Mannarættindi og føroysk lóggáva

Til Nevndina fyri føroyskari Grundlóg, Jóan Pauli Joensen, Føroya Landsstýri, FR 100 Tórshavn,Føroyar

Í sambandi við at Føroya Landsstýri hevur sett nevnd at gera eina føroyska grundlóg, sum eisini skal fevna um mannarættindi, vil eg gera vart við, at føroysk samkynd eisini finnast í tí føroyska samfelagnum í Føroyum, eins og vit finnast uttanlands.
Vit ynskja at fáa somu rættindi og skyldur sum hinkynd í tí føroyska samfelagnum.
Í sambandi við lóggávuna um mannarættindi og aðrar lógir ynskja vit tí, at har ið skilt verður ímillum ymisk fólk vegna kyn, rasu ella etniskan uppruna, trúgv, evni og aldur, at tað eisini verður nevnt kynslig ábending (sexuel orientering, sexual orientation). Soleiðis verður tað víst á í grundlógini alment politiskt, at vit samkyndu eru góðtikin eins og hinkynd.
Tað er ikki oftani, at grundlógir verða skrivaðar ella verða endurkannaðar og broyttar. At taka mannarættindi við í ta føroysku grundlógina vísir, at tað er eitt nýtímans samfelag, sum vit liva í.
Í fylgjandi teksti vil eg vísa á fleiri dømi, har lond og altjóða stovnar hava tikið okkum við í teirra grundlógir, lógir, direktiv og á annan hátt.
Í Norðanlondum eru vit ikki nevnd í grundlógini, men tað finst heldur ongin lóg í grundlógini fyri mannarættindum og móti mismuni. So tað er ikki løgið, at vit ikki eru nevnd. Hetta skyldast, at lógin er so gomul, at mannarættindi tá ikki vórðu viðgjørd serskilt í grundlógunum. Tí hevur Fólkatingið í staðin gjørt serliga antidiskriminasjónslóg og lóg um paralag.
Danmark hevur verið slóðbrótari fyri viðurskiftum hjá samkyndum, helst tí at Forbundet for bøsser og lesbiske (fyrr Forbundet af 1948) varð stovnað sum ein landsfelgsskapur í 1948 og síðani hevur arbeitt nógv fyri samkyndum.
Í 1976 var tann kynsligi lágaldurin settur til 15 ár í Danmark fyri øll, t. v. s. hinkynd, samkynd og tvíkynd, men lógin er ikki góðtikin í Føroyum (lóg 248, t. 9. 5. 1967). Her er enn munur millum hinkynd, sum hava 15 ár sum lágaldur, og samkynd, sum hava 18 ár sum lágaldur.
Í 1981 varð revsilógin broytt soleiðis, at sama revsing verður givin fyri kynsligar brotsgerðir uttan mun til, um tær viðvíkja hin- ella samkynd (lóg 256, t. 27. 5. 1981).
Í 1981 varð eisini avgjørt í Sundhedsstyrelsen, at tað ikki longur skuldi vera eina sjúka, tað at vera samkyndur (fólkatingsavgerð, t. 24. 5. 1984).
Í 1987 varð ein antidiskriminasjónslóg (lóg móti mismuni) (lóg 357, 3. 5. 1987) góðtikin í Danmark. Í Føroyum fall eitt Landsstýri, tá hon varð framløgd. Bert ein løgtingslimur (Karin Kjølbro) atkvøddi fyri lógini. Síðani er hon ongantíð løgd fyri Løgtingið aftur.

Tann danska lógin sigur:
Tann, sum alment ella við vilja sendir frásøgnir út, har ein bólkur av persónum verður hóttur, háðaður ella vanvirdur vegna rasu, húðarlit, tjóðskaparligan ella etniskan uppruna, trúgv ella kynsliga ábending, verður dømdur við bót, varðhaldi ella fongsul upp til tvey ár (Revsilógin grein 266b).

Á donskum:

Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år. (Straffelovens § 266b)

Samstundis varð lógin, sum bannar mismun á arbeiðsmarknaðinum (lóg 357, t. 3. 6. 1987) broytt, soleiðis at hon eisini tekur kynsliga ábending við, og hon ljóðar nú:

Tann, sum innan ídnaðar samband ella í sambandi við alment virki vegna rasu, húðarlit, tjóðskaparligan ella etniskan uppruna, trúgv ella kynsliga ábending noktar at avgreiða viðkomandi sum onnur, verður dømdur við bót, varðhaldi ella fongsul upp til seks mánaðir.

Stk. 2. Somuleidis verður tann dømdur, sum av teimum í stk. 1 nevndu orsøkum noktar at geva einum persóni atgongd undir somu treytum sum øðrum til stað, framførslu, sýning, samkomu ella líknandi, sum er opin fyri almenninginum.

Á donskum:

Den, som inden for erhvervsmæssig eller almennyttig virksomhed på grund af en persons race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering nægter at betjene den pågældende på samme vilkår som andre, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 6 måneder.

Stk. 2. På samme måde straffes den, som af nogen af de i stk. 1 nævnte grunde nægter at give en person adgang på samme vilkår som andre til sted, forestilling, udstilling, sammenkomst eller lignende, der er åben for almenheden

Í 1989 varð í Danmark lóg um paralag fyri tvey av sama kyni góðtikin. Hon er seinri eisini góðtikin í Grønlandi, men ikki í Føroyum.
Lógin ger tað møguligt fyri tveir persónar av sama kyni at skráseta teirra paralag sum hinkynd gift pør undantikið:

1.At eitt skrásett par av samkyndum ikki kann ætleiða fremmand børn (men tann eini partnarin kan ætleiða børn hjá hinum partnaranum),
2. At tað ikki er møguligt at fáa eina kirkjuliga vígslu,
3. At ein av partnarunum í tí skrásetta partnarskapinum skal vera danskur statsborgari ella statsborgari í einum landi við líknandi lóggávu og liva í Danmark. Tveir útlendingar, sum hava búð í Danmark í minst tvey ár, kunna eisini verða skrásettir..
4. Eitt lesbiskt skrásett par kann ikki fáa loyvi til kunstiga inseminasjón í tí almenna heilsuverkinum.

Noreg, Sviaríki, Finland og Ísland hava øll antidiskriminasjónslógir, sum eisini fevna um samkynd, men sum vit í Føroyum sum nevnt ikki hava.
Noreg, Sviaríki og Ísland hava nú eisini lóg um paralag.
Í tí svensku lógini verður tilskilað, at paralag millum samkynd skrásett í øðrum londum automatiskt verða góðtikin í Sviaríki.
Í tí íslendsku lógini er tað lógligt hjá skrásettum samkyndum at fáa felags foreldra-mynduleika yvir børnum hjá tí eina partnaranum, men ikki ætleiða fremmand børn.
Í Evropa hava Holland í 1997 góðtikið lóg um skrásett paralag. Í Fraklandi er í 1999 er ein lóggáva góðtikin, sum minnir um lóg um skrásett paralag, men sum ikki gevur øll tey rættindi, sum tær norðurlendsku lógirnar geva. Samstundis verður nú ar-beitt í fleiri øðrum londum í ES og Evropa við at fáa hesa lóg góðtiknað: Onglandi, Týskalandi, Finlandi, Ungarn, Kekkia og Spania.
Av stórum týdningi fyri okkara framtíðarviðurskifti er, at Evropa Sambandið (ES) í Ráðnum, Kommissjónini og Parlamentinum arbeiða fyri okkara viður-skiftum.
Í Amsterdamsáttmálanum stendur í grein 13 (S.2, t. 25. 11. 1999 565 final, 1999/0225 CUS), at tað er bannað at gera mismun. Teksturin í greinini er:

Við fyrivarni fyri hvat Sáttmálin annars sigur og innan karmin av rættindum, sum Ráðið hevur yvir fyri samfelaginum, kann Ráðið, sum arbeiðir í samsvari við og í felag við fyriskipanir frá Kommisjónini og eftir ráðføring við Parlamentið, gera fyriskipanir fyri at fyribyrgja mismun vegna kyn, rasu ella etniskan uppruna, religión ella trúgv, tørvandi evni (disability), aldur ella kynsliga ábending (sexual orientation).

Á donskum:

"Med forbehold af denne traktats øvrige bestemmelser og inden for rammerne af de beføjelser, som traktaten tillægger Fællesskabet, kan Rådet med enstemmighed på forslag af Kommissionen og efter høring af Europa-Parlamentet træffe hensigtsmæssige foranstaltninger til at bekæmpe forskelsbehandling på grund af køn, race eller etnisk oprindelse, religion eller tro, handicap, alder eller seksuel orientering."

Síðani hevur Kommissiónin t. 25. 11. 1999 framlagt eitt direktiv (council directive) "At seta í verk eina almennan karm fyri javnrættindi viðvíkjandi arbeiði og vinnu" COM (1999) 565 final, 1999/0225 (CNS). Direktivið skal vera galdandi í hvørjum einstøkum landi í ES í seinasta lagi t. 31. 12. 2002.
Tað verður eisini nevnt, at teksturin í direktivinum eisini skal nýtast mótvegis ikki-ES londum í tí Evropeiska Fíggjarliga Umráðnum svarandi til samtykt í EEA Joint Committee.
Hetta merkir, at fyri at gerast limur í ES ella um serligar avtalur ynskjast við ES, skula mannarættindini (grein 13) góðtakast. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri Føroyar, innan ella uttan fyri ES, í Ríkisfelagskapi við Danmark ella sum serstøk tjóð.
Suðurafrika og Ecuador hava í teirra grundlógum frá ávikavist 1996 og 1998 tikið samkynd við, har tey vísa á, at tað er bannað at gera mismun m.a. vegna kynsliga ábending. Somuleiðis arbeiðir Írland við at endurskoða teirra grundlóg, og har er ætlanin at gera tað ólógligt at gera mismun vegna kynsliga ábending.
Í tí suðurafrikansku grundlógini í grein 9 (3) stendur:

Staturin má ikki órættvíst gera mismun (diskriminera), beinleiðis ella óbeinleiðis, mótvegis nøkrum á einum ella fleiri av fylgjandi økjum: rasu, kyni, graviditeti, hjúnaðarbandsstøðu, etniskum ella socialum uppruna, liti, kynsligari ábending (sexual orientation), aldri, tørvandi evnum (disability), trúgv, vitan, áskoðan, mentan, máli ella burði.

Vit føroyingar eru eitt serstakt fólk og siga, at vit eru serstøk tjóð (uttan at vera tað, men kanska verður tað skjótt). Vit eiga tí eisini at hugsa alment og við størri hugflogi, enn tað oftani verður gjørt á smáum økjum.
Fyri at gera tað gott at liva í Føroyum fyri flest møguligt, ynskja vit samkyndu tí eisini at verða nevnd í einari føroyskari grundlóg við einari serligari grein, sum viðvíkur mannarættindi. Tí er hetta brævið skrivað fyrst til nevndina, og um hon ynskir tað, so kann nevndin (ella vil eg sjálvur gjarna) senda brævið víðari til Løgtingið, Landsstýrið og eisini almenningin í fjølmiðlunum í Føroyum og uttanlands.
Eg havi fyrr í 1995 bæði heima í Føroyum, m. a. í Dimmalætting og Sosialinum (nr. 223, t. 21. 11. 1995) og í Danmark skrivað longri grein um okkara viðurskifti og mannarættindini. Eg sendi spurninigin víðari til Landsstýrið, Løgtingið, teir politisku flokkarnar og fjøldina. Eg var eisini í longri kjaki við táverandi landsstýrismannin Sámal Petur í Grund í Føroya Sjónvarpi við Høgna Hoydal, núverandi landstýrismanni, sum tíðindamanni. Eitt sindur av kjaki var tá. Men ongin reaksjón kom frá politiskari síðu.
Eitt fólk, sum skal gerast sjálvstøðug tjóð, og sum ynskir millumlanda samstarv, serliga við Norðanlond og ES, má kunna tora tosa um alt, og eisini um viðurskifti hjá samkyndum og teirra mannarættindi.
Tað er ikki neyðugt við fleiri nevndum, og slettis ikki við sokallaðum serkønum.
Vit ynskja sum hinkynd eitt samfelag gott fyri flest øll.
Í desember 1999 vóru 19 føroyingar búsitandi í Føroyum (1), Danmark (16) og í øðrum londum (2) saman á fyrsta sinni sum føroysk samkynd. Síðani hevur verið arbeitt fyri at stovna eitt felag fyri føroysk samkynd: "Felag fyri føroyskar geikarar og lesbisk".
Í sambandi við arbeiðið við einari føroyskari grundlóg er tað tí alneyðugt, at vit sjálvi - vit samkyndu - gera vart við okkum, soleiðis at vit eisini verða nevnd í sambandi vid mannarættindini og ikki verða gloymd og serliga ikki goymd burtur.
Í vón um gott samstarv nú og seinri.
???????????????
Bogi Davidsen
Estagel, Frakland, mai 2000Yvirlækni, dr. med.Fredriksbergvej 534180 Sorø,DanmarkTlf.: (0045) 57 82 09 07E-mail: bogi@post9.tele.dk