Gróður, æti og fiskur á Landgrunninum

Seinastu tvær vikurnar hava fleiri viðmerkingar verið um grein í Sosialinum 21. november um gróður á landgrunninum og møguliga ávirkan av hesum á fiskin. Greinin bygdi á viðtalu við undirritaðu.
Tað er hugaligt - og eisini náttúrligt - at viðmerkingar koma til slík tíðindi. Serliga er hugaligt, at sjómenn bera fram tað teir leggja til merkis. Í dagliga arbeiði sínum á sjónum kunnu teir eygleiða og byggja upp vitan, sum er virðismikil fyri okkum øll. At nýta hesar royndir saman við kanningum á Fiskirannsóknarstovuni man vera røtt leið at ganga.
Men summar av viðmerkingunum tykjast at byggja á misskiljingar. Ein fær varhugan av, at Fiskirannsóknarstovan hevur spátt fiskaloysi og krepputíðir, men so er ikki. Tí hesar viðmerkingar.
Gróður og fiskur
Gróður í sjónum er í hesum føri vøkstur av plantuplankton. Tað eru smáar verur, ið sveima í sjónum, og sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru føði hjá øllum djóralívinum í sjónum. Hesin gróðurin, ið stendur fyri meira enn 95% av allari framleiðslu av plantum í sjónum, er ymiskur frá ávøkstri á skip, bátar, boyur o.ø. inni í firðunum. Ofta hevur ávøkstur best vakstrarmøguleikar júst tá lítið er av gróðri uttan fyri firðirnar.
Gróðurin av plantuæti er mátaður á innaru landgrunsleiðunum á hvørjum ári síðani 1990. Hesi úrslit hava víst neyvt samsvar við framleiðslu av fiski á landgrunninum. Serliga hevur samsvarið við toskaframleiðslu verið gott, meðan nakað verri samsvar hevur verið við hýsu. Tey árini, tá gróðurin hevur verið lítil, hevur eisini verið lítil framleiðsla, tilgongd og vøkstur av fiski á landgrunninum og tey árini, tá nógvur gróður hevur verið, hevur framleiðslan av fiski eisini verið góð (Mynd 1). Serliga hugaligt var at eygleiða góða gróðurin í 1999-2001 og samsvarandi góðu framleiðsluna av fiski. Væl kom undan, fiskurin hevði nógv at eta og vaks væl.
Havandi hetta sambandið í huga, var tað líka so hugstoytt at síggja, at í 2002 var minni gróður. Hann kom seint á vári og var lítil. Sjálvt um nakað av óvissum altíð eru í slíkum gróðrarmátingum, eru tær neyvan ógvisligar. Vit eru tí noydd at trúgva, at gróðurin í 2002 ið hvussu so er hevur verið nógv minni enn hann var seinastu árini frammanundan.
Útlit
Spurningurin er so, í hvønn mun vánaligi gróðurin í 2002 kann hugsast at ávirka fiskin og føði hansara. Tað, at týðiligt samsvar hevur verið millum gróður og framleiðslu av toski síðstu 12 árini, er í sjálvum sær ikki vissa fyri, at samsvarið verður hvørt ár framyvir. Deils tí at 12 ár er stutt tíðarskeið, og deils tí vit vita ov lítið um tað, ið hendir í liðunum ímillum gróðurin og fiskin. Tí kunnu vit einans siga, at um sambandið ímillum gróðurin og fiskin heldur á sama hátt, sum tey 12 árini frammanundan, kunnu vit vænta minni av føði til fisk á innaru leiðunum. Hetta er einamest galdandi fyri tosk. Eisini eiga vit at hava í huga, at mátingarnar av gróðri einans eru galdandi fyri innaru leiðirnar á landgrunninum (innan fyri 100-130 metra botndýpi). Hvørki ytru leiðirnar ella firðirnir eru við her.
Men tað neyva sambandið, sum hevur verið, er áhugavert, og eftir okkara meting er rætt at vísa tað alment. Ábendingar eru harumframt um, at helst hevur verið nakað minnið at eta hjá fiski á innaru leiðum seinastu tíðina. Men hvussu umfatandi hetta er/verður komandi tíðina, síggja vit í yvirlitstrolingunum við Magnusi Heinasyni í vár. Um tað nú kortini vísir seg, at samsvarið millum gróðurin og fiskin heldur sær framyvir, hvørja ávirkan kann tað so hugsast at hava á fiskiskapin?
Tað velst um, hvussu nógv vánalig ár koma á rað. Um bert eitt ár er við lítlari føði, gerst ávirkanin á sjálvan fiskiskapin neyvan ógvislig. Toskurin gerst tá rak, hann veksur seinni og nýggi árgangurin verður helst lítil. Men hetta er ikki tað sama sum at sjálvur fiskiskapurin nýtist at minka ógvisliga.
Men um fleiri vánalig ár til æti koma á rað, verður støðan øðrvísi. Tað hendi seinast í 1980 árunum og fyrst í 1990 árunum, og var hetta saman við fiskiskapinum orsøkin til fiskaloysi fyrst í nítiárunum.
Hvussu nógv eigur at fiskast?
Røddir hava verið frammi um, at tá fiski tørvar føði, eigur at verða veitt sum mest. Hetta fyri at fáa fiskin til høldar heldur enn at hann doyr í hungri, og eisini fyri at tann fiskurin, sum eftir er, kann vaksa væl og vera væl fyri til gýting. Hóast hetta í fyrstu syftu kann tykjast skilagott, so er tað tó ein vandamikil leið at ganga. Vit hava einki dømi um, at fiskur undir Føroyum er deyður í raki. Ein slík leið viðførir eisini, at nógv færri fiskar verða til árini eftir at gera gott av nýggjum gróðri, og gýtingarstovnurin minkar skjótt niður um tað, sum er ráðiligt. Kanningar Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt vísa, at tá lítið av føði er, fiskar lína upp í tríggjar ferðir betur, enn tá nóg mikið av føði er til. Tað verður tí longu veitt nógv við línu, tí fiskinum tørvar føði.
Tvær orsøkir eru sostatt til, at so nógv av fiski hevur verið at fingið í heyst. Nógvur fiskur er til eftir tey seinastu trý árini við góðum gróðri. Í øðrum lagi tekur fiskur betur á línu (og møguliga snellu), tá lítið er til av náttúrligari føði.
Um fleiri ár við ringum gróðri koma, er neyðugt at vera á varðhaldi, so fiskastovnarnir ikki koma niður á eitt ov lágt støði. Um gróðurin í sjónum tá seinni verður góður, men ov lítið av gagnfiski (toski, hýsu o.ø.) er tilstaðar, er møguligt, at gagnfiskurin ikki fær brúkt ætið til fulnar. Tá kunnu aðrar verur í sjónum, t.d.hvalspýggja og onnur fiskasløg fáa ágóðan av ætinum. Málið má vera, at tað altíð er so mikið av gagnfiski til, at hann altíð kann gera brúk av tí æti, sum er í sjónum. Aftur at hesum kemur, at vandi er fyri, at gýtingarstovnarnir gerast so smáir, at teir klára ikki at geva góðar árgangir av smáum fiski.
Røddir hava eisini verið frammi um, at fiskur "goymist ikki", tað vil siga, at lítil veiða í nøkur ár ikki uttan víðari førir til eina samsvarandi stóra veiðu árini eftir. Seinni verðaldarbardagi hevur verið tikin sum dømi um hetta. Vit halda, at ein eigur at vera varin við at gera niðurstøður um, hví toskaveiðan eftir kríggið ikki var óvanliga stór, tí vit kenna hvørki veiðuorkuna ella gróðurin í sjónum hesi árini. Nøgdin av toski eftir kríggið var eftir øllum at døma stór, og tøl yvir veiðu uppá veiðiorku hjá skotskum trolarum, ið fiskaðu undir Føroyum, vístu ein stóran vøkstur beint eftir kríggið í mun til árini beint fyri kríggið. Tó er sannlíkt, at tann náttúrliga framleiðslan av toski undir krígnum ikki varð gagnnýtt til fulnar, tí royndin og harvið veiðan var ov lítil.
Samstarv
við fiskimenn
Spennandi verður at síggja, hvussu verður komandi árið. Vit vóna sjálvsagt øll, at vánaligi gróðurin ikki fer at síggjast aftur í fiskiskapinum komandi árini. Fiskirannsóknarstovan gera alt, sum er gjørligt, fyri at fylgja við og at royna at skilja tað, sum hendir undir vatnskorpuni, men vit eru harumframt altíð fegin um at frætta frá fiskimonnum um tað, teir síggja. Fiskirannsóknarstovan er altíð áhugað í góðum samstarvi við fiskimenn, soleiðis at teirra royndir og vitan kunnu leggjast saman við kanningunum á Fiskirannsóknarstovuni, okkum øllum at gagni.