Henry Jarnskor
490 Strendur
???????????????
Vegurin Innan Glyvur hevur verið og er ein høvuðsvegur við nógvari ferðslu. Tann tunga ferðslan hevur vundið nógv upp á seg seinastu árini, og eftir tógva togan í áravís, ásannaðu myndugleikarnir, at hetta vegastrekkið var sera vandamikið at ferðast á. Serfrøðingar gjørdu kostnaðarmeting, peningur varð játtaður samsvarandi og farið varð undir arbeiðið.
Breiðkanin av vegnum hevur nú verið liðug í eitt ár, men enn er einki asfalt lagt á. Gamli vegurin er asfalteraður, breiðkanin er grús, so tit, ið hava skil fyri ferðslutrygd, ásanna saman við mær, at vandamikla vegastrekkið millum Skála og Strendur er enn vandamikið at ferðast á. Hví verður vegurin ikki gjørdur liðugur? Jú, tí avsetti peningurin røkkur ikki, verður sagt. Skulu vit góðtaka, at í framkomna samfelagi okkara sita serfrøðingar og rokna og gera metingar, ið einki hald er í? Um so er at myndugleikar okkara góðtaka hetta, ja, so noyðast teir eisini at góðtaka, at eykajáttanir eru gerandiskostur.
Játtið tí neyðuga peningin, so vegurin kann verða tann tryggi landsvegurin, ið ætlanin var. Gerið tað nú, beinanvegin!