Teir yngstu leggja fyri

Faroe Teens verða fyrsti bólkurin, sum fer á pallin á ólavsøkukonsertini

 

Yngsti bólkurin á ólavsøkukonsertini í ár er Faroe Teens. Hetta er ein bólkur, sum er mannaður við ungum dreingjum kring landið.

Sangari í bólkinum er Brandur Enni, sum eisini er kendur frá útgávunum hjá Kulum Rótum.

Tað verður uppgávan hjá Faroe Teens at leggja fyri á ólasvøkukonsertini í ár, og tað gleða teir seg til.

? Hetta er ein spennandi uppgáva, sum vit hava fingið, og vit stúra ikki fyri at verða fyrsti bólkurin á pallinum, sigur Brandur Enni, sangari í bólkinum.

Faroe Teens vunnu sær rættin til at spæla á ólavsøkukonsertini í Pop Top konsertini. Har verður ein vinnari funnin, sum sleppur at spæla á ársins størstu konsert, og í ár var tað Faroe Teens.

Ungi bólkurin, sum byrjaði at spæla fyrr í ár er tí komin í gott selskap, men tað nervar teir ikki, at teir skulu á pallin saman við bólkum sum Frændur, All that Rain og Týr.

? Vit fara at fyrireika okkum væl til konsertina, so tað verður eingin trupulleiki at spæla fyrst, sigur sangarin í bólkinum.

Ólavsøkukonsertin verður fríggjakvøldið.