingjalótum sum at senda hóttandi sms ella spreingja postkassar. Hinvegin eigur móttakarin eisini at kenna sína ábyrgd fyri demokratiinum, og tað er at vísa tolsemi í orð og tal og ikki bara gera øll onnur til gudloysingar og syndarar, tá hesi velja at tulka sannleikan og moralin øðrvísi.

Sosialurin