2. deild
Talan var um tvey lið, sum liggja niður ímóti niðurflytingini, tá LÍF vitjaði í Sumba um vikuskiftið. Javnleikurin gjørdi eisini, at hvørki av liðunum fekk togað seg stórvegis upp á stigatalvuni eftir dystin, og sum so mundi javnleikur eisini vera á eini leið.
Iðra seg í Leirvík
Tað er tó einki at ivast í, at hóas talan var um ein heldur taman dyst, so munnu leirvíkingar iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna dystin. Eitt skifti í seinna hálvleiki vóru teir nevnliga á odda við tveimum málum, sum Tomek Resel og Árni Joensen høvdu gjørt hvør sínu megin steðgin.
Eftir at leirvíkingur varð útvístur fyri hevnisøku, megnaðu sumbingar tó at koma aftur í aftur, og í báðum førum var Eirikur Joensen málskjútti hjá vertunum.
Sum nevnt, so kann hvørki av liðunum enn vera víst í at sleppa úr botninum. Ikki minst mundi stigamissurin kennast tungur hjá leirvíkingum, sum nú er ájvant KÍ í stigum.
Sumab-LÍF 2-2 (0-1)
0-1 Tomek Resel
0-2: Árni Joensen
1-2: Eirikur Joensen
2-2: Eirikur Jooensen