góðtók mikukvøldið ætlanina um Berjabrekku 3, sum er ætlanin um at byggja leiguíbúðir. Jan Christiansen, borgarstjóri sigur, at hetta ber í sær, at nevndin, sum hevur gjørt eitt byggiprogramm, nú skal arbeiða [...] bundið okkum til nakað, men næsta stigið verður, at nøkur útvald byggifeløg verða boðin til tað, tey rópa eina »umvenda lisitatión«. Tað merkir, at feløgini fáa at vita fíggjarkarmin og ynskini. Vit seta av [...] av 66 milliónir krónur og siga t. d., at vit vilja hava 66 íbúðir fyri hetta. Uppgávan hjá byggifeløgunum verður tá at koma við einum byggiprojektið, sum síðani verður grundarlagið fyri víðari samráðingum
Fimleikur Einki var at ivast í, at føroysku fimleikararnir vóru í ringum hýri, tá dómararnir høvdu kunngjørt sínar karakterir. Beinleiðis snýttir Gron er heldur rættasta orðið at lýsa føroysku menninar [...] eina stóra vón um gull. At tapa upp á snýt er so í øllum førum ikki tað, sum eg hevði roknað við. Spurdur um hann veruliga helt, at talan var um beinleiðis snýt, segði Høgni, at tað helt hann. - Ja, tað [...] tað var tað. Eg veit ikki um tað er tí, at teir royna at vinna á Jersey í samlaða talinum av heiðursmerkjum, ella hvat tað er, men snýt er tað í hvussu so er. Annað kann mann ikki siga, var avgjørda hugsanin
góðtaka, at í framkomna samfelagi okkara sita serfrøðingar og rokna og gera metingar, ið einki hald er í? Um so er at myndugleikar okkara góðtaka hetta, ja, so noyðast teir eisini at góðtaka, at eykajáttanir [...] á seg seinastu árini, og eftir tógva togan í áravís, ásannaðu myndugleikarnir, at hetta vegastrekkið var sera vandamikið at ferðast á. Serfrøðingar gjørdu kostnaðarmeting, peningur varð játtaður samsvarandi [...] grús, so tit, ið hava skil fyri ferðslutrygd, ásanna saman við mær, at vandamikla vegastrekkið millum Skála og Strendur er enn vandamikið at ferðast á. Hví verður vegurin ikki gjørdur liðugur? Jú, tí avsetti
við, at eini 120 fjølmiðlafólk vera til dystin, og koma hesi úr fleiri av mætastu fótbóltstjóðunum í Europa. Sjálvsagt er áhugin úr Italia stórur, men harumframt veit heimasíðan hjá FCK at siga, at talan [...] eisini á staðnum. Jóannes Hansen fer at umboða Sosialin til dystin, og væntandi verður nakað at frætta frá honum í fríggjadagsblað okkara. Annars fer sjónvarpsrásin, TV3, at senda beinleiðis frá dystinum, so [...] Europa-Cup Leitast skal helst aftur til Europa-Cup ævintýrið hjá Brøndby í 1991, fyri at finna nakað, sum kann samanberast við støðuna í Danmark, nú italska Lazio kemur á vitjan í høvuðsstaðnum. Roknað
rættin til at spæla á ólavsøkukonsertini í Pop Top konsertini. Har verður ein vinnari funnin, sum sleppur at spæla á ársins størstu konsert, og í ár var tað Faroe Teens. Ungi bólkurin, sum byrjaði at spæla [...] tað nervar teir ikki, at teir skulu á pallin saman við bólkum sum Frændur, All that Rain og Týr. ? Vit fara at fyrireika okkum væl til konsertina, so tað verður eingin trupulleiki at spæla fyrst, sigur sangarin [...] uppgávan hjá Faroe Teens at leggja fyri á ólasvøkukonsertini í ár, og tað gleða teir seg til. ? Hetta er ein spennandi uppgáva, sum vit hava fingið, og vit stúra ikki fyri at verða fyrsti bólkurin á pallinum
kunum íblástur til at hugna um barnakømurini. Og tað haldi eg eisini vera ógvuliga týdningarmikið. Meðan føroyingar fyrr hildu, at tað var stovan, ið skuldi vera vøkur, haldi eg, at tað eru barnakømurini [...] eisini frá, at hon umboðar eina bretska fyritøku, ið selur hugnaligt, romantiskt tapet til barnakømur í staðin fyri vanligu Pokémon og Disney tapetini. Eisini bjóðar Birtia sær at hjálpa fólki at innrætta [...] eftir einum dekoratiónsprinsippi. Tað vil siga, at eg leggi dent á vakurt umhvørvi fram um tað handilsliga, greiðir Birita Petersen frá. Hon greiðir frá, at einki handilsinnbúgv er í handlinum, men í staðin
gjørdi eisini, at hvørki av liðunum fekk togað seg stórvegis upp á stigatalvuni eftir dystin, og sum so mundi javnleikur eisini vera á eini leið. Iðra seg í Leirvík Tað er tó einki at ivast í, at hóas talan [...] talan var um ein heldur taman dyst, so munnu leirvíkingar iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna dystin. Eitt skifti í seinna hálvleiki vóru teir nevnliga á odda við tveimum málum, sum Tomek Resel [...] Resel og Árni Joensen høvdu gjørt hvør sínu megin steðgin. Eftir at leirvíkingur varð útvístur fyri hevnisøku, megnaðu sumbingar tó at koma aftur í aftur, og í báðum førum var Eirikur Joensen málskjútti
hjá monnum hetta vikuskiftið. Leygardagin fara KÍF og Neistin at spæla í Vestmanna. Neistin skal í hesum dysti royna at fáa VÍF aftur, eftir at VÍF vann dystin ímóti H71 hóskvøldið. Neistin spældi seinasta [...] seinasta vikuskiftið javnleik ímóti VÍF, og tað eru tekin um, at Neistin í ár fer at verða drúgvur í oddastríðnum. Umráðandi er tó hjá havnamonnunum, at teir vinna allar dystirnar móti liðunum longri niðri á [...] dystirnar savnað sær stig, eftir at byrjan var eitt sindur trilvandi. Tjaldur er einasta liðið í deildini, sum ikki hevur fingið nakað stig enn. Í fleiri dystum hevur liðið klára at hótt í fyrra hálvleiki, men
Hondbóltur-menn Tað er kanska dekan ov tíðliga at siga, at lið eru í trongum skóm, men í øllum førum var byrjanin upp á árið ikki sum æltað hjá Kyndli, tá teir máttu lúta fyri Neistanum. Hesa ferð fáa [...] Havn vitjan av StÍF, og sum dystirnir millum hesi liðini hava verið seinnu árini, so er lítið at ivast í, at tað er eitt satt brak, sum bíðar eftir áskðarunum sunnudagin. Hoyvíkingar byrjaðu við einum sigri [...] og tað boðar ikki frá eini serliga góðari upptakt, og undir øllum umstøðum eigur tað at vera til fyrimuns hjá H71, at runavíkingar hugsa meira um fót- enn hondbólt. Seinasti dysturin verður eisini í Ho
stórt sum í 1998. Kinesisku myndugleikarnir siga, at fer vatnið upp um bakkan, fer tað eisini at elva til vatnflóð í Yangtse-ánni, og so er vandi fyri, at høvuðsstaðurin í Hubei-landspartinum, Wuhan, verður [...] VatnflóÐ Árni Joensen: Í kinesiska landspartinum Hunan royna 850.000 arbeiðsmenn og hermenn at forða fyri, at tað stóra Dongting-vatnið skal fara upp um bakkan. Seinast tað hendi var í 1998, og tá druknaðu [...] verður lagdur undir. Í býnum búgva umleið sjey milliónir fólk. Eisini er stórur vandi fyri, at vatnflóðin fer at raka høvuðsstaðin í Hunan-landspartinum. Tað er býurin Changsha, har seks milliónir fólk búgva